Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 20 Kallanes gjørt tríggjar makrel- túrar við dorg Skiparin á útróðrarbátinum Kallanesi, Kári Klettskarð í Kongstovu, sigur, at tá makrelfiskiskapurin við dorg eydnast, gevur tað nógv meira fyri hvørt kilo, enn útróðurin við línuni gevur, tí línudriftin er dýr VILMUND JACOBSEN T eir, sum eiga 50 tons stóra útróðrarbátin Kalla­nes, hava í fjør og í ár riggað bátin soleiðis til, at teir, umframt at kunna fiska tosk og hýsu við línu, eisini kunnu fiska makrel við dorg. Tað eru Eyðólvur Vang í Klaks­ vík og Kári Klettskarð í Kongstovu í Haraldsundi, sum eiga bátin, og tað er Kári Klettskarð í Kongstovu sum er skipari. Umborð á Kallanesi hava teir tíggju makreldergur, og tað eru 40 húkar tilsamans á hvørjari dorg. Íløgan í samband við makrel­ veið­ina er ein góð miljón, og av íløg­uni hava teir á Kallanesi fingið eini 10 prosent í stuðli til roynd­ ir­nar. Eiga makrelkvotu At fiska makrel við dorg er ikki nakað nýtt uppfinnilsi, um vit so kunnu siga. Tað hava eitt nú norðmenn gjørt í fleiri ár, og royndir eru eisini gjørdar í Før­ oyum áður, bæði innari og ytri. Føroyskir útróðrarbátar hava síðan 2010 eisini fingið tillutað eina serstaka makrelkvotu, sum í ár er á sløk 400 tons. Ein so­nevnd­ ur klasulur er á hesi kvotu sum sigur, at kvotan skal fiskast við øðrum reiðskapi enn trol og nót. Tey árini, sum henda kvota ikki hevur verið brúkt, er hon vorð­in flutt til árið eftir, og tað hevur soleiðis verið møguligt hjá útróðrarbátum at fiskað av kvot­ uni øll árini. Sjálvur heldur Kári Klettskarð í Kongstovu, at ein makrelkvota í hesi støddini saktans kundi verið fiskað av meira enn tí eina bátinum, men í løtuni eru tað serliga teir, ið eiga Kallanes, sum royna at fáa makrelfiskiskap við dorg at bera til. Langt til havs Kallanes hevur higartil í heyst gjørt tríggjar makreltúrar, sum vit fara at venda aftur til seinni í hesi greinini. Ein avbjóðing hjá teimum hev­ ur verið, at teir hava verið noydd­ir at farið langt til havs eftir makrel­ in­um. Kári Klettskarð í Kongstovu sigur, at teir hava verið heilt har úti, sum makrelskipini fiska, og tá kann teinurin úr landi skjótt ger­ ast einir 120 fjórðingar. - Nú vit hava riggað bátin til, og vit byrja at finna út av, hvussu vit gera best undir fiskiskapi, ætla vit at flætta makrelveiði við dorg við útróðurin annars. Hann heldur, at tað kanska kann tykjast løgið at gera eina slíka íløgu, nú nógvur fiskur er at fáa, men tað er lættari at gera íløg­ una, nú pengar eru at arbeiða við. Kann geva meira Í fjør heyst stóð nógvur makrelur Sandoyarbanka, og her hevði eitt nú Høgaberg fleiri góð nótakast. - Vit vóna, at soleiðis verður aftur í ár, tí Sandoyarbanki liggur lutfalsliga nær, og her plaga vit eisini at royna við línu. Tað tekur bara nakrar fáar tímar at sigla út og heim aftur av bankanum. Skiparin á Kallanesi vísir á, at tá makrelfiskiskapurin við dorg eydnast, gevur tað nógv meira fyri hvørt kilo, enn útróðurin við línuni gevur, tí línudriftin er dýr. Tá Kallanes er á línuveiði, verður øll línan egnd í landi, og teir eru, sum vanligt er, á útróðri ein dag í senn. Útróðrarbáturin hevur hvørki egningamaskinu ella trakt at seta úr. - Tí verður línan ikki bara umrikin, men eisini egnd í landi, sigur Kári Klettskarð í Kongstovu. Eitt gott íkast Skiparin heldur, at gongst, sum teir ætla, kann makrelurin saktans fara at gerast eitt gott íkast, og hann heldur fyri, at um teir ikki trúðu upp á at fiska makrel við dorg, høvdu teir heldur ikki havt gjørt hesa íløgu og royndir. - Hóast Pelagos í Fuglafirði er eitt velduga stórt virki, hava vit landað veiðina í Fuglafirði, og vit hava fingið betri prís, enn makrelskipini annars hava fingið. Kári Klettskarð í Kongstovu sigur, at teir hava fingið 10 krónur fyri kilo, og teir hava kent seg væl móttiknar á virkinum. - Fríðin Ziskason, sum er virkis­leiðari á Pelagos, er eisini sinnaður at gera onkrar royndir á marknaðinum við makrelinum, veiddur við dorg, og vit halda tað vera flott, at teir vilja viðvirka í so máta. Minni handfaring Skiparin vísir á, at makrel­roynd­ ir­nar, sum teir gera við Kallanesi, byggja á betri kvalitet á fiskinum. - Vit halda, at góðskan á makr­ el­inum er betri, tá hann verður veidd­ur við dorg enn við troli. Í trol­in­um verður fiskurin fyrst kroyst­ur í posanum, síðan fer hann upp í eina pumpu – og so aftur í eina pumpu, tá hann verð­ ur landaður. Hinvegin verður makr­el­urin, sum vit fáa við dorg, ikki so nógv handfarin. Hann fer nevni­liga livandi niður í eitt kar, og tá kørini eru hivaði úr lastini og eru komin inn á virkið, verður fisk­urin stoyttur niður í frystaran, sigur Kári Klettskarð í Kongstovu. Gjørt tríggir túrar Í heyst hevur Kallanes gjørt til­ samans tríggjar túrar á makrel­ veiði. Hin fyrsta túrin royndu teir í fýra dagar og fingu 6,5 tons, harav teir fingu tað mesta tann eina dagin. Teir høvdu onkrar byrjunar­ Makrelur, sum verður veiddur við dorg, verður lítið og einki handfarin Her landar Kallanes av sínum fyrsta makreltúri í heyst