mánadagur 16. september 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú eru tað bara B36
og KÍ, sum uttan
hjálp frá øðrum
hava møguleika at
vinna FM heitið
Jóannes Hansen
Leingi vóru tað fimm lið í FM
stríðnum. Síðstu vikurnar hava
tað verið trý lið – B36, NSÍ og KÍ
– og nú er B36 stórfavorittur at
verða meistari. Einasta liðið,
sum sjálvt og uttan hjálp frá
øðrum hevur møguleika at
taka B36, er KÍ.
Treytin hjá klaksvíkingum
er hørð. Um B36 heldur fram
og avrikar á sama hátt, sum
árstalfelagið hevur gjørt nógvu
tær seinastu ferðirnar, so skal
KÍ vinna allar sínar dystir, um
talan skal verða um FM finalu
í síðsta umfari, tá ið B36 og KÍ
hittast í Gundadali.
Fyrsta stóra royndin hjá
KÍ verður longu mikukvøldið
klokkan
19,
tá
ið
útsetti
dysturin verður við Løkin í
Runavík. Tá skulu teir í NSÍ
reisa seg eftir ferðmiklu og
hendingarríku uppgerðina við
Løkin í gjárkvøldið, meðan
klaksvíkingar í gjár ikki høvdu
so nógv trýst á sær, tá ið teir
vunnu 3-0 á heimavølli ímóti
TB.
Skráin hjá toppliðunum sær
soleiðis út tað, sum er eftir av
hesum árinum:
B36: ÍF (h), HB (h), EB/
Streymur (ú), Víkingur (ú) og
KÍ (h).
NSÍ: KÍ (h), TB (ú), Víkingur
(h), HB (ú), KÍ (ú) og ÍF (h).
KÍ: NSÍ (ú), AB (ú), ÍF (h),
Víkingur (ú), NSÍ (h) og B36 (ú).
Bara undanvindur í B36
Í fjør riggaði alt hjá HB,
sum í øllum førum hevði
marginalirnar við sær og vann
FM í stórum stíli.
Í ár – og serliga nú í heyst
–
eru
gullsnittið
og
allir
marginalirnir fluttir í sunnara
enda í Gundadali.
Fyrr í ár var skaðalistin
alinlangur í B36. Nú eru nógv
teir flestu tøkir, kappingin er
stór um plássini, og tað ber til
hjá Jákupi á Borg at broyta
uppstilling og laga til alt eftir,
hvat mótstøðuliðið er.
Í
gjárkvøldið
var
tað
uppgávan hjá teimum, sum
eru kropsliga væl fyri, og sum
orka serliga væl at renna,
at greiða setningin ímóti
NSÍ. Hugin Samuelsen,
Benjamin Heinesen og
Michal Przybylski áttu
lyklaleiklutir, og tað er
luksus at eiga so góðar
menn
at
seta
inn
sum Bjarna Petersen,
Hannes Agnarsson og
Stefan Radosavljevic.
-Eftir
at
hava
vunnið 2-0 í Klaksvík
og 3-0 í Runavík kunnu
vit ikki renna undan,
at vit nú teljast millum
favorittarna at vinna FM,
staðfestir
B36
venjarin
Jákup á Borg.
Í
gjákvøldið
var
mótstøðuliðið skert, tí Klæmint
A. Olsen ikki var førur fyri at
vera millum teir fyrstu ellivu.
NSÍ við og uttan Klæmint A.
Olsen er ikki sama liðið.
Størsta avbjóðingin fram
ímóti FM heitinum hjá B36
bíðar
í
grannauppgerðini
ímóti
HB,
sum
verður
á
mikkjalsmessu.
Í
síðstu
viku varð greitt, at Hørður
Askham
verður
ikki
við
aftur í ár, og í gjár varð
miðvallarstýrimaðurin
hjá
HB, Tróndur Jensen, borin
av
vøllinum
í
Gundadali.
Hósdagin
verður
hann
kannaður í Keypmannahavn.
Hann er skaddur í knænum, og
tað er ivasamt, hvussu stórur
hansara leiklutur verður tað,
sum er eftir av heystinum.
B36
kann
einki
gera
við, hvussu NSÍ og HB eru
mannað,
men
tað
ávirkar
mótstøðuliðini, hvussu tey eru
mannað ímóti B36.
Avgreiðslusigur í Klaksvík
KÍ – TB 3-0
Frá fyrsta bríksli sást, at talan
fór at verða um einvegis ferðslu
í Klaksvík. Magnus Stamnestrø
var fyri fjórðu ferð á KÍ liðnum,
og hann skoraði fyri fyrstu ferð
eftir misskiljing í TB verjuni.
Heimaliðið
svam
í
møguleikum,
og
Jóannes
Bjartalíð misnýtti tann størsta,
tá ið Milos Budakovic, sum var
nógv eyðsýndasti TB spælarin,
b j a r g a ð i
b r o t s s p a r k i .
Eftir horna økti Jákup B.
Andreasen til 2-0, og í seinna
hálvleiki
staðfesti
Jóannes
Bjartalíð 3-0 sigurin við rimmar
frísparki.
-Vit høvdu heilt nógvar
møguleikar og kundu havt
vunnið størri sigur, men vit
eru nøgdir og hava nú fokus
á
avbjóðingini
í
Runavík
mikukvøldið, sigur Jóannes
Bjartalíð.
-TB
liðformaðurin
og
miðverjin
Poul
Ingason
noyddist av vøllinum longu
fimm minuttir eftir steðgin:
-Vit runnu fyri tað mesta
aftaná, og vit kunnu einki siga
um, at væl upplagda KÍ vann,
sigur Poul Ingason.
Pingel var í hopla
HB – Skála 3-0
Tíðliga í ár vann Skála 2-0 í
Gundadali ímóti HB. Í gjár
vann HB 3-0. Tróndur Jensen
plagar at stýra HB spælinum.
Í gjár varð hann borin av
vøllinum,
áðrenn
tíggju
minuttir vóru farnir. Í hansara
stað varð settur Sebastian
Pingel, sum hevur verið nógv
skaðadarvaður.
Ari Mohr Olsen legði HB
framum eftir stórt verjukiks,
og tvey tey seinnu málini
skoraði
Sebastian
Pingel.
Tað
fyrra eftir innlegg
úr høgru frá Bartali
Wardum og tað seinna, eftir
at hann á allari Skála hálvuni
rann frá verjuni.
-Tað vóru 50 metrar eftir
í beinunum, og teir nýtti eg
til at renna langt og skora
triðja málið. Tað var meiri
ferð í okkum enn teimum, og
hóast teir høvdu møguleikar,
so spældu vit okkum til
fleiri
málmøguleikar,
sigur
Sebastian Pingel.
Skála
venjarin,
Eyðun
Klakstein, staðfestir, at tað var
munur á liðunum:
-Treytirnar
eru
ymiskar
hjá Skála og HB, sum hevur
møguleikar
at
keypa spælarar til plássini,
sum teir halda skulu styrkjast.
Vit royndu, men aftur hesa
ferð vóru vit ikki nóg neyvir í
álopspartinum, og aftur hesa
ferð
góvu
vit
møguleikar
burtur í verjupartinum, og tað
kostaði.
Sorin var fegin
Víkingur – AB 1-1
Í Sarpugerði endaði tað 1-1, og
tað vóru argjamenn fegnir um,
meðan heimamenninir iðraðu
seg um, at tað ikki eydnaðist at
vinna fulla úrtøku.
-Um tað vildi heilt væl til, so
HB MISTI AFTUR
LYKLASPÆLARA
FÓTBÓLTUR