hósdagur 12. september 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 105
19
Náttúrumargfeldislógin
aftur á ting
- Tað, sum hevur størsta týdning fyri okkum
er, at vit fáa eina náttúrumargfeldislóg, ið líkist
henni, ið varð løgd fyri tingið farnu tingsetu. Vit
hava enn eina vón um, at hon verður samtykt,
tí tað vóru einans nakrir einstakir flokkar,
ið ikki vóru so glaðir fyri lógina, meðan tað
vóru fleiri einstaklingar í andstøðuni, ið ikki
vóru avvísandi yvirfyri henni, sigur Sjúrður
Hammer, formaður í Føroya Fuglafrøðifelag
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
U
m tað ikki vóru so
nógv mál, ið endaði
við at detta burtur,
tá tingið fór til hús í
summarferiu í farnu tingsetu, so
hevði fremsta ynskið hjá Føroya
Fuglafrøðifelag, tey komandi fýra
árini, verið eitt heilt annað. Men
av tí, at undanfarna samgonga
hevði trupult við at fáa ymisk mál
samtykt undan summaferiuna,
er talan um eitt gamalt ynski,
ið felagið hevur til politiska
myndugleikan.
- Tað, sum hevur størsta týdn
ing fyri okkum er, at vit fáa eina
náttúrumargfeldislóg, ið líkist
henni, ið varð løgd fyri tingið
farnu tingsetu. Vit hava enn eina
vón um, at hon verður samtykt, tí
tað vóru einans nakrir einstakir
flokkar, ið ikki vóru so glaðir
fyri lógina, meðan tað vóru fleiri
einstaklingar í andstøðuni, ið ikki
vóru avvísandi yvirfyri henni,
sigur Sjúrður Hammer, formaður
í Føroya Fuglafrøðifelag.
Hann vísir eisini á, at tá felagið
saman við Ringrás og Føroya Nátt
úru- og Umhvørvisfelag undan
løgtingsvalinum gjørdu eitt
spurnarumfar millum tey ymisku
valevnini, vóru øll valevnini samd
í, at neyðugt er við einari náttúru
margfeldislóg.
- So okkara vón er, at óansæð
hvør samgongan verður, so kemur
ein náttúrumargfeldislóg í eitt
komandi samgonguskjal. Tað er
tað, ið vit hava eftirlýst leingi, og
tað er tað, ið ferðavinnan hevur
eftirlýst í mun til at avmarka nei
ligu avleiðingarnar av ov nógv
ari ferðavinnu. Harumframt eru
tað eisini nógvir aðrir almennir
stovnar, ið sakna eina tíðarhósk
andi náttúruverndarlóg, sigur for
maðurin.
Óhugnalig kensla
Meðan Sjúrður Hammer er rími
liga bjartskygdur um, at tað fer
at eydnast at fáa eina náttúru
margfeldislóg samtykta, so er
hann kortini varin við at gleðast
ov tíðliga. Hetta er nevniliga ikki
fyrstu ferð, at ein slík lóg hevur
verið frammi.
- Í 2010 var ein øgiliga umfatandi
náttúruverndarlóg, ið kravdi nógv
fyrireikingararbeiði, lagt í eina
skuffu áðrenn hon yvirhøvur
varð løgd fyri tingið. Tað er ein
rættiliga óhugnalig kensla, at man
kann koma so langt, men at tað so
kortini kann detta niðurfyri, og so
hendir bara einki tey næstu tíggju
árini. Tað vóna vit ikki hendir við
hesum, sigur Sjúrður Hammer.
Hann hevur kortini torført við
at ímynda sær, at lógin ikki kemur
nú, tí tað hevur aldrin verið størri
tørvur á eini slíkari lóg enn júst
nú.
- Um lógin ikki verður samtykt,
kemur tað upp á tvørs á øllum
møguligum stórum samfelags
ligum málum. Vit kunnu taka tí
grønu umleggingina sum dømi.
Um vit skulu seta vindmyllur upp
allastaðni, útbyggja vatnorkuverk,
skipa pump storage og byggja eitt
biogassverk er neyðugt við eini
slíkari lóg, sigur hann og heldur
fram.
- Um vit tá ikki hava eina brúki
liga nátturuverndarlóg, so stúrir
eg fyri teimum neiligu árinunum,
ið ein stór samfelagsmenning hev
ur við sær. Ein slík menning má
fáa okkurt mótspæl, tí um eingin
stovnur hugsar um náttúruvernd
ella verjir umhvørvið, so stendur
náttúran hjálparleys.