Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 105 31 spælir hann ikki nógv afturat í hesum kappingarárinum. Adrian Justinussen og Magnus Egilsson, sum byrja at kalla hvørja ferð, hava leikbann. Avloysarnir, Daniel Johansen og Pætur Petersen, hava báðir verið á ferð og í dysti fyri U21- landsliðið. Tí er hetta eitt viknað HB-lið, sum tekur móti Skála. Gestir­ nir eru í ongamannalandi á stiga­talvuni, men teir hava bjóða teimum stóru av. Skála fekk stig í Klaksvík, og vóru um reppið at vinna gera tað sama í grannauppgerðini móti Skála og móti B36 undan lands­ liðssteðginum. Eins og HB, so hevur Skála havt spælarar við á U21-lands­ liðnum. Ari Olsen og Janus S. Samuelsen byrjaðu báðir inni báðar dystirnar. Tað kemur illa við, at Jákup Johansen hevur leikbann og at Pætur Dam Jacobsen er ivasamur. Tað verður helst lítil munur millum liðini sunnudagin, men HB tykist tola skaðar, landsliðsferðir og leikbann eitt vet betri enn Skála. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 Víkingur-AB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Hetta er ein uppgerð, sum kann verða ring at avlesa. Víkingur skal spæla steypafinalu um eina viku, og gongdin seinastu dyst­ irnar bendir á, at tað er einasti møguleikin at koma í Evropa. Sølvi Vatnhamar og Heðin Hansen hava leikbann, meðan Atli Gregersen er ein av landsliðsspælarunum, sum er raktur av mateitran. Filip Djordjevic hevur verið burtur­ staddur í eina tíð, men við frá­ fallinum byrjar hann helst inni. Gestirnir av Argjum hava slitið seg leysar botnstríðnum. Sigurin í Trongisvági undan landsliðssteðginum var teimum góður, og ein staðfestin av at Sorin Anghel hevur fingið takið á AB-liðnum. Her eru avgjørt møguleikar fyri at gestirnir órógva vík­ ing­ar­nar, ið hvødki ætla sær skaðar ella útvísingar undan steypafinaluni. SOSIALURIN TIPPAR 2-2 ÍF-EB/Streymur Sunnudagin klokkan 15 (Helst fluttur til mánakvøldið) DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Hetta er ársins botnbrak. Fugl­ firðingar hava eitt til tvey skot í byrsuni. Hetta er óvia besta skotið, tí mótstøðan er EB/ Streymur, ið liggur á 9. plássi við teimum stigum fleiri enn ÍF. Heimaliðið hevur eitt sindur av liðgongd í løtuni. Seinastu tveir dystirnar hava givið boð um, at ÍF er í holt við at koma við einum mótsvarið. Liðið fekk javn­leik móti TB og var tvær ferðir á odda móti Víkingi, men tapti 3-2 í farna umfari. Fleiri spælarar eru eisini tøkir aftur. Har í millum Høgni Zachariassen, Jóhan Petersen og Gundur Petersen. Tað sær eisini betri út hjá EB/ Streymi, har Arnbjørn Han­sen ikki er ivasamur fyri kanska fyrstu ferð í ár. EB/Streym­ur hevur ikki fingið stig síðani á ólavsøku, tá teir fingu brots­ spark í yvirtíðini. Tó fáa botn­ lið­ini so fá stig, at ein sigur telur nógv. Hetta er dysturin, sum hevur at avgera um tað verður eitt veru­ligt botnstríð ella ei. Vinna gest­irnir verður ilt at síggja ÍF koma undan aftur. Tá verður vónin í Fuglafirði at einki lið flytur upp. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 Ikki við: Óli Eyðsteinsson Poulsen (langtíðarskaddur) Við aftur: Deni Pavlovic (eftir langt leikbann) Ikki við: Pætur Hentze (fótskaði, langtíðarskaddur) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, óvist), Jákup Johansen (leikbann) Ivasamur: Pætur Dam Jacobsen (knæið) Ikki við: Ragnar Tausen (burturstaddur), Regin í Lágabø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Ivasamur: Ken Fagerberg (vøddaskaði) Við aftur: Ivan Ivanovic (fótskaði) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Heðin Hansen (leikbann, 4 gul), Sølvi Vatnhamar (leikbann, 4 gul) Ivasamur: Jákup Vatnhamar Olsen (vøddaskaði) Við aftur: Atli Gregersen (leikbann, 4 gul), Filip Djordjevic (burturstaddur) TB KÍ Betri deildin menn støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. B36 21 16 2 3 36-16 (+20) 50 2. NSÍ 20 15 3 2 54-20 (+34) 48 3. KÍ 20 14 3 3 44-16 (+28) 45 4. HB 21 12 5 4 52-22 (+30) 41 5. Víkingur 21 13 2 6 44-30 (+14) 41 6. SKÁLA 21 8 1 12 23-26 (-3) 25 7. TB 21 5 4 12 17-38 (-21) 19 8. AB 21 4 2 15 22-54 (-32) 14 9. EB/Streymur 21 2 3 16 18-49 (-31) 9 10. ÍF 21 1 3 17 17-56 (-39) 6 Betri deildin menn 22. umfar: LEYGARDAGIN: KÍ-TB (17.00) VERÐUR HELST FLUTTUR VEGNA VEÐUR NSÍ-B36 (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 SUNNUDAGIN: HB-SKÁLA (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 VÍKINGUR-AB (15.00) ÍF-EB/STREYMUR (15.00) VERÐUR HELST MÁNAKVØLDIÐ KL 17.30 Fimm spennandi dystir Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 22. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: KÍ-TB 1 NSÍ-B36 2 HB-SKÁLA 1 VÍKINGUR-AB 1 ÍF-EB/STREYMUR 1 JÁKUP ÓSÁ: KÍ-TB 1 NSÍ-B36 2 HB-SKÁLA 1 VÍKINGUR-AB 2 ÍF-EB/STREYMUR 1 TRÓNDUR ARGE: KÍ-TB 1 NSÍ-B36 2 HB-SKÁLA 1 VÍKINGUR-AB X ÍF-EB/STREYMUR X STIGATALVAN: 1. LEIVUR FREDERIKSEN 69 STIG 2. JÁKUP ÓSÁ 66 STIG 3. TRÓNDUR ARGE 66 STIG