mánadagur 16. september 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Sjálvt um sumt sjálvandi
er politiskur taktikkur,
so øtaðust nýggju sam
gonguleiðararnir Bárður
á Steig Nielsen, Jørgen
Niclasen og Jenis av
Rana tá ið teir undir
samráðingunum
vóru
kunnaðir um búskapar
ligu støðuna av fíggjar
málaráðnum.
-Tey
komandi
fýra
árini
er
landskassin
bundin av hálvari aðru
milljard í íløgum og av
teimum
er
ein
hálv
milljard longu næsta ár,
sigur nývaldi løgmaðurin,
Báður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at sam
gongan sjálvandi fer at
kanna hvat kann gerast
og um tað ber til at gera
nakrar umraðfestingar.
-Men tað allarfyrsta
vit mugu gera, er at vit
mugu koma við einum
uppskotið um fíggjarlóg
fyri 2020. Vit hava 14
dagar til tingið skal hava
uppskotið,
sigur
løg
maður.
Hann ásannar, at tað
er torført at gera eitt
heilt nýtt uppskot uppá
so stutta tíð, men fíggjar
málaráðið hevur gjørt ein
leist fyri einum slíkum
uppskoti.
Tað
uppskotið
inniheldur ikki nakran
politikk frá nýggju sam
gonguni, men er at kalla
ein framskriving av sein
astu fíggjarlógini hjá frá
farandi samgongu.
-Vit kunnu sjálvandi
royna at gera onkrar til
lagingar nú, men tíðin
er knøpp, so tað verður
helst gjørt undir fíggjar
lógarviðgerðini í tingi
num, sigur Báðrur á Steig
Nielsen.
Samgonguskjalið
Nýggi samgonguleiðarin
er rímuliga væl nøgdur
við samgonguskjalið og
málsøkjabýtið.
-Vit hava fingið tað,
sum vit løgdu stóran
dent á í valstríðnum.
Vit
umsita
heilsumál
og vit hava vinnumál,
sum
eisini
umfatar
orkumál. Vinnumál er
eitt rættuliga stórt máls
øki, sum gevur nógvar
avbjóðingar, sigur løg
maður.
At
Fólkaflokkurin
fekk bæði fíggjarmál og
fiskivinnumál at umsita,
heldur hann ikki er so
løgið.
-Tað hava vit eisini
havt fyrr, so tá ið vit fáa
løgmann og bæði heilsu
mál og vinnumál, so haldi
eg vit kunnu vera nøgd.
Spurningurin um fiski
vinnupolitikkin var tað
mál, sum tók drúgvast
tíð
at
semjast
um.
Fiskivinnumál eru eisini
nágreinað í samgongu
skjalinum.
-Tað hevur sjálvandi
sínar
grundir.
Fiski
vinnumál
hava
verið
stóra kjakevnið seinastu
mongu árini, so allir
flokkar vilja seta síni
fingramerkir á, sjálvt um
tað er ein flokkur, sum
umsitur fiskivinnumál.
Størstu broytinganar
eru helst, at menningar
kvoturnar verða mink
aðar
og
broyttar
til
royndarkvotur og tað,
sum er komið inn av
uppboðssølu ikki kemur
inn meira, tí uppboðs
sølan er burtur.
Pengarnir skulu kort
ini takast inn í landskass
an, men tað verður sum
veiðugjald.
Lagt
verður
eisini
upp til 10 ára rullandi
loyvir og kvoturnar fara
aftur at kunna seljast
millum teirra, sum eru
í
fiskivinnuni.
Brúks
skylda verður eisini løgd
inn og antitrust verður á
ein ella annan hátt partur
av skipanini.
Útlendskur kapitalur
kann nú aftur vera í før
oysku fiskivinnnuni, men
ikki meira enn 25 prosent
kortini.
Hvussu
lættt
hetta
verður at fáa samtykt
ivast onkur í, men hetta
stendur
í
samgongu
skjalinum, sum tríggir
flokkar við 17 tinglimum
eur samdir um.
Løgmaður
At vera løgmaður í Før
oyum er fyrst og fremst
at umboða Føroyar, men
eisini at hava eftirlit við,
hvat
landsstýrisfólkini
gera og at tey halda seg
innanfyri lógir og reglur.
Harafturat tekur løg
maður sær eisini ofta av
málum, sum fell uttanfyri
sjálvt málsøkjabýtið.
-Eg
hevði
kanska
hildið, at løgmaður skuldi
hava
okkurt
málsøki,
men soleiðis er tað ikki og
soleiðis bleiv tað ikki. Tað
liva vit við, sigur nývaldi
løgmaðurin.
Stórar rokningar at gjalda
nú nýtt stýri tekur við
Nýggja samgongan væntar eitt dýrt fíggjarligt upptak áðrenn hon veruliga sleppur til verka