Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í juni mánaði í fjør sam­ tykti Runavíkar kom­mu­ na eina ætlan fyri eitt mið­staðarøki í býnum. Henda ætlan er skipað í tveir høvuðspartar, har annar parturin er stað­set­ing av einari nýggjari miðbýarkjarnu millum Heiðaveg og Gula­steinsveg í Runavík. Hin parturin er ein dag­ føring og uppstigan av økinum framvið Heiða­ vegi - frá Høgabóli út til rundkoyringina í Runa­ vík. Í Runavíkar kommunu meta tey, at ein dagføring av økinum er átrokandi. Har­um­framt ynskir kommun­an, at ætlanin skal betra um trivnaðin í miðstaðarøkinum, og at hon skal stuðla uppundir eina framhaldandi menn­ing av økinum. - Nýggja mið­staðar­ økið skal verða eitt liv­ andi og savnandi øki, sum tekur atlit til og stimbr­ar so nógvar av verandi dygdum sum gjør­ligt, siga tey í Runa­ víkar kommunu. Ætlan fyri Heiðaveg Í fyrstu atløgu er ætlanin at seta skjøtul á eina dagføring av Heiðavegi - frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn á Høgaból. Her er í fyrsta lagi ætlanin at gera nýggja flísalegging á gongubreytirnar, bæði oman fyri og niðanfyri. Ætlanin er eisini at gera smá plantaði øki framvið gongubreytini, seta benkur upp í samband við plantuøkini, nýggj ljós, og haraftrat er ætlanin at seta upp nýggjan búnað, eitt nú ruskíløt, steyrar og líknandi. - Samlaða ætlanin fyri Heiðaveg fevnir eisini um eina umskipan av økinum. Fyri hvørjar 150-200 metrar verða serlig øki gjørd - við flísalegging á vegbreytini, sum kemur at varskógva bilførarar um, at koyrt verður inn í eitt serligt økið. Haraftrat skal álagda "býargólvið" verða við til at betra umstøðurnar hjá teimum gangandi við at binda saman báðar síður av Heiðavegi. Fyrsta byggistig Í Runavíkar kommunu siga tey, at ætlanin er at staðseta hesi serligu økini soleiðis, 1) Høgaból, 2) Gulu Smiðju, 3) Býráðshúsið og 4) við handilin hjá Pidda. - Nú er ætlanin komin hartil, at fyrsta byggistig í eini dagføring av Heiðavegi fer í gongd í hesum mánaðinum, og fyrsta byggistig fevnir um ovaru síðu av Heiðavegi frá rundkoyringini við Hotel Runavík og inn til Bónus. Lagt verður aftrat, at í hesum øki fer eitt toymi av arbeiðstakarum til verka í heyst við at fremja hesa ætlan - við flísalegging og uppseting av nýggjum búnaði.   ­ - Nýggja miðstaðarøkið skal verða eitt livandi og savnandi øki, sum tekur atlit til og stimbrar so nógvar av verandi dygdum sum gjørligt, siga tey í Runavíkar kommunu Runavík fær nýtt miðstaðarøki Forkunnug vitjan: Í dag fáa Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna vitjan úr danska Fólkatinginum. Ferðalagið telur 16 fólk, og endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir. Vilmund Jacobsen Fýra ísfiskalínuskip hava seinastu dagarnar verið til fiskiskap undir Før­oy­um. Eitt fiskar tosk og hýsu, tvey fiska mest longu og tosk, og eitt fiskar mest tosk og svart­kalva. Á Fiskamarknaði Før­ oya vænta tey, at eitt av hes­um skipum kemur inn at landa í dag, og hini koma helst seinni í vikuni.  - Eitt ísfiskalínuskip fisk­ar í íslendskum sjógvi, men ivasamt er, um teir koma heim at landa hesa vikuna. Tvey frystilínuskip fiska eisini undir Før­ oyum. Fleiri línuskip liggja við bryggju, men tey fara væntandi út aftur, nú veðrið er blíðari. - Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður hampiligt. Tó verður roknað við, at nakað verður av útróðri, verður lagt aftrat. Arbeiðið at dagføra Heiðaveg byrjar nú, og byrjað verður í syðra enda við Hotel Runavík. Fýra línuskip landa í vikuni Skal fyri­ reika nýtt tilboð til ung við breki ­ Vilmund Jacobsen Almannaverkið hevur sett Brian Kjær Kruse sum leiðara í eind 7, sum tey rópa tað. Seinastu 10 árini hevur hann starvast sum námsfrøðingur á Verkhúsinum Virkni og hevur tí drúgvar royndir innan málbólkin í eind 7. Harumframt hevur hann mentorútbúgving í "gentle teaching", sum arbeitt verður eftir á Sambýlinum á Eirargarði. Brian Kjær Kruse er byrjaður sum leiðari á Sambýlinum 16A miðskeiðis í august. - Í næstum fer hann at fyrireika eitt nýtt dagtilboð til ung sum hava fjølbrek. Hetta tilboð fer av bakkastokki um ársskifti, siga tey í Almannaverkinum. Streymurin er harður, men veðrið verður hampiligt