Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var hátíðardámur í Løgtinginum leygardagin, tá í Løgtingið varð manna, løgmaður valdur, og nýggju landsstýrisfólkini fráboðað Eirikur Lindenskov Á triðja sinni var tað Poul Michelsen, ið sum ell­is­for­ maður setti nývalda Løg­ ting­ið. Uppgávan hjá ell­is­for­ mann­inum er at skipa ting­ ið so­leiðis, at valbrøvini verða kanna og nýggja Løg­ ting­ið góðkent, og síð­ani at fyriskipa valið av løg­tings­ for­manni. Tað gekk sum tað skuldi, og løg­tingið valdi Jógvan á Lakj­uni til løgtingsformann við 20 at­kvøðum fyri, meðan 13 a­t­kvøddu blankt. Nývaldi ­løg­tings­for­mað­ ur­in boðaði síðani frá, at hann hevði fingið skriv um, at nýggja samgongan ynskti at velja Bárð Nielsen úr Sam­ bands­flokkinum til nýggjan løg­mann, og so varð gjørt. Við atkvøðugreiðsluna vóru 18 atkvøður fyri, 10 at­ kvøð­ur vóru blankar og 5 a­t­kvøður vóru ímóti at velja Bárð Nielsen til løgmann. Um­framt tær 17 atkvøðurnar hjá sam­gong­u­flokkunum, so var tað bara Kristin Mich­ el­sen úr andstøðuni, ið at­ kvøddi fyri. Samgongan mill­um Fólk­ a­flokk­in, Sam­bands­flokk­in og Mið­flokk­in skrivaði undir sam­gong­u­skjalið ein tíma fyri tingfundin, sum var leyg­ar­morguni klokkan 10. Tá samgongan varð skipað millum Javn­að­ar­ flokkin, Tjóðveldi og Fram­ sókn eftir løgtingsvalið í 2015 var tað fyrstu ferð, at and­støða og samgonga skiftu um. Hvørja ferð síð­ ani heimastýrislógina í 1948 hevur onkur av sam­gong­u­ flokk­unum fylgt við yvir í nýggju samgonguna. Tað var næstan soleiðis VIT FINGU NÝGGJAN LØGMANN OG NÝTT LANDSSTÝRI Nývaldu Djóni Nolsøe Joensen og Jóhannis Joensen Hervør Pálsdóttir, nývald fyri Tjóðveldi Nývaldi Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum Tíðindakvinnan Beinta Løwe er nú løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sitið á tingið sum varamaður síðani februar, ar nú fyrstvaldi tingmaður hjá Framsókn Fyrsti fundur hjá nývalda løgtinginum var leygardagin klokkan 10, tá