Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 16 Samhaldsfasti skal bert skattast eina ferð - Tað er eingin grund til, at pensjónin skal skattast tvær ferðir. Allar aðrar pensjónir verða bert skattaðar eina ferð, og tað er antin við útgjald ella við inngjald. Har eru vit av teirri áskoðan, at samhaldsfasti bara skal skattast við inngjaldi, og ikki aftur við útgjaldi. Hartil eigur landið einki í samhaldsfasta. Tað er arbeiðsmarknaðurin sjálvur, sum eigur hann, sigur Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag pensjónista STEINAR PATURSSON STEINAR@SOSIALURIN.FO L andsfelag pensjónista hev­ ur greið ynski frá kom­andi landsstýri, um hvat skal henda á pensjon­ista­øk­in­ um komandi fýra ár­ini. Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag pensjónista, vísir á, at felagið hevði longu undan valinum gjørt greitt, hvørjar ábøtur skuldu gerast fyri pensjonistarnar, og at øll tey ynskini standa við. Samhaldsfasti skal bert skattast eina ferð Tað er órættvíst, at samhaldsfasti ikki bert verður skattaður eina ferð, og hetta skal tí broytast, so­ leiðis at samhaldsfasti frameftir ikki verður skattaður bæði við inngjaldi og við útgjaldi. - Tað er eingin grund til, at pen­sjónin skal skattast tvær ferð­ir. Allar aðrar pensjónir verða bert skattaðar eina ferð, og tað er antin við útgjald ella við inngjald. Har eru vit av teirri áskoð­an, at samhaldsfasti bara skal skattast við inngjaldi, og ikki aft­ur við útgjaldi. Hartil eigur landið einki í samhaldsfasta. Tað er arbeiðsmarknaðurin sjálvur, sum eigur hann, sigur Beate L. Samu­elsen. Grundupphæddin skal hækka Skattafría grundupphæddin í al­ mennu pensjónini skal hækkast við í minsta lagi 580 kr., ið er sama upp­hædd, sum hon var lækkað í 2016. - Tað vilja vit hava broytt aftur, og tað hava næstan allir flokkar sagt upp undir valið, at tað vildu teir fáa upp á pláss beinanvegin. Tey siga, at tað kostar eini 50 milli­ónir krónur um árið, men tað eru tær 50 milliónirnar, sum tey skylda pensjonistunum um árið, sum tey tóku av. Tað vilja vit hava aftur, sigur Beate L. Samuelsen. Mótrokninginsfría inntøkan skal hækka Samstundis heldur Beate L. Sam­ uel­sen, at pensjonistar skulu ikki revs­ast fyri tað, at teir arbeiða eitt sindur eftir pensjonsaldur, og mót­rokningsfría inntøkan skal tí hækkast úr góðum 62.000 kr. upp í 100.000 kr. Fyri hjún er mótrokningsfría inntøkan í løtuni 80.000 kr., men neyðugt er at hækka upphæddina upp í 100.000 kr. fyri einstaklingar, ið er sama upphædd, ið danskir pen­sjonistar kunnu forvinna, utt­an at tað gongur út yvir pen­ sjón­ina. - Í Danmark var tað bara 30.000 kr. áðrenn, men 1. januar í ár varð tann upphæddin hækkað í einum høggi upp í 100.000 kr. Føroyskir pensjonistar tíma væl at arbeiða, men teir skulu alla­ tíð fyrihalda seg, at teir skulu ikki for­vinna for nógv, tí so verður tað mót­roknað í viðbótini. - Húsini, sum summir pensjon­ istar búgva í, eldast júst sum vit gera, og so skal klædningurin skift­ast og takið skal skiftast. So mugu tey taka lán, men tey hava ikki ráð til at taka lán. Viðbótina fáa tey ikki, um tey hava forvunnið ov nógv, sigur Beate L. Samuelsen. Samstundis vil Lands­felag pensjonista hava mót­rokn­ing­ar­ prosentið broytt frá 60 pro­sent­um niður í 30 prosent. Fráfaringaraldurin skal burtur Tað skal vera arbeiðsførleikin - og ikki aldurin - sum ger av, um fólk skulu heim av arbeiðs­markn­ aðinum um pensjónsaldur ella ikki. Tí skal tað lóggevast, at tað er ikki loyvi at siga fólki upp vegna aldur, eins og tað frammanundan er ólógligt at siga fólki úr starvi vegna átrúnaði, húðarliti og øðr­ um, heldur Landsfelag pen­sjon­ ista. Beate L. Samuelsen vísir á, at almenni pensjónspolitikkurin er farin at leka út á arbeiðsmarknaðin yvirhøvur, og at hetta revsar pensjonistar óneyðugt. - Tá tey brúka tað í lands­stýr­ inum millum síni fólk, so verður tað tað sama á arbeiðsmarknaðinum. Tá fólk verða 70 ár, so eru nógvar fyritøkur, sum siga, at "nú sleppa vit endiliga av við viðkomandi." Men um viðkomandi ikki nyttar nakað, tá hann er 70 ár, so nyttaði hann kanska heldur ikki nakað, tá hann var 68. Tí má tað vera upp til arbeiðsgevaran at meta, um starvsfólkið ikki megnar ar­ beiðsuppgávuna til fulnar meira. Tá kundi tað verið ein møguleika at sett tey niður í tíð. Men ístaðin er tað soleiðis í dag, at tá tey verða 70 ár, so verða tey send heim. TEMA: Politiski ynskilistin