Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 30 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE T að verður nógvur vind­ur um vikuskiftið og tað ávirkar fót­bólt­ um­farið. Upprunaliga skulu dystirnir í 22. umfari í Betri deildini hjá monnum verða um vikuskiftið. Tveir leygardagin og tríggir sunnudagin. Veður­ for­søgnin leggur upp til, at tað verður nógvur vindur, men fyri­ bils bíðar kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum við at taka eina avgerð. Fleiri feløg eru í holt við at flyta sínar dystir, með­an Kapp­ingarnevndin hjá Fót­ bólts­sambandinum umhugsar at flyta alt umfarið sum tað er. Sosialurin hevur verið í samband við fleiri feløg og for­ mannin í kappingarnevndini, Róin Schrøter. ÍF hevur eitt uppskot um at flyta dystin móti EB/Streymi til mánakvøldið, meðan KÍ ynskir at flyta dystin móti TB, sum skal verða leygardagin. Her er avbjóðingin, at mótstøðuliðið skal ferðast langt og at KÍ hevur avgerandi dyst í FM-stríðnum móti NSÍ mikukvøldið í komandi viku. -Ongin avgerð verður tikin beint nú. Vit royna at lurta eftir teimum, sum hava heimavølli og teimum lokalu á staðnum. Tað er møguligt, at alt umfarið verður flutt, men tað er bara um tíðindini eru tey somu úr øllum støðum. Tað er eisini avgerandi, at tað ikki órógvar innanhýsis kapp­ingarnar. ÍF og EB/Streym­ ur kappast innanhýsis. Um tey velja at spæla mánakvøldið, so vænti eg at tað ber til. Tá er eitt sindur øðrvísi við KÍ og NSÍ, sigur formaðurin í kapp­ ingarnevndini. Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur at tað verður ikki spælandi í Klaksvík leygardagin klokkan 17. Fyribils uppskotið sigur, at dysturin verður sunnu­ kvøldið klokkan 19, men hetta ávirk­ar fyrireikingarnar til dyst­in móti NSÍ mikukvøldið. Úr Runa­vík verður sagt, at talan er um góða ætt við Løkin. Tí verður vænt­andi spælt leygarkvøldið klokkan 19. Fyribils er greitt, at KÍ ikki spæl­ir leygardagin klokkan 17, með­an NSÍ-B36 helst verður spæld­ur leygarkvøldið. ÍF og EB/Streymur spæla helst mána­kvøldið, meðan ógreitt er hvussu verður við HB-Skála og Vík­ingur-AB. KÍ-TB Leygardagin klokkan 17 (Verður fluttur) DÓMARI: PETUR REINERT Heimaliðið er favorittur at vinna hendan dystin. Bæði um hann verður spældur leygardagin, sunnu­dagin ella eina ferð seinni. KÍ hevur Deni Pavlovic aftur í mið­verjuni. Hann hevur sitið yvir í seks dystir, eftir at hann stút­aði eftir Ken Fagerberg í dysti móti júst TB. Nú er líkt til, at Deni Pavlovic aftur skal dystast við Ken Fager­berg, sum væntandi spælir tað hann klárar. Ken Fagerberg hevur trupulleikar við knænum og einum vøddaskaða. TB á heimavølli og TB á útivølli eru ikki heilt sama lið. Tað sæast best við at hyggja eftir úrslitunum millum hesi bæði liðini í ár. Í 7. umfari vinnur KÍ heili 7-0 í Klaksvík, men í 14. umfari vinnur TB 1-0 í Trongisvági. KÍ er í harðari kapping við NSÍ og B36 um FM-heitið, men tað kann tleja niður at týdningarmiklir spælarar sum Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen hava verið í landsliðsørindum og spælt nógv. SOSIALURIN TIPPAR 3-1 NSÍ-B36 (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 19 DÓMARI: ALEX TROLEIS Hetta er stóri dysturin í hesum umfarinum. NSÍ og B36 dystast um FM-heitið saman við KÍ. Heimaliðið hevur avbjóðingar, tí Klæmint A. Olsen er ein av fleiri landsliðsspælarunum, ið hava fingið mateitran á lands­ liðs­túrinum í Spania. Áleyp­ar­ in setur føroyskst lands­kapp­ ingar­met við hvørjum máli hann skorar, ognæstu ferð hann skorar setur hann met sum mest skor­andi upp á eitt kappingarár. Tað er ein stórur saknur fyri NSÍ, um Klæmint A. Olsen ikki spælir leygarkvøldið. Annars hevur NSÍ allar mans tøkar uttan Pætur Hentze. B36 verður uttan sín áleypara. Brian Jakobsen fekk gul kort í dystinum móti barn­dóms­ felagnum, Skála. Hann situr tí uttanfyri í Runavík. Annars er skaðalistin hjá B36 minkaður so nógv, at nú eru bara tveir langtíðarskaðar, ið órógva. B36 prógvaði í Klaksvík, tá teir vunnu 2-0 í ringum veðri, at liðið eisini dugur væl at verja. Hartil eru fleiri kort á bonkinum, sum kunnu broyta dystir. Hóast B36 er á útivølli, so kundi tað sæð út til at tað passar árstalsfelagnum væl. Ein avbjóðing er, at spælarar sum Bjarni Petersen, Hannes Agnarsson, Magnus H. Jacobsen og Stefan Radosavljevic hava verið við U21 landsliðnum, sum hevur ferðast langt og tapt stórt. Tá hevur NSÍ bara Petur Knudsen í U21 landsliðshópinum – og hann spælir bara hálva tíð. Ta ð e r u nógvar óvissur um hendan dystin, so tað er torført at taka dagar millum liðini. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 HB-Skála (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: PATRIC ANDERSEN (DANMARK) KÍ sendi HB úr FM-stríðnum í farna umfari. Málið er nú at vinna kappingina um Løg­mans­ steypið og halda so fast í møgu­ leikanum at fáa pláss í Evropa, um tað skuldi gingið galið í steypafinaluni um eina viku. Heimaliðið er uttan tríggjar týðandi spælarar. Hørður Askham fekk ein knæskaða í seinastu minuttunum í debut-landsdystinum móti Svøríki. Hann er til kanningar í Danmark í løtuni, men væntandi Ikki við: Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Jobin Drangastein (pína), Høður Tórsson (økslin) Við aftur: Hans Jákup Annfinsson (burturstaddur) Ikki við: Brian Jakobsen (Leikbann), Erlendur Magnusson (Krossband), Róaldur Jakobsen (Fótlið) Ivasamur: Símun Rógvi Hansen Ikki við: Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fótur, langtíðarskaddur) Ikki við: Hørður Askham (knæið, óvist), Magnus Egilsson (leikbann, 4 gul), Adrian Justinussen (leikbann, 4 gul) Ikki við: Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Við aftur: Gundur Petersen (beklað), Høgni Zachariassen, Jóhan Petersen LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR Upptakt 22. umfar: Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum umhugsar at flyta alt umfari, tí verðurforsøgnin boðar frá nógvum vindi. Tá blaðið verður prentað er ongin endalig avgerð tikin VEÐURFORSØGNIN ÓRÓGVAR FÓTBÓLTIN UM VIKUSKIFTIÐ ÍF