Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 4. partur E vald var bæði framúr handverkari og hugsjónarmaður. Tað sást bæði, tá ið hann arbeiddi á smiðjuni Meka, og tá ið hann var ein av teimum, sum tók stig til at fáa trolararnar Vitan og Ólav Halga til bygdina. Hann átti eisini sín leiklut í søguni hjá Havsbrún, sum í dag er partur av størstu vinnufyritøku í landinum. Tað kann skoytast upp í, at Evald var ikki beinleiðis í kommunupolitikki, men hann var í mong ár val eftir val stillari á komm­unuvalum. Havsild og Havsbrún Tað var fyrst í 1960-unum, at fuglfirðingar settu á stovn felagið Havsild, sum skuldi seta á stovn eina fiskamjølsverkmiðju. Íblásturin til hesa ætlan var tann nýggja kraftblokkavinnan, sum merkti stórar nøgdir av sild, sum fóru til mjølframleiðslu. Tað vóru mest feløg og stovnar, sum settu pening í Havsild, eisini uttan fyri Fugla­ fjørð. Eg var við í nevndini í Handverk­ara­ felgnum, sum hevði um 50 limir. Vit settu kr. 15.000 í fyri at skaffa arbeiðspláss til bygdina. Hetta var seinni hækkað. Men tá er tað, at teir á Dagsbrún, Hvanna­sundsbrøðurnir og Esmar Fuglø, eisini sóu møguleikan í hesi vinnu. Teir høvdu selt trolaran Fiskanes og vildu seta tøka peningin í ætlaða virkið, sum harvið bleiv nógv størri enn ætlað. Hetta gjørdist Havsbrún. Henda verkætlan eydnaðist so mikið væl, at aðrir fingu áhuga fyri enn einum virki. Hetta var Føroya Fiskaídnaður við Birgiri Danielsen sum oddamanni. Eftir eitt sindur av togan endaði hetta við, at Føroya Fiskaídnaður keypti partin hjá Dagsbrún. Teir settu Andreas Lava Olsen til stjóra saman við Ditleif Eldevig. Havsbrún hevur seinni aftur skift eigara og er í dag partur av størsta virkinum í landinum, Bakkafrost. Ísur loysnin Upprunaliga framleiðslan hjá Havsbrún var lýsi og mjøl. Trupulleikin var, at tað var ikki nóg nógv hugsað um rávøruna. Ofta var hon ikki í góðum standi, tá ið hon varð landað, serliga tá túrarnir gjørdist ov lang­ ir. Hetta gjørdi, at minni fekst burtur úr, og prísurin var har eftir. Í mongum førum varð veiðan viðgjørd við formalin, sum í veruleikanum var eitur, sum kundi vera vandamikið, serliga fyri teir, ið landaðu. Andreas Lava Olsen, sum tá var stjóri, gjørdi av geva prís eftir góðsku fyri at eggja til at gjørt varð meira fyri fara betri um veiðuna. Fyri at fáa bestu góðskuna skuldi fiskurin ísast, so hvørt hann var veiddur. Men hetta kravdi eitt ísvirki, og Havsbrún bygdi eitt slíkt virki. Alt hetta bøtti beinanvegin um góðskuna og prísin til skip og manning, og tað slapst undan formalininum. Eg fór tá av Meka og á ísvirkið hjá Havs­ brún, og har var eg í 20 ár til 1996, tá ið eg fór frá fyri aldur. Har treivst eg væl, talan var um eitt gott arbeiðspláss. Eg var og vitjaði stjóran Andreas Lava Olsen, tá ið hann var hildin uppat og var blivin sjúkur. Hann doyði stutt eftir. Andreas tók til, hvussu nógv alt var broytt. Upp­runaliga skuldi hvørt virki framleiða ís, men seinni fingið skipini sjálvi køliútgerð um­borð, so tað bleiv óneyðugt við ísi. Hetta hev­ur lætt enn meira um arbeiðið umborð, har teir í dag nóg illa nerta við veiðuna frá tí, hon er veidd til hon er landað. Skyldkonan í Týsklandi hjálpti ofrum fyri nasistunum Aftaná kríggið var ein skyldkona hjá ver­móður, Jacobina, úr Kollafirði, á vitj­ an í Føroyum. Hon var systir Lisu, konu William Heinesen. Hon var gift við einum týskara. Hon fór niður aftaná 1. heimskríggj at læra til massøsu og kom at arbeiða í Suðurjútlandi. Har komu fleiri týskarar við krígsskaða at fáa viðgerð, og hon bleiv forlovað við einum teirra. Tey giftust og búsettust í Týsklandi. Hon fortaldi um, at aftaná fyrra kríggj høvdu pengarnir einki virði, og tí kundi einki keypast fyri teir. Hetta var við til skapa gróðrarbotn fyri nasismuna. So kom seinna kríggj, og tey komu at búgva mitt í rokanum. Tey búðu í einum for­staði í Kiel. Eina ferð fortaldi hon, at maðurin arbeiddi í eini konsentratiónslegu, og nú tað líður móti endanum á krígnum, kemur hann heim við eini gentu úr Eystureuropa. Hann orkaði ikki at lata hana eftir. Hon var illa fyri og í kloddum. Jacobina gjørdi ikki vandari enn at seyma henni ein kjóla úr týska flagginum, men tá var tað eisini virðisleyst. Hon mátti eisini fáa burturav tí lítlu skamtan, sum tey høvdu. Tað mátti ikki koma fram, at tey krógvaðu nakran. Hon var har í fleiri vikur, men eina ferð sigur gentan, at nú fór hon at leita sær vest­ureftir, har nógv flýggjaðu, og tey vistu ikki meir um hana. Hon fór avstað í hes­um sermerkta kjólanum. Jacobina og maðurin vóru als ikki nasist­ar, men har var ikki annað at gera enn at halda tað fyri seg sjálvan. Tey áttu tveir synir. Annar doyði í Frankaríki. Hann fór fyrst til Noregs sum hermaður, men tá ið teir sameindu gjørdu innrás i Normandínum í 1944, varð hann fluttur hagar og sást ikki aftur. Hin sonurin var við einum krígsskipi og hevði fingið eitt granat­splintrum í annað lærið. Hann kom heim, men mamman vildi ikki massera tað út, sum hon hevði kunnað, tí so kundi hann aftur verða sendur í tænasta við teimum avleiðingum, sum hetta kundi hava. Eftir krígslok fær Jacobina í boði frá systr­unum í Keypmannahavn at koma hagar. Maðurin segði: “Far tú bara, vit doyggja álíkavæl”. So vánalig var støð­an tá í Týsklandi. Hon fór í tokið til Keyp­ manna­havnar og var so hjá eini systur. Stutt eftir kom hon til Føroya, og tá var tað, at hon vitjaði vermóður í Fuglafirði. Tá ið hon vitjaði eina systur í Vági, fekk hon heilabløðing og doyði. Hon er grivin í Vági. Fekk eina góða konu Eg giftist við Jardtrud Larsen tann 22. nov­ ember 1952. Vit bæði komu saman í 1944. Tá vóru vit 16 og 17 ára gomul. So vit tóku okkum góða tíð at fyrireika okkum, áðrenn vit giftust. Pápi hennara var Olaf Jacob Larsen í Búrstovu á Eiði, vanliga nevndur Jakku í Búrstovu, føddur 24. aug. 1901, deyður í 1944. Mamman var Johanne Margrethe Lar­sen, fødd Johannesen, úr Gortru við Gjógv, vanliga nevnd Greta f. 10. aug. 1905 og d. 22.01 1985. Foreldrini búsettust á Eiði, tá tey giftust í januar 1927. Seinni fluttu tey til Oyrarbakka, har tey høvdu fingið sær eina trøð og bygt sær hús. Eisini búðu tey eitt skifti í Heiðunum, meðan pápin stóð fyri arbeiðinum upp á lendingina í Rituvík. Jardtrud fór á ungum árum til Havnar at tæna. Hon var millum annað hjá Ellu og Andrew Sloan. Á heysti í 1944 keypa foreldrini hús í Fuglafirði og flyta hagar. Tá skipið, pápin er við, ikki kemur aftur í aftur hetta sama heystið, samstundis sum mamman er komin til at eiga tað 9. barni, flytir Jardtrud til Fuglafjarðar at hjálpa mammu og systkjum. Tá er hon knapt 17 ár. Meðan hon er í Fuglafirði, fer hon í skraddaralæru hjá Mogens Petersen skraddara, men aftan á eina tíð flytur hon til Havnar aftur at halda fram í læruni hjá Oddvaldi Ørvarodd, har hon var avlærd sum skraddari og tilskerari í 1949. Eftir lokna lærutíð arbeiddi hon sum skraddari hjá Niklasi Ludvík í Havn Evald var við til eina kollvelting innan ídnaðarfiskveiðu, nevniliga tá ið farið varð frá kemisk evni til ísing av fiskinum SIÐSØGA Evald Johannesen: ÍSUR VAR LOYSNIN FYRI ÍDNAÐARFISKIN Evald til arbeiðis á Havsbrún