hósdagur 12. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
17
Vil fáa greiðu á fíggingina
- Sum er hava kommunurnar bara persónsskattin.
So um útreiðslurnar vaksa, er bara eitt stað
at fara eftir pengunum, og tað er frá teimum,
ið arbeiða. So onkursvegna er neyðugt at
endurskoða hvussu kommunurnar verða fíggjaðar
í framtíðini. Harímillum má støða takast til, um
skattagrundarlagið skal breiðkast, sigur Eyðun
Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
E
itt løgtingsvalstríð kann
vera ein ørkymlandi tíð
hjá teimum, ið varða av
føroysku kommununum.
Tí meðan politisku flokkarnir, ið
stríðast við hvønn annan um at
vinna álitið frá veljarunum, yvir
bjóða hvønn annan við skattalætt
um, frádráttum, dýrum íløgum og
øðrum vallyftum, er tað skjótt at
rokna út, at tað er onkur, ið skal
rinda gildið.
Tað fekk Kommunufelagið at
senda eina áheitan út undir val
stríðnum, har heitt varð á polit
isku flokkarnar, um at tá teir nú
lovaðu ymiskt, at tað bleiv lovað
úr røttum kassa.
- Kommunufelagið vil tí heita
á politisku flokkarnar og val
evni at vísa hesum ans og koma
við heildarloysnum, sum taka
hædd fyri bæði inntøkum og
útreiðslum, heldur enn bert at
koma við uppskotum, sum minka
um inntøkurnar og økja um út
reiðslurnar hjá kommununum.
At raðfesta grundarlagið undan
kommunukassunum er lítið virði
ligt, skrivaði Kommunufelagið í
einari áheitan.
Endurskoða fíggingina
Valstríðið er av og samgongusam
ráðingarnar eru byrjaðar, men
áheitanin hjá Kommunufelagnum
stendur enn við, vísir Eyðun
Christiansen, stjóri í Kommunu
felagnum, tá hann skal nevna
hvørji mál felagið metir er neyð
ugt at tríva í hjá eini komandi
samgongu.
- Í valstríðnum vóru vit úti
og søgdu millum annað, at um
man gevur skattalættar umvegis
kommunukassarnar, so má man
á ein ella annan hátt endurskoða
fíggingina av kommununum og
møguliga breiðka skattagrundar
lagið, sigur hann og leggur afturat.
- Tað er bara blivið meira aktuelt
eftir, at Búskaparráðið kom út við
nýggjastu búskaparfrágreiðingini,
har víst verður á hvussu nógvar
útreiðslur verða knýttar at eldra
økinum og heilsutænastum í
framtíðini, tá vit verða so nógv
fleiri eldri.
Og um tað verður so sum Bú
skaparráðið vísir á, er neyðugt
at endurskoða allan leistin fyri
hvussu kommunurnar fíggja sítt
virksemi.
- Sum er hava kommunurnar
bara persónsskattin. So um út
reiðslurnar vaksa, er bara eitt
stað at fara eftir pengunum, og
tað er frá teimum, ið arbeiða.
So onkursvegna er neyðugt at
endurskoða hvussu kommun
urnar verða fíggjaðar í framtíð
ini. Harímillum má støða takast
til, um skattagrundarlagið skal
breiðkast, sigur stjórin í Komm
unufelagnum.
Normering
Eitt annað vallyfti, ið var frammi
undir valstríðnum, og hevur
beinleiðis ávirkan á virksemið og
fíggingina hjá kommununum, er
møguleikin fyri áseta eitt minsta
mark fyri normering innan eldra-
og dagstovnaøkið.
- Nakrir flokkar hava tosað
um at áseta eitt minsta mark
fyri normering innan eldraøkið
og dagstovnaøkið. Hetta eru alt
økir, ið eru kommunal, og sum eru
undir ábyrgd av kommunum og
kommunustýrum. Tí mugu vit fáa
greitt at vita, hvussu neyvt man
ætlar at stýra teimum yvirtiknu
málsøkjunum úr løgtinginum, sig
ur Eyðun Christiansen.
At fleiri kommunur hava verið
ónøgdar við tann leist, ið er brúkt
ur til at veita kommununum
fígging í samband við eldraøkið,
er eingin loyna, og vísir stjórin í
Kommunufelagnum eisini á hetta,
sum nakað, sum má hyggjast
nærri eftir.
- Síðan er tað eldraøkið sum
heild. Hvussu vil man fíggja tað?
Tær inntøkur man fekk við fíggj
arleistinum, tá økið bleiv lagt út til
kommunurnar, samsvarar ikki við
tær útreiðslur, ið kommunurnar
hava. Hetta er eitt av tí, ið vit
ynskja verða endurskoða í hesum
valskeiðinum, sigur hann.