mánadagur 16. september 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjálvt um tað kanska kostar yvir
200 milliónir krónur, so lovaði
Jørgen Niclasen fleiri ferðir í val
stríðnum, at Samhaldsfasti verður
skattafríur á nýggjárinum, um
Fólkaflokkurin kemur til valdið.
Somuleiðis skuldi trupulleikin
við gongd í haga loysast upp á
tríggjar mánaðair, og lesandi und
ir 18 ár skulu fáa lestrarstuðul, sum
Jørgen Niclasen sjálvur var við at
taka burtur í fullveldissamgonguni
í 1999.
Nú hevur Fólkaflokkurin valdið.
Og Jørgen Niclasen situr á lands
kassanum. Men longu tá samgong
uskjalið á sjálvum 14. september
varð undirskrivað, hevði pípan hjá
Jørgen Niclasen fingið annað ljóð.
Ikki eitt orð um, at útgjaldið úr
Samhaldsfasta skal vera skattafrítt.
Nú eitur tað, at ein »aldurstrygdar
grunnur skal setast á stovn, har har
allar almannapensjónir verða út
goldnar við eini skattafríari grund
arupphædd og eini skattskyldugari
viðbót«.
Tað hevði eisini verið at spælt
høgt spæl, um samgongan gjørdi
hetta vallyftið hjá Fólkaflokkinum
til veruleika. Fyri tað fyrsta skal
fígging fáast til vega. Fyri tað næsta
tosar Fólkaflokkurin ímóti betri
vitan. Tað vóru Fólkaflokkurin
og Javnaðarflokkurin sum settu
Samhaldsfasta á stovn. Hann kom
í samgonguskjalið millum flokkar
nar í 1991.
Og tað var so avgjørt ikki nakar
feilur, at inngjaldið varð goldið av
skattaðum pengum. Tí talan var
um eina trygging, so sum formaður
Fólkafloksins, Jógvan Sundstein,
sum tá var fíggjarmálaráðharri,
eisini førdi fram, so verða allar
tryggingar goldnar av skattaðum
pengum.
Meira tú tjenar, meira rindar tú
í tryggingargjaldi – fólk gjalda inn
eftir førimuni, men øll fáa sama út
gjald.
Tað hevði tí verið sosialt sera
órættvíst, at til dømis pensjóner
aðu løgmenninir og løgtingsfor
menninir sum fáa 40.000 krónur
í politikarapensjón, skuldu fingð
2.000 krónur í skattalætta, sum teir
slett ikki hava brúk fyri. Rættari er
at geva pensjónistum lætta, sum
veruliga hava tørv á lætta.
Nú fáa vit at síggja, hvussu
leikur fer. Gamalt er, at ein nýggj
stjórn fær 100 dagar at royna seg.
100 dagar hjá hesi samgonguni er
fram til jóla.
Vit ynskja nýggju samgongu og
nýggja Løgtingi góðan byr!
Lyftið var, at Samhaldsfasti
er skattafríur á nýggjárinum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Søgan
endurtek
ur seg
TÍÐINDI SÍÐA 9
Slaktið
gekk nógv
betur enn
væntað
Men Petur Mohr
Dam var hálvur
vestmenningur
Tá løgtingið leygardagin
valdi Bárð Nielsen til løg
mann, var tað fyrstu ferð,
at ein løgmaður úr Vest
manna varð valdur, og at
ein løgmaður er búsitandi
í Norðurstreymoy.
Listin niðanfyri vísir tey
14 fólkini, sum hava verið
løgmenn í Føroyum:
2019-: Bárður á Steig
Nielsen (14), Vestmanna
2015-19: Aksel V. Jo
hannesen (13), ættaður úr
Klaksvík, búsitandi í Hoy
vík.
2008-15: Kaj Leo Holm
Johannesen (12), Tórshavn
2004-08 Jóannes Eides
gaard (11), Tvøroyri.
1998-04: Anfinn Kalls
berg (10), ættaður úr Klaks
vík, búsitandi á Viðareiði
1994-98: Edmund Joen
sen (9), ættaður av Oyri,
búsitandi á Oyrarbakka.
1993-94: Marita Peter
sen (8), ættað úr Vági, bú
sitandi í Havn.
1989 - 91 Jógvan Sund
stein (7), Tórshavn
1981-85: Pauli Ellefsen
(6), ættaður úr Miðvági,
búsitandi í Hoyvík
1970-81, 1985-89 og 1991-
93: Atli P. Dam (4), ættað
ur av Tvøroyri, búsitandi í
Havn.
1963 - 67 Hákun Djur
huus (4), ættaður úr Skúgv
oy, búsitandi í Klaksvík,
seinni í Tórshavn.
1959-63 og 1967-68: Petur
Mohr Dam (3), ættaður úr
Skopun, búsitandi á Tvør
oyri.
1950-59 og 1968-70 Krist
ian Djurhuus (2), ættaður
úr Tórshavn, búsitandi á
Tvøroyri
1948-50 Andrass Samu
elsen (1), ættaður úr Hal
dórsvík, búsitandi í Fugla
firði.
Bárður fyrsti løg
maður úr Vestmanna
OSMUND JUSTINUSSEN
KJAK SÍÐA 10
VAR SAMHALDSFASTI LYFTISBROT?
Ein beinleiðis av
leiðing av at Kaj Leo
og Bárður eru farnir
í landsstýrið er, at
millum annað HB og
BR leikur skulu hava
nýggjar formenn
Tá tú verður valdur í lands
stýrið mást tú siga øll onnur
størv og álitisstørv frá tær.
Ein avleiðing av, at Kaj
Leo Holm Johanesen verður
landsstýrismaður er, at HB
helst má finna sær nýggjan
formann. Og beinleiðis av
leiðingin av, at Bárður Niel
sen er vorðin løgmaður er,
at BR má finna sær nýggjan
nevndarformann.
Bárður Nielsen er stjóri,
nevndarformaður og nevnd
arlimur í fleiri feløgum í Ják
up á Dul samtakinum. Hann
er stjóri í P/F Stórutjørn, sum
hevði stjórar ætlanir í Hoy
víkshaganum á sinni – og
sum í 2007 fingu Bárð Nielsen
at siga politikkinum farvæl.
Hann er nevndarformað
ur í BR-leikum, eins og hann
eisini er nevndarformaður í
Sp/f Kvetti, P/f Skemmuni,
og nevndarlimur í P/f Jákup
á Dul.
Av landsstýrisfólkunum
annars er tað bara Jørgen
Niclasen, sum sæst í parta
felagsskráum. Hann er stjóri
í Sp/f Handilsvirkinum Nicl
asen í Sørvági, og tað starvið
skal hann eisini leggja frá
sær. Hini bæði landsstýris
fólkini hjá Fólkaflokkinum
eru bæði í alemnnum donsk
um tænastumannastørvum
sum løgreglufólk, sum tey
eisini mugu leggja frá sær,
eins og Jenis av Rana gevst
sum kommunulækni í Havn,
so leingi hann er landsstýris
maður.
HB og BR mugu hava
nýggjan formann
Bárður Nielsen, løgmaður, og landsstýrismenninir Jørgen
Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen og hini landsstýris
fólkini, mugu leggja øll størv og álitisstørv frá sær