mánadagur 16. september 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
Fiskiskapurin eftir
upsa roynist ikki
Vilmund Jacobsen
Hóast veðurútlitini vóru
vánalig leygardagin, gekk
Slaktið, sum skipað varð
fyri í Tórsgøtu í Havn,
nógv betri enn væntað.
Bogi Andreassen sigur,
at
dagurin
eydnaðist
serstakliga væl, og her
var ein rúgva av fólki.
- Eins og hini árini, tá
skipað hevur verið fyri
Slaktinum, var fult av
fólki í Tórsgøtu, og hetta
gjørdist enn einaferð ein
rættiligur familjudagur.
Hann sigur, at tey
fingu onkrar avlýsingar
frá fólki, sum høvdu
ætlað sær at verið við, tí
veðrið var so ringt, men
samanumtikið eydnaðist
dagurin
framúr,
og
hýrurin á fólki var góður.
- Tað var ein stórur
fyrimunur, at alt var
undir taki ein slíkan dag.
Men, fyri at binda um
heilan fingur, tá vindurin
var mestur, lukkaðu vit
tað stóra tjaldið niður, tá
klokkan var farin av 15.
Tey smærru tjøldini vóru
tó opin, til tiltakið varð
liðugt klokkan 16.
Bogi
Andreassen
sigur,
at
endamálið
við
Slaktinum
er
at
vísa á alt tað tilfeingi,
vit
eiga
í
føroyska
landbúnaðinum, og tað
er ikki lítið, tá alt verður
savnað á einum staði.
- Hæddarpunktið er,
tá kúgvin verður flett, og
hetta tiltak savnar altíð
nógv fólk, foreldur og
børn, og soleiðis var eisini
hesaferð, sigur hann.
Eitt
nýtt
tiltak
á
Slaktinum hesaferð var
grillaði tarvkálvurin, sum
lá á grilluni í 20 tímar.
Kroppurin
vigaði
222
kilo, og tað vóru Sigurd
Lamhauge og Tummas
Pauli
av
Reyni,
sum
skipaðu fyri.
- Her var nógv kjøt, og
her fingu øll ein góðan
bita.
Hetta
eydnaðist
so væl, at tað verður
gjørt aftur, sigur Bogi
Andreassen, ið fegnast
um ta stóru undirtøku,
sum tiltakið í Tórsgøtu
fekk, tó at veðurgudarnir
ikki vóru serliga blíðir
henda dagin.
UNGDÓMUR: Ungdómshúsið
í Sørvági letur nú upp aftur
og fyrsta kvøldið, opið
verður aftur, er í kvøld.
Húsið er opið fyri ungum úr
4. flokki og upp til og við 18
ára aldur – sí www.sorvag.fo
Erla er
ársins
borgari
Vilmund Jacobsen
Á Vestmannadøgum,
sum vóru í síðstu viku,
vóru nógv ymisk tiltøk.
Eitt av tiltøkunum
var, at Vestmanna
bygdarráð fyri fimtu
ferð heiðraði ein
borgara, sum hevur
gjørt okkurt munagott
bygdini at frama.
Heiðurin kann latast fyri
eina einstaka serligari
hending ella við at hava
arbeitt fyri einari søk
til frama fyri bygdina
yvir eina longri tíð.
Seinasta leygarmorgun
varð so heiðurin latin,
og hetta varð í samband
við, at Vestmanna
kommuna bjóðaði øllum
til felags morgunmat
í ítróttarhøllini.
Átakið við Ársins heiðuri
er skipað soleiðis, at
tað eru borgararnir
sjálvir, sum lata inn
uppskot til bygdarráðið
at velja ímillum.
Og valið hesaferð fall
á Erlu Olsen (eldru),
sum nú kann rópa
seg Ársins borgari í
Vestmanna 2019.
Í grundgevingunum
fyri at lata henni
heiðurin, verður sagt,
at Erla Olsen er ein góð
fyrimynd, og saman
við øðrum hevur hon í
drúgt áramál tikið sær
av teimum smáu í VÍF.
- Erla er altíð til reiðar
við undirhaldi, tá tørvur
er á tí til veitslur og
annað, og uttan slit
hevur hon í meira enn
43 ár stjórnað einum
lokalum kóri, eins
og hon hevur verið
við til at stovnseta
eitt annað kór, sum
enn er í bygdini.
Lagt verður aftrat,
at Erla Olsen í meira
enn 40 ár hevur
sitið við urguna í
Vestmanna kirkju.
- Øll fingu ein bita av grillaða tarvkálvinum, og
hetta verður gjørt aftur, sigur Bogi Andreassen
Slaktið gekk nógv
betri enn væntað
Peter Lund
Madsen, sum er
kendur danskur
lækni og serlækni
innan psykiatri, fer
at halda fyrilestur á
Vinnudegnum, har
hann fer at røða um,
hvussu ótrúligur
mannaheilin er.
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarapør eru
til fiskiskap. Øll pørini
fiska upsa, men fiski
skapurin
er
smáligur.
Skipini
koma
inn
at
landa, sum henda vikan
gongur.
Fríggjadagin vóru bara
tveir djúpvatnstrolarar
til fiskiskap. Annar kem
ur helst inn at landa
fyrst í hesi vikuni, og hin
landar seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði Før
oya vistu tey at siga, at
allir teir smáu trolbát
arnir liggja við bryggju,
men teir fara út aftur, nú
veðrið er batnað.
- Landleiðin er liðug, so
nú fara trolbátarnir helst
at fiska tosk og hýsu - og
so nakað av flatfiski.
Fríggjadagin vóru trý
garnaskip til fiskiskap
eftir svartkalva, og hesi
skipini ísa øll fiskin um
borð.
Garnafiskiskapurin
eftir svartkalva er smá
ligur.
-
Tvey
garnaskip
fiska
eisini
havtasku.
Annað
skipið
frystir
fiskin umborð - og hitt
ísar, leggja tey á Fiska
marknaði Føroya aftrat.
Teir smáu trolbátarnir eru nú
lidnir á landleiðini og fara
nú at fiska tosk og hýsu