Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 18 TEMA: Politiski ynskilistin Fylgið Barnarættinda­ sáttmálanum - Í síðsta tilmælinum frá ST bleiv heitt á landsins myndugleikar at tryggja ráðgevingini, so at hon hevur fíggingina, tøknina og starvsfólkini at kunna møta tørvinum hjá børnum og ungum við hjálp. So í botn og grund heitir ST á føroyskar myndugleikar at tryggja, at børn og ung hava eina anonyma ráðgeving at venda sær til alt døgnið, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO A ftaná at sam­gong­an mill­um Javn­að­ar­ flokk­in, Tjóðveldi og Fram­sókn misti parla­ ment­ariska meirilutan á løgtings­ val­inum 31. august er greitt, at tað verður ein nýggj samgonga, ið fer at stjórna landinum fram til næsta løgtingsval. Men hóast talan verður um eina nýggja samgongu, so er tað eitt gamalt mál, ið Barnabati, sum mill­um annað umsitur Tú & Eg ráðgevingina, ið veitir ráðgeving til børn og ung, ið hava ymiskar trupulleikar, ynskir á fáa á dags­ skránna tey næstu fýra árini. - Í samband við, at man samtykti Barnarættindasáttmálan aftur í 1992, hevur landið bundið seg til at fylgja ST-sáttmálan um barna­ rættindi. Í 2011 og 2017 kom eitt tilmæli frá ST um at tryggja eina barna- og ungdómsráðgeving í Før­oyum, har mælt varð til, at fáa hesa ráðgeving upp at koyra 24 tím­ar um døgnið í eina tryggja og góða legu. Tað er hesa ráðgeving, ið vit ynskja at tryggja, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata. Hava strongt á Síðan ST kom við sínum tilmæli hev­ur Barnabati eisini arbeitt fyri, at føroysku myndugleikar fylgja og virða sáttmálan og fylgja til­ mæl­inum. - Eg havi sent ein fyrispurning til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fyri at fáa tað formelt í ordan, men teir hava víst málið víðari til onnur aðalráð, tí tað eru tey, ið hava ábyrgdina av at tryggja, at sátt­málin verður settur í verk á hes­um økjum, sigur aðalskrivarin. Tískil er felagsskapurin í dag í tí støðu, at fremsta ynski til eina nýggja samgongu er júst hetta. At barnarættindasáttmálin verður fylgdur, so at man kann fáa eina góða tænastu fyri børn og ung her á landi. - Í síðsta tilmælinum frá ST bleiv heitt á landsins myndugleikar at tryggja ráðgevingina, so at hon hevur fíggingina, tøknina og starvs­fólkini at møta tørvinum hjá børnum og ungum við hjálp. So í botn og grund heitir ST á før­ oysk­ar myndugleikar at tryggja, at børn og ung hava eina anonyma ráð­geving at venda sær til alt døgnið, vísir aðalskrivarin á. Ráðgeving í 38 ár At ST heitir á Føroyar á skipa so fyri, at man kann hava eina trygga ráð­geving í Føroyum er kærkomið hjá Barnabata, og teimum, sum í nógv ár hava arbeitt fyri eini slík­ ari ráðgeving. - Tú & EG ráðgeving byrjaði í 2006, men longu í 1981 hevði Barna­bati fyrstu ráðgevingina til børn og ung. Síðan tá hava ymisk­ ar royndir verið gjørdar at fáa ráð­geving í lag, men avbjóðingin hevur altíð verið raksturin, ásann­ ar aðalskrivarin. Í løtuni eru 450.000 krónur sett­ar av á fíggjarlógini til tað siðbundna virksemið hjá Barna­ bata. Tað er tó langt frá nóg mikið til at kunnu tryggja eina ráð­geving alt døgnið. - Sum nú er hava vit ráðgeving gjøgn­um telefon frá klokkan 9 til 15. Aftrat tí hava vit dulnevndan bræv­kassa og kjatt. Tey sum ringja mill­um 9 og 15 fáa svar, men vegna mangl­andi fíggjarorku er svartíðin á net­inum ov long. Tí at ráðgeva børn­um á kjatt og aðrastaðni á net­in­um í úrtíð krevur ein stóran og væl kvalifiseraðan hóp av sjálv­ bodnum. Tí her møtir man børn­ um við øllum møguligum avbjóð­ ing­um, og tað skal man hava bæði røttu útbúgving og venjing til. Og slikt krevur fígging, sigur Djóni J. Eides­gaard.