Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 29 JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE – VIÐ LØKIN, RUNAVÍK T að var sannur steypa­ hýr­ur við Løk­in í Runa­ vík miku­kvøldið. U15 dreingirnir hjá Víkingi og KÍ spældu steypafinalu, sum er framskundað, tí fleiri av spælarunum skulu av landinum, tá stóra finaluvikuskiftið er hjá Fótbóltssambandinum. Liðini bæði løgdu nógv fyri, og áskoðararnir vóru nógvir og stuðlaðu sínum liðum soleiðis, sum tað eigur at verða gjørt, tá ið talan er um steypafinalu – mælskir og klæddir í KÍ og Vík­ inga­litirnar og við fløggum og trummum. KÍ vann 4-2 eftir umdyst. Vanliga leiktíðin í hesi deildini er tvær ferðir 35 minuttir. Tá ið tað resaðu tveir minuttir var KÍ frammanfyri 2-0. Dómarin legði tveir minuttir aftrat, og síðstu fýra minuttirnar skoraði Vík­ ingur tvey mál. So var neyðugt við longd­ ari leiktíð – tvær ferðir tíggju minuttir – og tá vóru klaks­vík­ ing­ar teir drúgvaru. Vandamiklir deyðbóltar Bæði málini hjá KÍ í vanligu leik­ tíðini vórðu skorað eftir horna­ spark. Í báðum førum var tað liðformaðurin, Jákup Vil­helm­ sen, sum skoraði. Tað fyrra, tá ið eitt korter var farið og tað sein­na, tá ið seinni hálvleikur var ellivu minuttir gamal. Tey bæði málini hjá Víkingi, sum vóru skorað fram ímóti dystar­enda, komu eisini eftir deyð­bóltar. Tað fyrra syrgdi Ólavur Jákupson Poulsen fyri við fínum stútara eftir fríspark, og tað seinna skoraði Sigmund Han­sen eftir horna og eitt sindur av aftur og fram. KÍ omaná í longdu leiktíðini Í longdu leiktíðini legði Tóki á Lógv beinanvegin KÍ framum 3-2, tá ið hann hegnisliga við høvdi­num og eftir framlegging úr vinstru við frísparki snittaði bóltin uppum málverjan og í hand­ara síðunetið. Fram ímóti dystar­enda staðfesti Silas Gaard 4-2 sigurin, tá ið hann eftir upp­ spæl í høgru og afturlegging smekk­aði bóltin eitt sindur úr høgru og í handara síðunetið. Afturgangandi fyri dystin vóru deyðbóltarnir, sum vóru høvðus­keldan til málmøguleikar. KÍ hevði munin á kropsligu styrk­ini, meðan Víkingarnir, ið høvdu nakar U13 spælarar við, mundu hava munin á tí tekn­iska. Aftaná dystin varð lið­skiparin hjá Víkingi, Jákup Andrias Thomsen, valdur til dag­sins spælara. SOSIALURIN@SOSIALURIN.FO ÍTRÓTTUR Tað var neyðugt við umdysti, áðrenn klaksvíkingar bastu víkingunum og høvdu steypið við sær norður til Klaksvíkar. KÍ vann 4-2 eftir umdyst KÍ STEYPAVINNARI EFTIR DRAMATISKA STEYPA­FINALU Steypavinnararnir í U-15 kappingini eru hesir: Kári Müller, Dánial Højgaard, Jákup Vilhelmsen, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen, Tummas á Lakjuni, Dávid Biskopstø Andreasen, Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti, Silas Gaard, Tóki á Lógv, Benjamin Vilhelmsen, Silas Jacobsen, Ári Jógvansson, Rókur Josephsen, Kjartan Jacobsen og Poul Jacob Christiansen U15 dreingir steypafinalan: KÍ – Víkingur 2-2 (1- 0) 4-2 longt leiktíð 1-0 Jákup Vilhelmsen 2-0 Jákup Vilhelmsen 2.1 Ólavur Jákupson Poulsen 2.2 Sigmund Hansen 3-2 Tóki á Lógv 4-2 Silas Gaard U15 dreingir: MYND: KÍ.FO MYNDIR: ANDRI GERÐISÁ