mánadagur 16. september 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Tað hevur ligið í kort
unum
síðani
valið
31.august, at formaðurin
í
Sambandsflokkinum
fór at enda sum løgmað
ur, bleiv tað ein borgarlig
samgonga millum Fólka
flokkin, Sambandsflokk
in og Miðflokkin.
Leygardagin var tað so
staðfest, at nú eitur Før
oya løgmaður Bárður á
Steeig Nielsen.
Hann er fyrsti løg
maður, sum býr í Vest
manna og hann er fyrsti
løgmaðurin
úr
Norð
streymoy.
Tá ið tingformaðurin
eftir valið gav vestmenn
inginum ábyrgdina at
leiða
samráðingarnar
um nýggja samgongu,
fór hann beinanvegin til
hinar báðar borgarligu
flokkarnar, sum saman
við Sambandsflokkinum
myndaðu andstøðuna í
farna valskeið.
Og hóast so nógv stóð
á, at hann mátti á fund
við
gomlu
samgongu
leiðararnar
a
Gamla
Apoteki, so kom borgar
liga samgongan í lag og
Bárður Nielsen var leyg
ardagin valdur til løg
mann.
Fimm ferðir
valdur á ting
Bárður á Steig Nielsen
hevur altíð havt áhuga
fyri politikki og sam
felagsviðurskiftum, sum
heild.
Tað gjørdi, at nú 47
ára
gamli
løgmaðurin
longu í 1998 stillaði upp
til løgtingsvalið. Síðani
tá hevur hann stillað upp
fimm ferðir og er valdur
hvørja ferð.
Sum
31
ára
gamal
bleiv hann formaður í
fíggjarnevndini og sein
ni tók hann við sum
landsstýrismaður
við
fíggjarmálum. Tað starv
ið røkti hann frá 2004 til
2007, tá ið hann fór úr
politikki.
-Tað var á ongan hátt
tí eg hevðihugsað um at
fara úr politikki, men eg
fekk boðið eitt starv, sum
eg ikkihelt eg kundi siga
nei til, sigur nýggi løg
maður.
Bárður Nielsen gjørd
ist stjóri í Stórutjørn –
ein fyritøka, sum hevði
ætlanir um at byggja
ein heilt nýggjan býling
í Havn. Ætlanin bleiv
ongantíð til nakað, tí ein
fíggjarkreppa legði fót
fyri ætlanina.
-Eg helt í veruleika
num, at eg var givin í
politikki, men tá ið so
val var aftur, so vaknaði
tað, sum vit ofta kalla
politiska basillan í mær
og eg var aftur gripin
av politikkinum, sigur
Bárður á Steig Nielsen.
Nýggjur formaður
Í sjey ár sat formaðurin í
Sambandsflokkinum, Kaj
Leo Holm Johannesen,
sum løgmaður, men tá
ið tann tíðin var at enda
komin valdi flokkurin
Bárð Nielsen til nýggjan
formann.
Í allari sínari tíð sum
politikkari – burtursæð
í tíðini, sum landsstýris
maður – hevur nýggi
landsstýrismaðurin
ar
beitt annað eisini.
Hann
er
útbugvin
grannskoðari og hevur
lært hjá Ramussen og
Weihe. Hann var stjóri
í Stórutjørn og hann
hevur verið fíggjarleiðari
á Vodafone og Hey!
Hendurnar eru eisini
skrívaðar rætt á og hann
hevur fingist við nógv
handaligt arbeiði.
-Ja, eg arbeiddi í fleiri
ár við at stoypa og smíða,
men eg havi eisini veirð
til skips í eitt hálvt ár –
bæði við nót, troli og línu,
sigur ein smílandi løg
maður.
Í
Vestmanna
og
í
ítróttarheiminum í Før
oyum er nýggi løgmað
urin eisini væl kendur.
Hann stóð í nógv ár í
mál hjá VÍF í hondbólti
og hann hevur nógv FM-
heitir heima.
-Fleiri vunnu vit í
yngru deildunum, men eg
havi eisini fleiri úr bestu
deildini, sigur nýggi løg
maðurin.
Men tað er ikki bert
í hondbólti han hevur
gjørt seg galdandi. Hann
hevur eisini í fleiri ár
verið partur av manning
ini á 10-mannafarinum
Vestmenningi.
-Mær dámar ómetaliga
væl at rógva. Eg rógvi
eisini av og á enn, men nú
er tað old boys róður vit
rógva, leggur hann aftur
at.
Báður Nielsen er giftur
og eigur fýra børn.
Formaðurin í Sambandsflokkinum
situr fyri borðendanum, nú nýggja
landsstýrið fer til arbeiðis
BARÐUR
FYRSTI LØG
MAÐUR
SUM BÝR Í
VESTMANNA