mánadagur 16. september 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á hondbóltssíðunum í vetur
fer Ítrottarsosialurin at kjósa
bestu leikararnar í umfari
num, og tey fyrstu at vera kos
in eru eisini tey, ið eftir fyrsta
umfar liggja ovast á topp
skjúttalistanum.
Mansleikarin hetta
umfarið: Hans Eli
Sigurbjørnsson
Fólk flest hava verið spent
at sæð hvussu Nicklas Selvig
kann lyfta KÍF eftir at hava
verið í útlegd nøkur ár. Var
dysturin ímóti Team Klaksvík
ein ábending so er svarið
at
landsliðsleikarin
kann
gera stóran mun. Ikki bara
við sínum níggju málum, ið
hann
skoraði
sunnudagin,
men eisini við at taka nakað
av ábyrgd av herðunum hjá
Hans Eli Sigurbjørnsson. Um
hetta var atvoldin ella ikki,
so
eksploderaði
Hans
Eli
Sigurbjørnsson ímóti klaks
víkingum í seinna hálvleiki.
Vinstri bakkurin fekk heili 16
mál – 14 av teimum í seinna
hálvleiki. Saman við teimum
níggju málunum hjá Nicklasi
Selvig legði hetta upp til ein
óhoyrdan stórsigur upp á
43-25 ímóti Team Klaksvík,
og kappingarneytarnir hava
fingið boð um at teir báðir
landsliðsleikararnir úr KÍF
eru
eins
vandamiklir
og
seinast teir spældu saman í
KÍF í FM-árunum 2014 og 2015.
Kvinnuleikarin hetta
umfarið: Agnas Olsen
Ársins leikari 2018, Agnas Ol
sen, mátti taka eyka ábyrgd í
dystinum í Vági, tá ið hon eitt
nú ikki hevði Liljuna Müller
(fyrr
Djurhuus)
við
sína
vinstru lið. Tað mundi standa
nógv á hjá favorittunum úr
VÍF, tá ið tað var javnleikur
um miðjan seinna hálvleik.
Men seinastu 12 minuttirnar
skoraði Agnas Olsen seks av
sínum 11 málum, og gjørdi sitt
til at VÍF at enda vann tryggan
sigur við 21-27. Næst henni á
toppskjúttalistanum hjá VÍF
var 18 ára gamla lítlasysturin,
Ingibjørg Olsen, ið fekk seks
mál.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Sjúrður Hildarson Hoydal
Spenningurin var stórur undan
fyrsta umfarinum í bæði mans-
og kvinnudeildini í hondbólti
sunnudagin. Menninir hjá H71
eru skýrdir at vera risastórir
favorittar hetta kappingarárið,
men tað gjørdist sera tepurt í
Hoyvíkshøllini ímóti Neista
num.
Neistin nógv betri
enn seinast
Fyri góðari viku síðani var
undansýning til kappingarárið
við stórsteypadystinum um
Lionsbikarið, ið menninir hjá
H71 vunnu sera sannførandi á
Neistanum. Men liðini tóktust
hamskift
í
Hoyvíkshøllini
sunnudagin. Álopið hjá Neista
num skar ígjøgnum H71-verju
na, meðan unga H71-álopið var
heldur stirvið og hevði eisini
trupult við at fáa bóltin fram
við Nicholasi Satchwell tá ið
skotroyndirnar komu. Neistan
fekk sær eina trivaliga leiðslu
upp á eini fimm mál, áðre
nn nýggi H71-venjarin, Einar
Jónsson, tók time-out. Føroya
meistararnir úr H71 fótaðu sær,
og dysturin gjørdist javnur
aftur.
Neistastjørna
pínufullan skaða
Ein keðilig hending eftir eitt
gott korter fór at seta sín dám
á dystin. Tróndur Kragesteen
leyp upp frá og fekk tvær
hendur í kroppin, og datt hart
á gólvið. At síggja til gav hetta
ringan skaða á vinstra arm
og landsliðsliðskiparin mátti
á sjúkrahúsið í svárari pínu.
Undan prenti av hesum blaði
hevur Sosialurin ikki frætt
hvussu álvarsamur skaðin er,
men onkur uggi kann kanska
vera í at tað ikki var skot
armurin, ið fekk skaða.
Rasmus tók yvir
Uttan Trónd Kragesteen var
nógv ábyrgd løgd á herðarnar
á Rasmus Søby, og tað hóvaði
ársins leikara væl. Høgri bakk
urin fann síni allarbestu skot
fram og ferð eftir ferð sungu
bóltarnir í stengurnar og inn,
eftir undirhendir, hoppiskot og
hvat nú hóvaði neistamanni
num í støðuni.
Tað leikaði sera javnt á og
liðini skiftust um leiðsluna.
Hjá H71 var tað enn einaferð 17
ára gamli Elias Ellefsen á Skipa
gøtu sum legði størsta trýstið.
Stóra stjørnuskotið í føroysk
um hondbólti byrjaði ikki eins
væl í dag og hann gjørdi í stór
steypadystinum, men hann
fekk aftur nógva ábyrgd tá ið
dysturin skuldi avgerast.
Dysturin skuldi avgerast í
seinastu løtunum. Tá fekk H71
brádliga økt um munin upp í
tvey mál. Tað eydnaðist ikki
Neistanum at koma nærri enn
eitt mál, og dysturin endaði 31-
29 til H71.
VB var við í 50 minuttir
Kanska var størsti spenning
urin hetta vikuskiftið var í
Vági, har tað endiliga aftur
var topphondbóltur á skrán
ni. Fyrsta mótstøðuliðið hjá
endurreista
VB-liðnum
var
ímóti VÍF, og eina løtu var
dysturin eins spennandi og teir
plagdu at vera ímillum liðini
fyri bert tveimum árum síðani.
Eitt heldur skert VÍF-lið uttan
eitt nú Liljuna Müller hevði
tamarhald á dystinum og var
á odda við fimm málum nakað
inn í seinna hálvleik. Men
brádliga raknaði VB við og fór
frá at vera aftanfyri 15-11 til at
javna til 17-17. Tíggju minuttir
fyri leiklok var javnleikur 20-
20, men so steðgaði tað upp
hjá heimaliðnum. Vestmanna
kvinnur vóru eirindaleysar og
vunnu at enda 21-27.
Kollfirðingar stórsigraðu
Áskoðarar tykjast at hava góðar
vónir til KÍF í ár eftir at Nicklas
Selvig og aðrir styrkir eru
komnir í summarsteðginum.
Eftir fyrsta umfarið at døma er
hetta við góðari orsøk. Ferðin
og orkan er í øllum førum í lagi,
tí í seinna hálvleiki skoraði KÍF
næstan eitt mál um minuttin
og vann øgiligan stórsigur á
Team Klaksvík við úrslitinum
43-25 eftir hálvleiksstøðuna 18-
15. Hans Eli Sigurbjørnsson og
Nicklas Selvig skutu ávikavist
16 og níggju mál.
H71-kvinnur vunnu
á Neistanum
Stóra søgan í Hoyvík var høgri
bakkurin, Sofie Søberg, sum
brádliga skifti úr Neistanum
til H71 herfyri. Tað tóktist eisini
sum Neistin saknaði høgra
bakkin, tí har vóru ikki nógvar
hóttanir úr fjarstøðu. H71
hevði eisini munin allan dystin
og tað var ongantíð veruligur
spenningur um úrslitið, hóast
at Neistin pyntaði væl um
úrslitið seinastu løtuna. H71
vann dystin 22-19 eftir hálv
leiksstøðuna 12-7.
sjurdur@sosialurin.fo
FAVORITTARNIR VUNNU,
MEN IKKI SUM VÆNTAÐ
Bæði H71-menn og kvinnur vunnu á
Neistanum. VÍF mundi bjóðað vágbingum
vælafturkomnar við einari gávu og
KÍF-álopið knústi klaksvíkingar
Hans Eli og Agnas í málhýri