Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 22 Skeið fyri álitisfólkið, felagslimum og nevndarlimum innan sáttmálaøki hjá FA. Føroya Arbeiðarafelag skipar fyri skeiði fyri felagslimum, álitisfólkið og nevndarlimum, ið ikki hava verið á skeið áður. Hvat er skeiðið m.a. um ? - Hvar finna vit reglurnar um rættindi og skyldur hjá arbeiðsfólki (sáttmálar, lógir, setanarskriv og siðvenjur) - Hvussu eru reglurnar um álitisfólk og trygdarumboð - Hvørjar reglur eru galdandi tá fólk skulu setast í starv (m.a. munurin millum land/kommunur og privata arbeiðsmarknaðin) - Hvørjar reglur eru galdandi tá arbeiðsfólk gerast sjúk - Hvørjar reglur eru galdandi tá fólk fáa skaða á arbeiðsplássinum - Kann arbeiðsgevarin áleggja arbeiðsfólki broyttar arbeiðstreytir (arbeiðsuppgávur og arbeiðsstað) - Hvørjar reglur eru galdandi fyri lønir (t.d. um arbeiðsgevarin ikki rindar lønina. Tá arbeiðsgevarin fer á húsagang og hvussu er um avtala er hægri løn enn sáttmálin sigur) - Um arbeiðsfólk ynskja at gevast í arbeiði sínum, - Um arbeiðsgevarin vil sleppa av við arbeiðsfólk (uppsøgn og burturvísing) Nær verður skeiðið ? 8. – 9. Oktober 2019, frá kl. 10:00-16:00 Hvar verður skeiðið ? Í fundarhøli 2, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn Tilmelding: Tilmelding er hjá lokala limafelagnum ella hjá Føroya Arbeiðarafelag á tlf. 31 21 01 ella við at senda ein teldupost til fafelag@fafelag.fo Skeiðið verður bert um nóg stór undirtøka er. Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 27. september 2019 -------------------------------------------------------------------------------- Føroya Arbeiðarafelag Stoffalág 17 100 Tórshavntlf. 31 21 01 www.fafelag.fo Svenning av Lofti 80 ár N ú, Svenning, mín góði vinur gjøgnum ikki minni enn 55 ár, fer um tey áttati, fari eg her at skriva honum eina heilsan á hesum hansara stóra degi. Tá ið eg fór til Havnar sum 17 ára gamal í 1964, byrjaði eg beinanvegin at ganga á møti í Ebenezer. Har hitti eg nógv blíð og fitt fólk og kendi meg beinanvegin væl og vælkomnan. Ein av teimum, eg kom at kenna, var ein høgur, fróur og fattur 25 ára gamal maður. Hann vísti mær beinanvegin ein serstakan áhuga, bjóðaði mær inn í nýggja heim teirra á Lützenstrøð, har er so eisini kom at kenna hansara fryntiligu og fittu konu. Alt síðan tá hevur vinabandið okkara millum verið tætt. Birgit og Svenning buðu ungum monnum at koma heim til teirra eina ferð um vikuna til hugnaliga samveru og bíbliutíma. Har vóru bæði dreingir úr Havn og av bygd, men eg haldi, tey høvdu serstaka umsorgan fyri okkum bygdadreingjum, sum vóru komnir til Havnar at arbeiða og læra. Hesar løtur í hugnaliga og heita heimi teirra minnist eg afturá við gleði. Tey sjey árini, eg búði í Havn, var eg mangan boðin á gátt hjá Birgit og Svenningi. Vit báðir komu eisini tey árini at arbeiða nógv saman í samkomuni í Ebenezer. Serliga var tað tann so nevndi bíbliuflokkurin, har Petur Háberg var leiðari, sum kom at knýta okkum saman. Síðan tá havi eg hundraðtals ferðir verið inni á gólvinum á Sólteigi 4. Har havi eg notið ein heilt ómetaliga stóran blíðskap, sum næstan ikki kann sigast við orðum. Tað var soleiðis, at eg í nógv ár ferðaðist um landið sum sølumaður, og tað var mest sum fast, tá ið eg var í Havn, at fara niðan á Sólteig at fáa ein drekkamunn ella kanska ein døgurðabita – og so eitt gott, hugnaligt og ofta andaligt prát við Birgit og Svenning. Í heiminum vóru eisini tríggir fittir synir, sum tað altíð hevur verið stuttligt at hitt og fingið eitt prát við. Tey seinastu 45 árini havi eg so havt ta stóru gleði at kunnað virkað saman við Svenningi og øðrum samverkamonnum á tí andaliga økinum. Møti, møtirøðir, bíbliuskeið og onnur tiltøk hava verið hildin kring alt landið. Tað kundi verið mangt at nevnt um tað, men eg skal ikki fara í smálutir við tí. Tó kundu verðið nevnd onkur stór tiltøk, ið daga framúr í minninum, sum bíbliuskeið umborð á gomlu Norrønu, meðan hon lá inni á Hulki á Strondum og vitjanin hjá suðuramerikanska prædikumanninum, Luis Palau. Hesi 55 árini, eg havi kent Svenning, eri eg sjálvsagt komin at kenna mannin rættiliga væl. Og nógv er, ið eg kundi sagt um hann. Eg smæðist ikki við at siga, at eg kenni ongan, sum er frelsara sínum so halgaður, sum Svenning. Í honum er ein Andans eldur, sum eg mangan havi undrast á og hámett. Í øllum tí hann tekst við – bæði tímiligt og andaligt – er hann fullkomiliga heilhugaður. Eg vil siga, at Svenning er ein samansettur persónur, skilt á tann, at hann – tá ið hann fær eitt hugskot ella eitt innskot frá Harranum – bæði hugsar seg væl um og er spontanur. Vit hava mangan flent at honum, hvussu skjótur, hann kann vera, tá ið okkurt hugskot verður nevnt. Hann mest sum loypur upp á báðum beinum og sigur: „Ja, hatta gera vit. Hatta var eitt fínt hugskot!“ Men tá ið ein løta er farin, kemur hann eitt sindur niður aftur á jørðina og sigur: „Latið okkum biðja og leggja tað fram fyri Harran.“ Onkuntíð hava vit sagt, tá ið hann er komin við onkrum hugskoti, og vit hava tosað um tað eina løtu, at vit halda, at hatta hugskotið fer í pappírskurvina. Og so hava vit allir flent so hjartaliga – og Svenning harðast. Eg kenni ongan, sum flennir so hart sum Svenning. Tá ið eg nevni ‘vit’, so eru vit nakrir, sum hava arbeitt tætt saman í tí andaliga í hesi mongu ár. Umframt Svenning og meg eru teir: Jógvan Páll Sevdal, Poul Jóhan Djurhuus, Hjørleif Vang og Osmund Justinussen. Í 2011 fekk Svenning tað hugskotið at fara at spyrja stovnin fyri trúboðanarbátin, Juvel II, ið hvørt summar ferðast kring alt Grønland við gleðiboðskapinum, um møguleiki var at nýta bátin til smærri ferðir í grannalondunum, áðrenn hann fór til Grønlands. Jú, tað var gaman í. Tá varð felagsskapurin, Atlantic Mission, settur á stovn. Og síðan 2011 hava so evangeliseringsferðir verið gjørdar til Hetlands, Orknoyggjar, Hebridurnar, Noregs, Íslands og í Føroyum. Hesar ferðir, sum eg eisini hava fingið loyvi til at vera ein partur av, hava verið sera góðar og gevandi. Svenning hevur øll árini verið oddamaður. Í øllum tí, Svenning fæst við, er bønin honum fremst í huga. Eisini á tí økinum er hann spontanur. Áðrenn ein veit av, so biður hann. Og tað ger hann allastaðni og saman við øllum, hann hittir á leið síni. Eg haldi, eg tori at siga, at serliga í bønarlívi hansara er hann mær ein sonn fyrimynd. Tað kundi verið mangt annað at sagt. Men til tess at hetta ikki skal gerast alt ov drúgt, gevist eg her. Góði Svenning. Hjartaliga til lukku við 80 ára degnum. Má Harrin framvegis signa teg og geva tær orku og áræði at halda fram í verkinum í mong ár aftrat. Hjørdis og eg takka tær – og Birgit – inniliga fyri tey mongu ár, vit hava kent tykkum – og fyri tað, tit hava verið fyri meg og míni. Páll á Lakjuni Dreymastarvið finnur tú á in.fo