Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106 TÍÐINDI Árni Gregersen Familjan er horna­stein­ urin í samfelagnum og eigur tí at fáa hægstu rað­festing í lógar­verki­ num. Soleieðis er skrivað í samgonguskjalinum hjá nýggju lands­stýris­ sam­gonguni. Orðingin er í tráð við tað, sum Fólka­flokkurin hevði í val­skránni og nú er tað so Elsebeth Mercedis Gunn­leygsdóttur, sum skal umsita hetta stóra og tunga málsøkið. -Eg gleði meg at sleppa at arbeiða við hesum málsøkinum. Eg kenni til tað – bæði sum býráðslimur í Klaks­vík og sum limur í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum hesi bæði valskeiðini, eg havi sitið á tingi, sigur Else­beth Merce­dis Gun­leygs­ dóttur. Hon hevur eitt mál, sum stendur ovast á dags­skránni at loysa. Talan er um fólk, sum koma illa fyri og ikki fáa hjálp, tí tey detta niður ímillum ábyrgdarøkið hjá landinum og kom­ munu­num. -Hetta skal rættast bein­anvegin. Tað kann ikki vera rætt, at borgar­ ar í samfelagnum ikki fáa hjálp, tí vit politik­ar­ ar ikki duga at finna út, hvør skal hava ábyrgd­ina – landið ella kom­mun­an, sigur hon. Hon veit væl, at al­ mannaøkið gevur nógv­ ar avbjóðingar, men er ikki bangin fyri at fara til arbeiðis og gera tær broytingar, sum lagt er upp til í sam­gongu­ skjalinum. Sa m g o n g u s k ja l i ð sigur í byrjanini, tá ið talan er um almannamál: Samgongan ásannar, at eingin keta er sterk­ ari enn tað veik­asta liðið, og hevur sett sær fyri at fremja ein virknan politikk á al­manna­ økinum, har borg­ar­in er í mið­depli­num og hevur møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandis­ dag við so góðari lívs­ dygd sum gjørligt. Hetta setir krøv. Tey eldru Rættuliga stórt ljós verð­ ur varpað á tey eldru. Millum annað verð­ur sagt, at føðidato skal ikki vera avgerandi fyri, nær tú fert av arbeiðs­mark­ naðinum. Nýggja samgongan vil eggja fólki til at arbeiða longri, soleiðis at tað eru før­leikar, sum avgera um tú kanst halda fram í arbeiðnum eftir at tú ert 70 ár, heldur enn nær tú ert føddur. Samstundis vil sam­ gongan tryggja, at mót­ rokningin í pen­sjón­ini ikki verður so ógvuslig, sum hon hevur verið. Eisini hevur sam­ gongan lovað ein skatta­ lætta til pensjonistarnar. -Tað er ikki komið endaliga uppá pláss enn, men hendan broytingin fer at verða soleiðis, at pensjonistar, sum bert hava fólkapensjónina at líta á, fara at merk­ja tað av álvara, at netto pensjónin hækk­ar, sigur nýggja lands­stýris­ kvinnan. Nýggj lóg Á almannaøkinum eru Føroyar stýrdir av ein­ ari gamlari, danskari lóg, sum gjøgnum ár­ini meira ella minni er tillagað føroyskum viður­skiftum. Í valskeiðnum, sum júst er endað, legði Eyð­ gunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna, fram eitt uppskot um eina før­ oyska lóg, sum skal av­ loysa gomlu donsku lóg­ ina. Lógaruppskotið var ikki liðugt viðgjørt í tingi­num, áðrenn tingið fór heim, men uppskotið liggur klárt. -Ja, sjálvandi skal lógin gerast føroyskt. Nú fara vit at hyggja at upp­skotinum til væl­ ferðarlógina og møgu­ liga laga tað eitt sindur til okkara politikk, men ætlanin er at leggja eitt tilsvarandi upp­skot fram aftur, sigur Else­ beth Mercedis Gunn­ leygsdóttur. Nýggja lands­stýris­ kvinnan var tilnevnd leygar­dagin og í dag er al­men móttøka fyri lands­stýris­fólk­unum í Tinga­nesi, so sjálvur ger­ andis­dagurin byrjar ikki fyrr enn í morgin. -Eg vet væl, at hetta krevur nógv, men eg fari undir hetta arbeiðið við góðum treysti og fari at loysa tey mál, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa, sigur Elsebeth Merdis Gunn­ leygsdótur. At politikkarar ikki loysa eitt mál skal ikki ganga útyvir borgaran Fyrsta mál á skránni hjá nýggju landsstýriskvinnuni er at tryggja, at borgarar ikki detta niður ímillum ábyrgdarøkið hjá landi og kommunum ini, sum var partur av Joensen&Olsen fyri­tøku­ ni í Klaksvík. Hans Erik Olsen er langabbi henn­ ara. Fyritøkan átti skip, seinni flakavirki og handl­ar og rættuliga ung fór hon arbeiða í fyri­tøku­ni, meðan hon annars gekk í skúla. Tað var ymiskt at takast við, men ein partur av hennara arbeiði var á salt­fiskavirkinum Norð­ borg, sum fyritøkan hevði. -So tað fellur mær lætt at arbeiða og tað er eisini lætt fyri meg at skilja, hvussu torført tað í veruleikanum er at reka vinnulív í Før­oy­ um. Viðhvørt eru sjálv­ andi góðar tíðir, men í nógvum øðrum førum stendur ómetaliga nógv á hjá teimum, sum reka vinnulív, sigur Else­ beth Mercedis Gunn­ leygsdóttur. Valdi løgregluna Sum 21 ára gomul valdi hon sítt lívsstarv, sjálvt um tað eftir tátíðar matí­ stokki var eitt mansstarv. Hon fór at læra til løg­ reglukvinnu. Kvinnur sluppu ikki framat vanliga løg­reglu­ starvi­num í Danmark fyrr enn í 1977, so hetta var eitt heldur øðrvísi val. -Ja, tá vóru ikki nógvir kvinnuligir politistar, men eg helt, at hetta var eitt spennandi starv og havi verið í løg­reluni líka til nú, tó ikki meira enn parttíð, síðani eg kom á ting, sigur Elsebeth Meredis Gunn­leygs­ dóttur. Nú skal hon so í lands­ stýrið, har hon skal um­ sita eitt stórt og tungt máls­øki. -Ja, tað er stórt og tað er nógv at seta seg inn í sum landsstýrisfólk, men eg havi tann fyri­ mun, at eg havi verið í triv­naðar­nevndini hjá Løg­tinginum og sein­asta valskeið havi eg verið næstforkvinna í nevnd­ ini. Tað gevur eisini eina vitan um, hvat fyri­gong­ ur seg á økinum og sum eg nú kann brúka, sum landsstýriskvinna, sigur hon. Elsebeth Mercedis Gunn­leygsdóttir avloysir Eyð­gunn Samuelsen, sum hetta valskeðið hevur um­sitið almannamál.