Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Tey í boksifelagnum Tórshavn Boksing hava verið í gongd í ein góðan mánaða eftir ein styttri summarsteðg, og tað er framvegis gott lív í tí lutfalsliga nýggja boksifelagnum í høvuðs­staðnum. Venjing er tríggjar ferðir um vikuna og annanhvønn leygardag, og aldurin á teimum 30-40 íðkarunum til hvørja venj­ing spennir víða, at frá áttá árum upp til síðst í 50-ini. - Helvtin av okkara boksar­ um eru fitnessboksarar. Tað er ógvuliga populert. Tað er boksing, har tað snýr seg um tann fysiska partin. Eitt nú armboyggingar, at boksa sekkir og líknandi. Boksing, har eingin slær teg aftur, sigur høvuðsvenjarin í Tórshavn Boksing, Martin Meng. Hin helvtin fæst við ta klassisku boksingina, har boksararnir eitt nú arbeiða við dystarteknikki, paradum, beinarbeiði og sparring í boksi­ ringinum. Martin Meng sigur, at teir menna fleiri og fleiri sokallaðar dystarboksarar - tað vil siga boksarar, ið hava prógvað, at teir eru tilreiðar at boksa veru­ ligar dystir. - Væntandi fáa vit tveir dystarboksarar afturat í januar, og so eru vit uppi á 12 tilsamans, sigur Martin. Tórshavn Boksing fæst eisini við at bjóða boksiundirvísing fram til almenningin, og síðst í sep­tember og ein mánaða fram koma skúlaflokkar at royna seg í boksihølunum einaferð um vikuna. - Hetta er motión og tek­ nikkur, og eingin fær loyvi at sláa hvønn annan, undirstrikar Martin. - Tað er øgiliga populert, og vit høvdu ynskt at enn fleiri skúlar komu uppí, so vit kundu havt eina fulla viku við vitjandi frá skúlum, sigur Martin. Venjingarlega Um hálva aðru viku seta 12 fólk úr Tórshavn Boksing kósina til Danmarkar, har tey fara at luttaka á Vordingborg Boxing Camp. Hetta er ein altjóða venj­ ingarlega við luttakarum úr Danmark, Svøríki, Týsklandi, Hol­landi, Fraklandi og Ong­ landi. - Hetta er toppurin av poppi­ num í amatørboksing í Evropa, so tað verða nakrir harðir dag­ ar, sigur Martin. Áðrenn venjingarlegan byrjar fara føroysku boksar­ ar­nir at venja í Team Meng Gym í Nykøbing Falster. Hetta er eitt boksifelag, sum syst­kina­barn Martin, hann eitur Morten, rekur. Ímillum boksar­arnar í felagnum er eitt nú Oliver Meng, ið er sonur Morten. Oliver er IBF junior­ heimsmeistari. - Vit steðga har í hálvan­ annan dag fyri at fínpussa teknikk­in, sigur Martin. Føroyar luttaka við fýra diplomboksarum og fimm dystarboksarum, og tey kunnu vænta sær nakrar harðar og gevandi venjingardagar, ið allir byrja við renning tíðliga á morgni, og so annars við boksivenjingum saman við útlendskum venjarum. Tey í Tórshavn Boksing fáa í næstum eisini forkunnuga vitjan. Thomas Damgaard, ið er fyrrverandi fulltíðarboksari, kemur til Føroya, og tá er ætlanin at hann skal koma fram­við hjá felagnum og hava eina venjing. Tað er annars nógv á skránni hjá Tórshavn Boksing í vetur, sum umframt nú í september, eisini fer til Danmarkar at kappast í oktobur, novembur og desembur. albinus@sosialurin.fo Tórshavn Boksing: BOKSING FÍNPUSSA TEKNIKKIN Í DANMARK Tórshavn Boksing hevur sett hol á eitt nýtt kappingarár, og tað er nógv spennandi á skránni restina av árinum Boksarar Nóa Tummas Jacobsen Solveig Arge Sigurbjørn Joensen Magni Elias Vang Andreas Dam Poulsen Benjamin Baadsager Teitur Jákupsson Jonathan Fonsdal Malaikev Levi Høgnason Hammer Venjarar Martin Meng Wojciechowski Bjartur René Nielsen Nurlan Malaikev TRÍGGIR BOKSARAR BURTURVÍSTIR Í Tórshavn Boksing raðfesta tey trygdina hægst, og tey ganga eisini strangliga eftir at reglurnar verða hildnar. Ein meginregla í boksing er, at tú ikki hevur loyvi at brúka tíni kynstur uttanfyri boksiringin - eitt nú úti á gøtuni ella í skúlanum - og hesa regluna hava tríggir limir í felagnum brotið. Avrokningin hjá teimum hevur verið kontant, nevniliga burturvísing úr felagnum. - Tað er einki at krógva, at vit læra fólk at berjast, men reglurnar siga, at tað ikki er loyvi at boksa uttanfyri boksiringin. Tað fortelja vit øllum limunum, og vit eru eisini púra opin um burturvísingarnar, sigur Martin Meng, høvuðsvenjari í Tórshavn Boksing, og peikar eisini á, at boksingin eisini er sjálvverja. NÆRKAST NÝGGJUM HØLUM Tórshavn Boksing heldur til í kjallaranum í Høllini á Hálsi saman við borðtennis og judo, men har er ógvuliga trongligt, og tað verður í løtuni arbeitt við at Tórshavn Boksing kann flyta í onnur høli í heyst. - Vit hava heilt einfalt brúk fyri fleiri kvadratmetrum. Beint nú eru vit sum sild í tunnu við 40 íðkarum í einari lítlari høll, sigur Martin Meng og vísir á, at nýggju hølini fara at geva teimum møguleikar at mennast og vaksa.