Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Hon er einsamøll kvin­ na í nýggju lands­stýris­ samgonguni milllum Fólkaflokkin, Sam­bands­ flokkin og Mið­flokkin, 55 ára gamla Else­beth Mercedis Gunn­leygs­ dóttur. Løgreglukvinnan er eitt av teimum trimum løg­tingsfólkunum, sum Fólka­flokkurin fekk á vali­num 31.august í ár. Hinir báðir limirnir í Klaks­vík eru Jákkup Mikkel­sen, sum er aftur­ valdur á ting, og nýggja stjørnuskotið hjá flokki­ num,22-ára gamli Beinir Johannesen. Góða valið í Norð­ oyggjum gjørdi, at tað var rættu­liga upplagt, at tá ið Fólka­flokkurin fekk trý fólk vald í Norðoyggjum, so skuldi eitt av trimum landsstýrisfólkum, sum flokkurin fekk, tilnevnast úr økinum. Málsøkjabýtið gjørdi, at flokkurin valdi Else­ beth Mercedis Gunn­ leygs­dóttur til álitis­ starvið. -Eg veit væl, at eg eri einsamøll kvinna í nýgg­ ja landsstýrinum, men fyri meg persónliga ger tað ikki nakað. Eg havi so at siga alt mítt vaksna arbeiðslív ar­beitt á arbeiðsplássið, har nógv teir flestu starvs­felag­ ar­nir eru menn, sigur landsstýriskvinnan. Von at arbeiða Nýggja lands­stýris­kvinn­ an er von at arbeiða. Hon kemur úr vinnu­ um­hvørvinum í Klaksvík og er ættað av Olsen-ætt­ LØGREGLUKVINNAN ÚR KLAKSVÍK UMSITUR TEY BLEYTU MÁLINI Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur fingið í lut at umsita almannamál í komandi valskeiði