Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 21 Sleppa at royna seg VILMUND JACOBSEN T vøroyrar skúli og Varð­ in Pelagic hava sett í verk eina roynd­ar­ verkætlan, har næm­ ingar í 8. og 9. flokki í Tvør­oy­rar skúla fáa í boði at koma í dag­ starvs­venjing hjá Varðanum Pelagic. Í hesum sambandi er framløga fyri næmingunum, har kunnað verður um ymisku starvsøkini á virkinum. Næmingarnir fáa síðan møguleikan at velja eitt ella tvey starvsøki á virk­in­um, har tey kunnu fara í dag­starvs­ venj­ing.  Næmingarnar fylgja soleiðis einum starvsfólki á økinum í ein dag. Varðin Pelagic á Tvøroyri er stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, sum hýsir nógvum ymiskum yrkisgreinum. Hetta er tískil ein góður møgu­leiki hjá næmingum at nema sær eina fatan av ymiskum ar­beiðsøkjum og møguliga fáa íblástur til sína framtíðar yrkis­ leið. Aftrat dagstarvsvenjingini er eisini møguleiki at koma í vanliga starvsvenjing á Varðanum Pelag­ ic í tvær vikur. Seta nú flakalinjur upp á Varðanum - Møguleikar verða at skera bæði makrel, sild og svartkjaft, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic VILMUND JACOBSEN Í hesum døgum verður arbeitt við at seta fýra flakalinjur upp á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Síðan nýggja virkið læt upp aftur eftir herviliga eldin, hevur í fyrsta lagi verið arbeitt við at fáa høvuðsframleiðsluna at koyra. Hetta er móttøka, skiljing, pakking og frysting av makreli, sild og svartkjafti. Bogi Jacobsen, stjóri, sigur, at tá eitt so stórt og tøkniliga framkomið virkið byrjar sína framleiðslu, verður altíð neyðugt við ymiskum justeringum. - Soleiðis hevur eisini verið á Varðanum Pelagic. Nú eru vit so komin har til, at arbeiðið at seta upp fýra flakalinjur er byrjað, og eg vænti, at hetta arbeiðið verður liðugt einaferð út á heystið. Stjórin vísir á, at fýra flakalinjur eisini vóru á gamla virkinum. Spurdur, um tað yvirhøvur loysir seg at skera, sigur Bogi Jacobsen, at sjálvandi fer virkið eftir tí, sum loysir seg best. - Vit gera tað, sum størst virði fæst fyri, og á gamla virkinum skóru vit í løtum nokso nógv, serliga smáan makrel, men eisini sild og svartkjaft. Orsøkin til, at tað serliga er smáur makrelur, sum verður skorin, sigur Bogi Jacobsen er, at smái fiskurin er bíligari at keypa. - Vit skera, tá tað loysir seg, og fáa vit hægri virði við ikki at skera, so gera vit tað. At vit skera snýr seg eisini um marknaðarrøkt, har keyparar hjá okkum eisini vilja hava flak. Hjá okkum ræður sjálvsagt um at fevna so breitt sum gjørligt. Stjórin vísir á, at viðhvørt er stórur eftirspurningur eftir fløkum, og hetta kann eisini vera tengt at, hvussu stórar kvoturnar eru. - Vit vilja gjarna meirvirka tað, sum kann meirvirkast – alt eftir, hvat nú einaferð loysir seg. Tað verður altíð marknaðurin sum ger av, hvat vit gera við ta rávøru, vit keypa og selja. Bogi Jacobsen leggur aftrat, at nú makrelvertíð er, og sildavertíðin eisini stundar til, eru fleiri enn 100 fólk á lønarlista hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. trupulleikar, men tá teir høvdu funnið út av, hvussu teir best bóru seg at, lá bara heilt væl fyri. - Síðan hava vit gjørt tveir túrar aftrat, harav hin fyrri av hesum var ógvuliga stuttur, og vit bert fiskaðu í nakrar fáar tímar. Kári Klettskarð í Kongstovu endurtekur, at felags fyri teir báð­ ar seinnu túrarnar, sum Kallanes gjørdi, er, at royndin var stutt. - Hin fyrra túrin av hesum báð­ um seinnu fingu vit 2,5 tons, og síðan fingu vit 4,5 tons á okkara seinasta túri, sigur hann. Teir, sum eiga Kallanes, eru spent­ir eftir at vita, hvussu heystið fer at roynast, og teir vóna, at tað fer at eydnast at gera nakrar makreltúrar aftrat. - Tá vit skulu verða úti í nakr­ar dagar á makrelveiði, er sjálv­sagt neyðugt at hyggja eftir veð­ur­lík­ ind­unum nakrar dagar fram. Longri vertíð Vónin hjá teimum er eisini, at makrel­vertíðin eitt annað ár kann byrja fyrr, helst í juni ella juli mánaði. - Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, byrjaðu skipini fyrr á makrelveiði. Avbjóðingin er, at makrelurin er ógvuliga feitur um summarið, og tá er hann eisini fullur í æti, sum er tann stóri trupulleikin. Men, tá heystið kemur, verður hann fastari í fiskinum. Spurningurin er so, hvussu makrelvertíðin hjá okkum kann framskundast, soleiðis at fiskiskapurin við dorg kann byrja nakað fyrr, sigur Kári Klettskarð í Kongstovu. Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic hava avtalað eina spennandi royndarverkætlan Fleiri enn 100 fólk eru á lønarlista hjá Varðanum Pelagic, nú vertíðin er Feðgarnir, Jógvan Pauli í Kongsstovu og Kári Klettskarð í Kongsstovu