mánadagur 16. september 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
Sjúrður Hildarson Hoydal
KURVABÓLTUR
Spania er heimsmeistari í
kurvabólti. HM í kurvabólti í
Beijing var avgjørt sunnudagin,
tá ið Spania og Argentina
hittust í finaluni. Spanski NBA-
leikarin úr Phoenix Suns, Ricky
Rubio var stóra stjørnan, tá ið
Spania vann finaluna 95-75.
Sermerkt er, at nógvar stjørnur
úr amerikansku kurvabólts
deildini, NBA, skaraðu framúr
í heimsmeistaraskapinum, men
at tað var fyri onnur lond enn
USA, ið hevði vunnið tvey tey
seinastu Heimsmeistaraheitini.
Allir leikararnir á amerikanska
liðnum spæla í NBA, men
tað var synd at siga at tað
vóru tær stóru stjørnurnar
sum vóru við. Broytingar í
sáttmálareglunum í Amerika
førdu til at leikarar sum LeBron
James, Stephen Curry, Russel
Westbrook,
James
Harden,
Kevin Durant og nógvir aðrir
takkaðu nei til at spæla HM.
Millum annað av ótta fyri
at gerast skaddir uttan nóg
stóra trygging í sáttmálanum
hjá sær. Amerikanskir miðlar
siga eisini, at ein orsøk er at
leikararnir
vilja
ikki
bæði
spæla HM hetta summarið og
so OL næsta summar uttan
steðg. HM endaði við ringasta
amerikanska
úrslitinum
nakrantíð, tí USA endaði á
sjeynda plássið eftir at hava
tapt ímóti bæði Fraklandi
og
Serbia.
Kortini
kundu
amerikumenn fegnast um at
hava spælt seg til luttøku í OL
í Tokyo. Tvey tey bestu liðini
úr Norður- og Suðuramerika
vunnu luttøku, og her var USA
næst eftir Argentina.
Spanska
heimsmeistara
heitið hevur sjálvsagt elvt til
stóra frægd í Spania, har eitt nú
forsetin í Real Madrid, Floren
tino Perez, sunnudagin boðaði
frá, at hann er farin at royna
at fáa kurvabóltsliðið hjá Real
Madrid at spæla í NBA.
SÚKKLING
Tann seinasta av teimum trim
um sonevndu ”grand tours” var
avgjørd um vikuskiftið. Tað
var slovenski Primoz Roglic, ið
vann reyðu troyggjuna í Vuelta
a España. Ein annar sloveni,
Tadej
Podagacar,
gjørdist
nummar trý, meðan spanski
superveteranurin,
Alejandro
Valverde gjørdist nummar 2.
Primoz
Roglic
var
ein
av
størstu
favorittunum
undan kappingini og fekk
fatur á reyðu troyggjuni á
einstaklingastartinum á tíggj
unda teini. Slovenska stjørnan
varðveitti
oddasessin
allan
vegin til Madrid á 21. teininum
sunnudagin, og kundi tí fegnast
um størstu sigurin higartil.
Primoz Roglic er seinastu
árini vorðin ein stór stjørna
í súkkluheiminum, og hevur
eisini fingið nógv uppmerk
semi fyri sína øðrvísi leið inn
í yrkissúkkling. 18 ára gamal
vann slovenin HM fyri ung
í skílhoppi, men trý ár seinni
datt hann øgiliga illa í einari
kapping og gavst sum skí
hoppari. Sum 23 ára gamal
byrjaði hann at súkkla, eitt ár
senni livdi hann av at súkkla
burturav og seinastu tvey árini
hevur hann prógvað seg sum
ein av heimsins bestu. Primoz
Roglic er 29 ár í dag.
FRÆLSUR
ÍTROTTUR
Kenya er tiltikið at vera eina
ráðandi á langteinum í renning,
og hetta var hildið fast um, tá
ið 26 ára gamli Geoffrey Kam
woror setti heimsmet í hálv
maraton
sunnudagin.
Tað
var í Keypmannahavn at stór
kapping var í hálvmaraton
og Kamworor úr Kenya rann
teinin upp á 58 minuttir og
eitt sekund. Hetta er 17 sekund
skjótari enn eitt ára gamla
heimsmetið. Fyri einari viku
síðani rann Brigid Kosgei úr
Kenya seg til heimsmetið hjá
kvinnum við tíðini 1 tími, fýra
minuttir og 58 sekund.
SPANSKUR
FÓTBÓLTUR
Ansu Fati er nýggja stjørnan í
Barcelona.
Leysasøgurnar um at FC
Barcelona fór at keypa Neymar
aftur úr PSG vístu seg at vera
ósannar, og fjepparar vóru
í døpurhuga at teir tríggir
Barcelona-áleypararnir, Lionel
Messi, Luis Suarez og Ousmane
Dembelé
allir
hava
verið
skaddir tær fyrstu vikurnar
av kappingarárinum. Tí hev
ur brádliga verið neyðugt
hjá Barcelona at leita sær til
ungdómsleikararnar, og nú
tykist felagið hava funnið
sær eina nýggja størnu. 16 ára
gamli Ansu Fati úr Guinea-
Bissau var skiftur inn fyri
fyrstu ferð ímóti Osasuna
fyri trimum vikum síðani og
skoraði eisini. Sostatt gjørdist
hann yngsti Barcelona-leikarin
at skora mál í skrásettum dysti.
Frammanundan hava Lionel
Messi og Bojan Krkic átt tað
metið.
Leygardagin vísti Ansu Fati
so, at málið ímóti Osasuna ikki
bara var av hepnið.Við bæði at
skora til 1-0 og leggja upp til
2-0 teir fyrstu sjey minuttirnar
av dystinum ímóti Valencia
leygardagin
sleyg
vinstri
vongurin navnið hjá sær fast
í
altjóða
ítrottarheiminum.
Barcelona vann eisini henda
dystin 5-2. Eftir fýra dystir
hevur Barcelona sjey stig og
er á fimta plássið í sponsku
landskappingini
aftanfyri
Sevilla, Atlético Madrid, Real
Madrid og Athletic Club.
ÓVANTAÐAR ALTJÓÐA STJØRNUR
Vikan í altjóða ítrotti hevur prógvað, at
óvantaðar stjørnur sigra oftari og oftari
á siðbundnum feløgum og tjóðum