mánadagur 16. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað ber alt meiri á tað borðið, at
tað fyri fyrstu ferð ikki verður
uppflyting millum tær báðar
bestu deildirnar.
07 Vestur er einasti kandidat
ur at flyta upp. Fríggjakvøldið
var 07 Vestur – bara við lokalari
manning úr Vágum – í Runavík
og dystaðist við teir næstbestu
hjá NSÍ. Tað hilnaðist ikki so
væl hjá teimum har vesturi,
sum fyri triðju ferð á rað løgdu
rygg til tap.
Eina løtu sá tað út til, at
talan fór at vera um stóran
heimasigur, men fram ímóti
dystarenda skoraði 07 Vestur
tvær ferðir, og so varð úrslitið
5-3.
07 Vestur er á fjórða plássi,
og KÍ er á triðja plássi. Bæði
liðini hava 38 stig. KÍ hevur
spælt tveir dystir færri enn
07 Vestur. Týskvøldið fær KÍ
vitjan av HB, sum er illa spert
í botninum. Um tað eydnast KÍ
at vinna ímóti HB og útsetta
dystin ímóti B71, so verður tað
torført hjá 07 Vestur at røkka
triðja plássið, sum er neyðugt
at vinna, um talan skal verða
um uppflyting.
B68 hevðil vitjan av B36,
sum fór suður aftur við 3-1
tapi. Hetta var fyrsti dysturin
hjá B68 á Svangaskarði, síðani
Øssur Hansen tók við sum
venjari.
Fyrsti
dysturin
á
útivølli hjá Øssuri Hansen við
stýrisvølin var í Sørvági, tá ið
B68 vann 3-2.
Hóast
toftamenn
hava
vunnið tríggjar tær seinastu
ferðirnar, so er tað einki, sum
bendir á, at B68 fer at vinna
uppflyting. Tað eru sjey stig frá
B68 á fimta plássi og fram til KÍ
á triðja plássi.
Í gjár endaði tað 3-3, tá ið
næstbesta liðið hjá Skála var á
Sandi. Hetta var 12. javnleikurin
hjá
skálamonnum.
Clayton
Soares, sum er toppskjútti í
deildini, setti hol á.
Jóannes Hansen
KÍ
kvinnurnar
vunnu
í
gjárkvøldið FM í 2019. Tær
vinna ikki greipuna í ár. Steypa
finalan verður leygardagin, og
hon verður millum HB og EBS/
Skála, sum tvey tey seinastu
árini hevur vunnið greipuna.
KÍ vann FM øll árini 2000
– 2016. Í 2017 kappaðust tær í
Klaksvík um FM við EBS/Skála,
sum í síðsta umfari hetta árið
vann FM tvey stig frammanfyri
KÍ. Í síðsta umfari spældu EBS/
Skála og KÍ í Hólmanum á Eiði.
Úrslitið var 2-2, og tað bar við
sær, at EBS/Skála vann FM, og
fagnaðurin í heimaleguni var
stórur.
Í fjør endurtók EBS/Skála
sigurin í bæði landskappingini
og steypakappingini.
Í ár hevur EBS/Skála ikki
verið við í FM kappingini. Und
an summarsteðginum gekk tað
alt annað enn væl við nýggjum
liði. Síðani hevur liðið staðið
seg betri, men tað hevur ongan
tíð verið í nánd av at vera við í
kappingini um FM.
ÍF/Víkingur/B68
hevur
verið roknað at vera størsti av
bjóðarin hjá KÍ, men nú endaði
tað við, at HB vann silvurkrón
urnar. Tað syrgdi HB fyri við 3-2
sigri í Gøtu í gjárkvøldið. Topp
skjúttin í deildini, Heidi Sevdal,
skoraði øll HB málini.
KÍ setti heimsmet við at
vinna FM øll árini 2000 – 2016.
Nakrir spælarar vóru øll árini
stuðlar á liðnum. Í gjárkvøldið
var bara ein av teimum millum
tær fyrstu ellivu. Tað var Ragna
Patawary, sum í ár hevur verið
drúgv í miðverjuni.
Malena
Josephsen
og
Rannvá B. Andreasen vóru á
beinkinum í gjárkvøldið, og
Rannvá, sum hevur verið skadd
mest sum alt kappingarárið,
varð skift inn.
Liðformaðurin,
Eyðvør
Klakstein, hevur verið við til at
vinna fleiri FM saman við eitt
nú Sigrid Jacobsen og Katrinu
Akursmørk. Í nýggja ættar
liðnum, sum nú hevur vunnið
FM, eru eitt nú Sanna Svarva
dal, Evy á Lakjuni, Victoria á
Lakjuni, málverjin Óluva Joen
sen, Tóra Mohr og Tórunn
Joensen.
Durita Hummeland, sum
undanfarnu árini hevur spælt
við EBS/Skála, hevur verið
millum
stuðulsspælararnar
í ár. Síðani Óluva Joensen
breyt beinið hevur Monika
Biskopstø fleiri ferðir vart
málið. Í gjár var hon komin
heim úr Danmark, har hon er
undir útbúgving, at verja KÍ
málið.
KÍ kvinnurnar fara at fáa
handað steyp og gullkrónur
í Gundadali hóskvøldið 26.
september, tá ið tær hitta
HB, sum hevur tryggjað sær
silvurkrónurnar.
NÝTT ÆTTARLIÐ
HEVUR VUNNIÐ GULL
FÓTBÓLTUR
KVINNUR: Bara ein
frá stóra gullliðnum
var millum tær
fyrstu ellivu, tá
ið KÍ í gjárkvøldið
tryggjaði sær FM
1. deild menn støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
Víkingur II
21
12
7
2
42
20
+22
43
2
NSÍ II
22
13
3
6
46
32
+14
42
3
KÍ II
20
12
2
6
53
30
+23
38
4
07 Vestur
22
11
5
6
48
34
+14
38
5
B68
22
8
7
7
38
38
0
31
6
Skála II
22
4
12
6
28
33
-5
24
7
B71
21
6
5
10
39
54
-15
23
8
B36 II
22
5
6
11
34
45
-11
21
9
HB II
21
5
5
11
28
37
-9
20
10
EB/Streymur II 21
2
6
13
30
63
-33
12
Betri deildin kvinnur støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
KÍ
15
10
2
3
30
11
+19
32
2
HB
15
9
1
5
48
16
+32
28
3
ÍF/Vík/B68 16
8
4
4
29
16
+13
28
4
EBS/Skála 15
3
3
9
12
42
-30
12
5
B36
15
3
0
12
11
45
-34
9
KÍ – EBS/Skála 0-0
ÍF/Víkingur/B68
– HB 2-3 (0-0)
0-1: Heidi Sevdal 52.
0-2: Heidi Sevdal 70.
1-2: Maibritt Olsen br 76.
1-3: Heidi Sevdal 80.
2-3: Hanna I. Højgaard 90.
NSÍ – 07 Vestur 5-3 (2-0)
1-0: Andri Benjaminsen 4.
2-0: Jákup Højgaard 45.
2-1: Ragnar Weihe 51.
3-1: Mórits Heini Mortensen br 54.
4-1: Aron Knudsen 58.
5-1: Christian Høgni Jacobsen 64.
5-2: Ragnar Weihe 79.
5-3: Jákup S. Olsen 82.
B68 – B36 3-1 (2-0)
1-0: Búi í Hjøllum 14.
2-0: Karstin Clementsen 38.
2-1: Jónas Warner 52.
3-1: Bárður Ó. Jensen 93.
B71 – Skála 3-3 (1-2)
1-0: Clayton Soares 11.
1-1: Leivur Joensen 28.
1-2: Ólavur Mikkelsen 41.
1-3: sjálvmál 46.
2-3: Tummas Pauli Olsen 52.
3-3: Aron Clementsen 78.
Máltindurin
Heidi Sevdal HB
25
Rebekka Benbakoura HB
11
Julia Naomi Mortensen HB
10
Síðsta umfar
Hósdagin 26. september
EBS/Skála – B36
HB - KÍ
Máltindurin
Clayton Soares B71
14
Andri Benjaminsen NSÍ
12
Aksel B. Danielsen KÍ
10
Mánadagin 16. september
Víkingur – EB/Streymur: Alex Troleis
kl. 19.45
Týsdagin 17. september
KÍ – HB: Rani A. Skaalum kl.
23. umfar
20. september
NSÍ – B68
22. september
07 Vestur – B71
B36 – Skála
24. september
EB/Streymur - HB
Víkingur – KÍ
FM í kvinnudeildini
1985 - 2019
1985
HB
1986
HB
1987
B36
1988
HB
1989
HB
1990
Skála
1991
ÍF
1992
Skála
1993
HB
1994
HB
1995
HB
1996
B36
1997
KÍ
1998
B36
1999
HB
2000
KÍ
2001
KÍ
2002
KÍ
2003
KÍ
2004
KÍ
2005
KÍ
2006
KÍ
2007
KÍ
2008
KÍ
2009
KÍ
2010
KÍ
2011
KÍ
2012
KÍ
2013
KÍ
2014
KÍ
2015
KÍ
2016
KÍ
2017
EBS/Skála
2018
EBS/Skála
2019
KÍ
Uppflytingin verður kanska avlýst
1.DEILD: NSÍ vann trivaligan sigur
ímóti 07 Vestur, sum harvið misti
í strembanini at flyta upp