mánadagur 16. september 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
KJAK
Osmund Justinussen
Ein
stutt
hugleiðing
um avbera góða fiski
skapin, sum var á Føroya
grunninum í 1919 og sum
nú endurtekur seg aftur
100 ár seinni.
Hetta árið, sum nú
er farið at halla, er sera
meinlíkt
tí,
sum
var
fyri 100 árum síðani,
tá hugsað verður um
fiskiskap og veðurvánir.
Ja, aftur mugu sannast
orð Prædikarans: Tað ið
er, var longu fyrr, og tað
ið verður, hevur eisini
verið fyrr. Ja, og eisini
soleiðis við fiskiskapi,
veðri, hita og kulda.
Besta ár til fiskiskap á
Føroyagrunninum, sum
søgan veit um at siga, var
árið 1919. Tað var tiltikið,
og minnist eg nógvar
gamlar
útróðrarmenn
tosa um hetta sjáldsama
árið. El Niño var komin
í hæddina í 1918, og sást
ávirkanin av hesum á
vári í 1919. Her á landi
kendi eingin til hetta
fyribrigdi tá, og heldur
ikki hvat ávirkan tað
hevði á fiskameingið á
grunninum og á alt havið
um Føroyar. Toskurin,
sum fingin varð, var
stórur, 6-9 ára gamal, eins
og tað vit eisini síggja nú
í 2O19. Sjálvandi gjørdi
tað nógvan mun í 1919, at
fáir enskir trolarar vóru
á grunninum av tí orsøk,
at Ongland og Skotland
tá høvdu verið við í fyrra
heimsbardaga í 4 ár.
Nøgdin,
sum
føroyingar fiskaðu av
toski í 1919, var 27.OOO
tons, og var hetta óhoyrt
áður.
Tá
vóru
mest
sluppir, motorbátar og
opnir bátar, sum fingu
hendan fiskin til lands,
og var tað við snøri og
línu. Fiskaprísirnir vóru
eisini um sama mundi
hækkaðir munandi, so
hetta bleiv eitt sjáldsamt
ár.
Toskafiskiskapurin,
sum vit hava upplivað
á
Føroyagrunninum
í
ár, er nakað, sum eingin
núlivandi
føroyingur
minnist, og er tað ein sonn
frøði at vera áskoðari til
hetta meingi, sum okkara
fiskimenn føra til lands.
Vónandi
heldur
hetta
áfram nakað enn - tó varð
sagt fyrr, at tá fiskurin
kom ov nær landi, sum
hann hevur verið í ár, so
var tað ikki gott tekin.
Tað sama hendi í 1919,
tá fiskurin kom inn á
firðir og víkir, og blivu
vánalig fiskiár í 1920 og
1921 hjá Føroyingum. Tað
skal tó viðmerkjast, at tá
var tann stóri enski og
skotski trolaraflotin aftur
komin á grunnarnar, og
fiskaði hann heilt inn á
teir føroysku firðirnar.
Sammeta vit við í dag, nú
eingin trolari sleppur inn
á tær góðu toskaleiðirnar,
so
kann
hugsast,
at
fiskiskapurin møguliga
fer at halda longur á
hesaferð.
Okkara kæra el Niño,
sum var á sama støði
fyri 100 árum síðani, sum
hon hevur verið nú tey
seinastu 2 árini, hevur nú
kanska, aftur hug at taka
meira til í Stillahavinum.
Tó er ikki enn víst, hvønn
veg hon fellur frá nú
til jóla, tá hon plagar
at verða í hæddini. Um
ódnirnar blíva ov nógvar
suðuri í Atlantshavinum
frá seinnaparti í august
til oktober, so fellur el
Niño aftur, men blíva
tær
í
staðin
yviri
í
Stillahavinum, so sær
hugaligari út um okkara
leiðir, meðan oyggjarnar í
Stillahavinum, Taiwan og
Japan kenna sviðan. Ja,
altíð er tað so, at onkur
kennir sviðan!
Um sama mundi, sum
Føroyar upplivdu besta
fiskiárið, sum nakar veit
um at siga, lá alt Evropa
í
svartasta
vónloysi.
Fyrri
veraldarbardagi,
sum
hevði
leikað
í
frá 1914 og til endan
av 1918, var endaður,
men varð nú avloystur
av eini drepandi sótt,
sum kallaðist spanska
sjúkan, og herjaði hon
náðileyst yviri í Amerika
og spjaddi seg síðani til
Evropa.
Kríggið
hevði
kostað umleið 15-18 mió.
menniskjum lívið.
Men
var
kríggið
ræðuligt, so var spanska
sjúkan, sum tók dik á seg,
tá kríggið var um at verða
liðugt, enn ræðuligari.
Hon spardi ongan, hvørki
høgan ella lágan, vaksin
ella børn, mammu ella
pápa, og tá hon hasaði
av aftur í 1920, hevði
hon kostað umleið 50
mill menniskjum lívið.
Nú vóru deyð tilsamans
umleið 70 mió. fólk í 4-5
ár í Evropa og Amerika.
Føroyar
sluppu
rættiliga
snikkaleysar
undan krígnum sammett
við onnur lond, uttan
tað,
at
fleiri
sluppir
blivu søktar á Føroya
Banka, og var tað eitt
stórt
fíggjarligt
tap,
men eingin maður fórst.
Spanska sjúkan kostaði
tó eisini mong mannalív
í Føroyum.
Føroyar sluppu heldur
ikki undan sorg og sút í
1919, tí hetta árið fórust
2 bátar úr Hesti við 11
monnum, og var hettar
ein so meinur missur, at
ilt er at siga frá, og ein
bátur av Viðareiði fórst
út fyri lendingini við
3 monnum. Tó var ein
glotti, at vit fingu vundið
merkið á stong í hesum
ári.
Um
hetta
mundi
búðu umleið 1,8 milliard
menniskju í heiminum,
men nú - 100 ár seinni –
nærkast vit 8 milliardum.
Um øll hesi skulu fáa
mat í munnin hvønn
dag, so er nóg mikið hjá
politikarunum
kring
heimin at hugsa um. Í
Føroyum búðu tá umleið
20.000 fólk, so vit eru
ikki fjølgaði so nógv sum
stór heimurin, bert gott
og væl 2-3 ferðir, meðan
allur heimurin er meira
enn 4 faldaður.
NB.
Nú
siga
fiskifrøðingar, at nógv
av góðari hýsu er á
Føroya Banka, so kundi
ein vænta, at teir eisini
søgdu, at nú mugu vit
skunda okkum at veiða
nakað av henni, meðan
hon er, men nei, einki um
at fiska, hóast fiskifrøðin
skuldi vita, at hýsumeingi
skjótt
kann
broytast
aftur.
Tað
ber
væl
til
at friða ein part av
landsynningshorninum
og
tað
grunna
á
Bankanum, so ikki ov
nógvur
toskur
blívur
veiddur sum hjáveiða,
og síðani opna hin partin
av bankanum, uttan at
ganga
toskastovninum
ov nær, til hann hevur
ment seg aftur. Tá eg
sigldi við línubáti í 1960
árunum, var hýsan á
Bankanum (jumburnar)
álitið
á
vetrartíð,
og
marknaðurin í Grimsby,
Hull og Aberdeen gleddu
seg til at fáa hesa hýsuna.
Meira skal eg ikki skriva
um fiskiskapin á Føroya
banka hesaferð!
Tað, sum verið hevur, kemur
aftur eitt hundrað-ára minni
Dreymastarvið finnur tú á in.fo