Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 23 Svenning av Lofti kempa H vør kennir ikki Svenn­ ing av Lofti, henda stóra, altíð smílandi og frynt­liga ”unglingan,” sum við stórum fetum flytir seg runt á Havnagøtum, eftir hondini ein kend býarmynd, tí hann skal náa okkurt húsið, har onkur er, sum skal hava eitt styrkjandi orð? Hesin kendi Havnamaðurin av bygd rundar tey áttatiárini mána­ dag­in 16. september, sum boðar frá, at Svenning nú kemur inn í kempu­árini, hóast fleiri okkara altið hava sæð Svenning sum eina kempu í víngarði Harrans. Hóast hann ofta hevur nógv um oyruni, hevur hann altið stundir at steðga á og práta við onkran hann møtir á Havnagøtum. BARNAHEIMIÐ Svenning er føddur og vaksin upp norð­uri á Eiði. Pápin kallaðist Jóan Petur Poulsen á Lofti og var Eiðis­maður. Mamman kom úr Tjørnu­vík, Sanna Malena, van­liga rópt Sannelena. Hon var tætt und­ ir 100 ár, tá hon fór her frá, og hon búði í heiminum á Lofti á Eiði til sín doyggjandi dag. Svenning og Birgit vitjaðu gomlu mammuna ofta. Barnaheim hansara, á Lofti, stóð mitt í bygdini, áfast við tey navn­framu Látrahúsini, har sjálv­ur kongur einaferð gisti. At vaksa upp mitt í bygdini gav hon­um høvið at uppliva alt tað, sum fór fram ímillum manna í hesi fiskivinnubygd í fírati- og fimtiárunum. Her sá hann bygda­menninar koma og fara, og hann kundi hoyra hvat teir, undir húsahornunum, tosaðu sína­millum. Stundum komu eis­ ini menn aðrastaðni frá til bygd­ ina at hava evangeliskar úti­fund­ ir, sum vórðu hildnir tætt við barna­heimið hjá Svenningi; og eis­ini hetta festi seg í viðkvæma barna­sinni hjá Eiðisdronginum og varð við til at evna lívskósina hjá Svenn­ingi av Lofti! BARNASKÚLIN Svenning gekk í skúla hjá Jóhan Kalls­oy. Svenning minnist skúla­ tímarnar hjá Kallsoy sum nakað ógvuliga dýrabart. Svenning tekur soleiðis til um barndómslæraran hjá sær: ”Jóhan gjørdi sær stóran ómak at geva okkum skúlabørnum hollan kunnleika um mangt og hvat. Hann tók okkum við bæði í haga og fjørðu. Í fjørðuni vísti hann okkum bátarnar og lærdi okkum á ein praktiskan og livandi hátt hvussu tað ymiska á báti kallast. Eisini lærdi hann okkum um rættarskipanina og politisku skipanina í landinum. Hann hevði alsk til alt, sum var føroyskt, ikki minst tað føroyska málið, sum hann eisini royndi at læra okkum frá grundini av. Tað, sum eg lærdi hjá Kallsoy setti djúp spor hjá mær.” LÍVSINS BROTASJÓGVUR Tá Svenning var 16 ára gam­al fór hann sín fyrsta túr til skips til Grønlands við vest­manna­trol­ aranum Gullsøka. Pápin og bróð­ ur­in Sigmund vóru eisini við. Hetta var í 1955. Eftir tríggjar mánaðir til fiskiskap komu teir heimaftur, men henda sama dag, sum teir trígg­ir koma til Eiðis, hálvdist ein tungur brotasjógvur innyvir barna­heimið hjá Svenningi, tá ein beiggi hansara, sum hevði fylt 8 ár dagin eftir, druknaði niðri við havnalagið. Hetta setti djúp spor í familj­una. Svenning sigur, at hetta varð hansara fyrsti og seinasti túrur til skips, og kanska var tað júst tí, at hann misti beiggja sín á sjón­um, at hann ikki fór aftur til skips. PRENTARALÆRU Í HAVN Hetta sama árið, 1955, tá Svenning er 16 ára gamal, flyta foreldrini til Havn­ar, har pápin fekk arbeiði. Tey búðu fyrst á Húsabrúgv, men í 1958 fluttu tey út í Perskonugøta at búgva, har foreldrini bygdu hús. Svenning fór at arbeiða hjá Alfred Johannesen, og seinni arbeiddi hann eitt skifti á Bacalao. Í 1957, 18 ára gamal, hevur Eiðis­ drongurin tikið avgerð um hvør lærdómurin skal verða; hann ferð í prentaralæru hjá Marius Ziska. Har er hann tey fyrstu 3 árini av læru­tíðini, og tekur tað seinasta árið niðri í Danmark, har hann fær prógv sum prentari. Tá hann kemur heimaftur í 1961 fer hann at arbeiða hjá Einars prent. Í 1967 fær hann arbeiði í prentsmiðjuni í Gamla bókhandli, og har er hann inntil hann í 1976/77 gevst sum prent­ari og ferð at virka sum ferð­andi evangelistur í brøðra­ sam­komunum í Før­oy­um, og ein kann sanna í dag, at verk evangel­ ists­ins kom at vera lívs­yrkið hjá føðingar­dags­barn­in­um. PRENTARI OG EVANGELIST Í tíðarskeiðinum 1973 – 1976/77 hevði Svenning eina sjáldsama av­talu við leiðsluna í Gamla bók­ handli, sum allarhelst fáir ar­beiðs­ gev­arar høvdu gjørt í dag. Avtalan var, at hann arbeiddi bert helvtina av árinum á prentsmiðjuni og so brúkti hann hin partin av árinum at ferðast sum evangelistur. Hetta gjørdi hann í eini fíra ár, men aft­ aná eina evangeliska fundarrøð í Pork­eri í 1976, sum bert skuldi vera eitt vikuskiftið, men sum varð longd til 19 dagar, tók Svenning endaliga avgerð at nýta alla sína tíð sum evangelistur. Hann segði upp í Gamla bókhandli og síðani tá hevur hann trúfast vitjað frá býi til bý við gleðiboðskapinum, og eis­ini eru tað óteljandi heim í Før­oyum, sum hava havt eina vitj­an av honum har hann bæði hev­ur vitnað og lagt eina traktat eft­ir seg. SETT DJÚP SPOR Svenning hevur verið ein av stig­ takarunum og fyrireikarunum til fleiri stór andalig tiltøk í Før­ oy­um, og mangan hevur hann havt leiðsluna av hesum til­tøk­ um um hendi. Í hesum sam­bandi kunnu vit nevna nøk­ur fá sum t.d. Evangelisku Rødd­ina, Blaðið Stavn­haldið, Louis Palau funda­ røð­in í 1988, og fylgi­sveina­funda­ røð­irnar hjá Billy Graham úr Ess­ en í Týskalandi í 1991 og frá Puerto Rico í 1995 og óteljandi ferðir til Ísrael við føroyingum, og ikki at gloyma Atlantic Mission við Juvél 2. SVENNING OG PENNURIN Svenning er ikki einans evangel­ ist­urin á røðarapallinum, hann er tað eisini við penninum. Hann hevur fingist nógv við at skrivað ígjøgnum árini, og tað er heilt fitt, sum er komið undan hans­ ara penni. Her kunnu vit nevna andaktsbókina, Dagsins orð, ið eru andaktsstykkir, sum hann upp­runaliga skrivaði í oyggja­ tíð­indum. Ein bók, sum liggur á køks­borðinum ella náttborðinum í mong­um heimum í landinum, og sum fólk bæði innan brøðra­sam­ kom­una og í øðrum samkomum hava verið ómetaliga glað fyri. Eisini kunnu vit nevna ferða­ manna­traktatina, sum hann skriv­ aði fyri 35 árum síðani. Ótroytti­ lga hava hann og onnur staðið úti á Molanum, táið hesi stási­ligu ferða­mannskipini hava lagt til bryggju, og tá fremmandu ferða­ fólk­ini eru komin í land, hava tey fingið eina av hesum snotiligu trakt­atum í hondina á sínum egna máli. Visjónin hjá Svenningi var, at traktatin skuldi prentast á fleiri málum, og til dags dato eru fleiri hundraðtúsund traktatir prent­aðar á øllum teimum norður­ lendsku tungumálunum og fleiri øðrum málum eisini. Eisini kunnu vit nevna út­gáv­ ur­nar: Hví vera ein trúgvandi? 1962. Trúarkappar 1 & 2 ávíkavist 1972 og 1974. Dópurin, 1982. Reis tey, ið falla, 1993. Dagsins orð, 1999 og bøkurnar 1 og 2 Tað hendi um­ borð. KONAN Svenning hevur havt ómetaligan stuðul í konu síni. Birgit og hann komu at kennast í 1958. Vaks Svenn­ing upp i ”miðbýnum” á Eiði, so gjørdi Birgit tað so sanniliga í Havn­ini. Dóttur til eigaran av hotel Hafnia, Christian Restorff, vaks hon upp í einum lívligum hotel­umhvørvi í hjartanum í høv­uðs­staðnum, eitt umhvørvi, sum var ósamanberiligt við tað, sum Eiðisdrongurin var vanur við. Men hóast hesar munir í upp­vøkstr­inum, so rann saman teirra millum. Tey giftust í 1964. Tey fingu tríggjar synir, Petur, Marner og Dan. Tað eru mong heim í Havnini, sum hava prísa Gudi fyri eina vitjan av Svenningi og Birgit, tá tað mangan hevur víst seg, at tey eru komin júst eina løtu, tá harðast leikaði á. HILDIN Í EBENEZER Við hesum orðum vil eg ynskja mín­um góða vini og sam­verka­ bróð­uri hjartaliga til lukku við teim­um áttati, og takka fyri nógvar góðar, minniríkar og gev­ andi løtur í meira enn 50 ár, sum eg eisini kann siga vegna mínar sam­ verka­brøður – nevndir, so kendir! Samstundis vilja vit boða frá, at dagurin verður hildin í Ebenezer sunnukvøldið 15. septemeber kl.18:00 við sangi og borðhaldi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Poul Jóhan Djurhuus Hvíldarheimið Naina 11. september 2019