Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 25 Komandi partur Í komandi parti verður greitt nærri frá ættini hjá Jardtrud og um Verdandi. til á vári 1952, tá hon flutti norður aftur til Fuglafjarðar. Umframt arbeiði sum húsmóðir, har ein partur av arbeiðinum var at seyma upp á síni egnu, tókst Jardtrud eisini við at seyma fyri fólk. Hon undirvísti í seym­ ing og tilskering fyrst heima og so í kvøld­ skúl­anum í Fuglafirði í eini 25 ár. Hon fekk tað ummæli, at hon var ein ógvu­liga dámlig kvinna. Hon plagdi eisini at hjálpa til í Siloa til ymisk tiltøk ikki minst fyri tey ungu. Jardtrud gjørdist sjúk og doyði longu í 1998, 70 ára gomul. Tá var henda yrkingin í Dimma­lætting: Jardtrud og Evald fingu níggju børn. Tey eru Poula, f. 1953 Margaret,f. 1956 Elsebeth, f. 1959 Jákup Pauli, f.1961, Kristmar, f. 1962 Kristvør, f. 1966 Daysie, f. 1967 Petry f.1969 og Jónfríð, f. 1974. Abbabørnini eru 16 í tali, og fleiri langabbabørn eru eisini. Fuglafjørður slapp væl frá heimsbardaganum Annars slapp Fuglafjørður væl frá krígn­ um. Her varð eingin bumba slept. Eina ferð sá eg eitt flogfar tíðliga ein morgun. Tað fer beint um Borgina. Hetta var í 1942. Fleiri hernaðarlig skip høvdu ligið inni á Fuglafirði. Flogfarið byrjar at fara niður. Men nú eru eingi skip. Tey vóru farin út sama morgun. Annars hevði helst verið bumbað. Flogfarið fór í staðin út á Skálafjørðin. Tá varð skotið eftir tí. Í bókini Víkingasynum stendur bara ein fuglfirðingur at vera farin av krígsávum. Tað er verfaðir Olaf Jacob Larsen, sum fórst við Verdandi í 1944. Kokkurin fekk ring ánilsi Hetta má sigast at hava verið lagnunnar speisemi. Í bókini á Høgabóli greiðir Sverri Joen­ sen frá, at Jóhannes Sólheim hevði leingi verið kokkur við Verdandi, og hann skuldi eisini við hendan túrin. Tann morgunin teir skuldu fara avstað, kom Sólheim umborð við klæðsekkinum. Men komin niður í lugarið, fær hann eina óhugnaliga kenslu. Tað var, sum ein rødd segði við seg, at hann mátti ikki fara við. Kenslan bleiv so sterk, at hann fór til skiparan og segði, at hann kom ikki við. Eingin fataði hetta rættiliga, tí hetta líktist als ikki Sólheim. Hann var kendur sum ein álitismaður í allar mátar og sum ein maður, ið plagdi at halda sítt orð. Men her batti einki. Hann fór til hús aftur við klæðsekkinum. Skipið lá nú við ongum kokki, so teir máttu fáa ein nýggjan kokk sum skjótast. Símun, reiðarin, og Óli í Búrstovu, skiparin vóru aftur hjá Sólheim og tosaðu við hann, men hann var ikki til at vika. Tað eru ann­ ars aðrar frásagnir um, at menn hava havt óeydnu­lig ánilsi. Óli tosaði so við beiggja sín, Jakku, sum tá búði í Saltangará, um at koma við. Hann hevði ikki so góðan hug at fara, tí hann var í ferð við at flyta til Fuglafjarðar, har hann hevði keypt nýggj hús. Men fyri at hjálpa teim­um úr hesi støðu, játtaði hann og fór við. Og hann kom ikki aftur. Tað verður meira um hetta í komandi parti. Minningarorð um Jardtrud Johannesen, Fuglafirði f. 20. nov. 1927 d. 3. november 1998 Nú Jardtrud er farin, nógv afturá minnast øll pløgg, sum eru seymað og læru lagt í geyma, fyrst í egnum kjallarahøli tú stríddist, seinni í skúlan á víðari víddir. Móður hevur sagt frá tykkara ungdómstíð, tá tit báðar lærdu at seyma í Tórshavnar bý, nógv var at fara til í álvara og gaman, men síðan tá, funnu tit báðar saman. Seinni tú giftist, og børn tit tá fingu, ikki bert hesi í tykkara heim gingu, tit ikki undan umsorgan vildu snúgva, men onnur undir taki hjá tykkum mundu búgva. Tú, sum hjálp í okkara heimi mundi vera, tá móðir meg í heim skuldi bera, tá eg so ein rundan dag skuldi halda, tú hevði spurt, nær tað skuldi standa. Tú so smílandi inn um gátt mundi trína, tí tú mær heiður á degi vildi sýna, ei vit grunaðu tá, at so skjótt skuldi ganga, til hervilig sjúka á tær mundi fanga. Skarin so stórur til jarðarferð var, mintust mong Jardtrud hjá Einkjuni har, tómligt er plássið, ei hendur meir skapa, men harðast tey nærmastu sorgin man raka. Sum sonurin segði í salinum inni: “Vit syrgja, men ikki við ongari vón í sinni.” Jardtrud er hjá Honum, sum øllum valdar, mót Honum hon tók á ungum aldri. Nú Harrin má hjálpa og lætta ta sorg, Evald og børnini øll við húski í borg. Harrin styrki familju bæði lítil og stór. Ærað veri minni um Jardtrud sum fór. Evald og Jardtrud við børnunum. Aftan f.v.: Petry, Poula, Kristmar, Jákup Pauli, Margaret og Daysie Framman f.v.: Kristvør, Evald, Jónfríð, Jardtrud og Elsebeth Havsbrún, har Evald kom at virka í mong ár. Evald er komin í Siloa stórt sæð alla sína tíð. Hann hevur eisini givið íkast til søguna um samkomuna. Sigrun