mánadagur 16. september 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hetta er ein dokumentarur
hjá Asif Kapadia um Diego
Maradona og tíðina í Napoli.
Asif Kapadia er maðurin
handan frálíka dokumentarin
um
Ayrton
Senna
við
heitinum
“Senna”.
Eisini
hesa ferð er talan um avbera
áhugaverdan og væl gjørdan
dokumentar.
Longu í innganginum er
greitt, at Asif Kapadia, eins og
við Senna, hevur fatur á rætta
endanum. Talan er nógvar
sjónbandamyndir, sum ikki
hava sæð dagsins ljós fyrr.
Og her dugur Asif Kapadia
eisini at lata myndirnar tosa.
Tá tosað verður við fólk,
sum luttaka í søgugongdini
og á myndunum, er tað bara
røddin sum kemur fram. Tað
gera at tú ongantíð hoppar í
tíðarlinjuni og ert til staðar.
Tú ert allatíð saman við Diego
Maradona. Tó eru nøkur hopp
til barndómstíðina, men tær
geva dokumentarinum nógv.
Antonio Pinto hevur gjørt
ljóðmyndina,
sum
spælir
væl saman við myndum og
stemninginum.
Dokumentarurin
er
eisini væl uppbygdur. Tú
sleppur tætt at Diego, sum
er drongurin í slummuni í
Argentina, og tú sleppur tætt
at Maradona, sum er spælarin
og mýtan, ið má verja seg
móti øllum áhuganum og
áganginum.
Dokumentarur
byrjar
við
fyrsta
degnum
hjá
Diego í Napoli, har hann er
umgridur av viðhaldsfólki
og fjølmiðlum. Hann endar,
tá
Maradona
einsamallur
og
hataður,
við
kokain
í
blóðinum
og
longum
leikbanni, fer av flogvøllinum
í býnum, har hann fró frá at
verða hetja til skurkur upp á
seks ár.
HYGG UM: Tú hevur tann
minsta áhugan fyri Diego
Maradona og mýtuna um
mannin, sum fleiri met a er
heimsins besti nakrantíð
IKKI
HYGGA
UM:
Nakrir ungir dreingir
høvdu sníkt seg inn í
salin, men teir vóru
skjótir útaftur. Kanska
tað er eitt aldursmark
fyri
at
halda
at
dokumentarurin
er
spannandi.
Heldur
ikki fyllir HM 1986
nógv.
HVUSSU ER AT HYGGJA:
Tað krevur eitt sindur av
áhuga, tí dokumentarurin er í
tveir tímar og tíggju minuttir.
Annars framúr góður við
forkunnugum
myndum,
góðum tónleiki og greiðari
søgugongd.
HVAT SIGUR TÚ: Ert tú
uppvaskin
við
Diego
Maradona, so er ongin ivi.
Hendan mást tú síggja!
FAKTA: Tað er Asif Kapadia,
sum
er
høvðusmaðurin
aftanfyri
dokumentarin.
Hann
hevur
gjørt
dokumentarar sum “Senna”
og “Amy”, sum er um Amy
Winehouse.
Frá Diego til Maradona
Sebastian Pingel kom inn og skoraði tvær
ferðir fyri HB
Cristiano Ronaldo klárar ikki at halda tárunum
aftur í samrøðu við Piers Morgan
-Eg roknaði ikki
við at gráta
-Eg havi so víst, at tað
skeivt at eg byrjaði á
bonkinum
Vikan ið fór
Kvinnurnar hjá KÍ eru
aftur FM-vinnarar, eftir
at hava spælt málleysan
javnleik móti EB/Streymi/
Skála, sum er verandi FM-
vinnari.
Hondbólturin rullar aftur
og Hondbóltssambandið
boðar frá, at samstarvið
við SMS og Okkara heldur
fram.
Brandur Hendriksson
og FH tapa í íslendsku
steypafinaluni móti
Víkingi Reykjavík 1-0.
Gunnar Nielsen er ikki við
í hópinum, eftir at hava
verið raktur av mateitran.
Fyrrverandi danski
boksarin, Thomas
Damgaard, vitjar í
Føroyum í hesum døgum
í samband við at hann
hevur liðtíðar í Yndi.
Kappingarnevndin hjá
Fótbóltssambandinum
avlýsur allan fótbólt
leygardagin, tí tað verður
boðað frá stormi. Tað
elvur til nakað av telving,
men øll skilja avgerðina.
U21 landsliðið í fótbólti
tapur heili 7-1 á útivølli
móti Norðurmakedonia.
Talan er metstórt tap í
U21 samanhangi.
Føroyska A-landsliðið
tapur 4-0 í Spania.
Jóannes Bjartalíð fær stóra
føroyska málmøguleikan,
men tað endar við at ein
málmaður við navninum
David De Gea bjargar.
Danska TV2 skrivar, at
Jóhan á Plógv er á veg til
týskan hondbólt. Hann
sigur sjálvur at tað er
ongin loyna, at tað hevur
hansara áhuga.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Tróndur Jensen
Aldur: 26 ár
Yrki: Fótbóltur (HB)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Geza Turi
2. Dia Midjord
3. 1998
4. Rókur í Jákupsstovu
5. Áki Johansen
6. Ormurin Langi
7. KÍ
8. Rebekka Fuglø
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu eitur Diego Maradon til millumnavn?
2 Hvat ár er Diego Maradona føddur?
3 Hvussu nógvum HM endaspølum hevur Diego Maradona
luttikið í sum spælari?
4 Hann hevur eisini verið landsliðsvenjari, men hjá
hvørjum?
5 Tey flestu kenna søguna til Napoli, men hvar skifti Diego
Maradona til aftaná?
6 Diego Maradona skoraði ikki í HM-finlauni 1986, tá
Argentina vann 3-2 á Vesturtýsklandi, men hvør skoraði
so?
7 Fýra ár seinni vann Vesturtýskland 1-0 í eini endurtøku
av HM-finaluni. Hvør skoraði týska málið og fekk Diego
Maradona at gráta?
8 Diego Maradona skorar við “Guðs hond” í hálvfinaluni til
HM 1986. Hvør er málverjin?
Tú fór av vøllinum í gjár
við skaða í knænum. Tað
sá ikki gott, hvat hendi?
Eg fekk eina avlevering og
steðgaði á og skuldi fara eftir
bóltinum, so føldi eg okkurt í
knænum. Tað var ikki nøkur
intens støða. Eg standi púra
einsamallur.
Hvat er so støðan nú?
Tað er altíð ringt at siga,
tá tað er knæ’ið. Eg fari til
Danmarkar til tjekk í vikuni.
Eg vóni ikki at tað er eins
álvarsligt, sum tað hjá Hørði
Askham. Eitt tað fyrsta tey
spryja um, er um eg hoyrdi
eitt knekk, men tað gjørdi eg
ikki.
Tú var eisini
langtíðarskaddur
í lærinum fyri?
Ja, og aftur nú er okkurt, men
eg havi ikki hugsað so nógv
um tað enn. Nú royni eg bara
at vóna upp á tað besta.
Tit hava eina steypafinalu
um leygarkvøldið og
tað sær ikki út til,
at tú verður við?
Ja, tað sær soleiðis út. Tað er
ræðuligt!
Hvat sker so nú?
Nú fari eg niður til kanningar
og vóni tað besta. Eg má bara
krossa fingrar – tað er einki
annað at gera.
OYGGJALEIKIR