mánadagur 16. september 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. september 2019 · Nr. 106
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Søgan endurtekur seg. Vit hava
avbjóðingar við veðrinum, tá tað
kemur til fótbólt í Føroyum. Um
vikuskiftið bleiv allur fótbóltur
avlýstur leygardagin. Tá so
leygardagurin kom, so kann ongin ivi
verða um, at tað var ein røtt avgerð.
Tað var ódn og als ikki spælandi.
Nú kenna vit ikki alt eftirspælið,
men eg haldi at higartil eru øll samd
um tær broytingar, ið eru. Tað er
gott, at Fótbóltssambandið í samráð
við feløgini kann fáa slíkt avgreitt.
Men hvørja ferð vit hava slíkar
avbjóðingar setur tað gongd í eitt
kjak, sum javnan er frammi. Hvussu
skulu vit gera, so at avgerandi dystir
ikki verða spældir í so ringum veðri.
Ein loysn, sum hevur verið frammi
fleiri ferðir, er at vit venda kapingini
so at vinnarin verður funnin í juni.
Síðani byrjar kappingini aftur í juli.
Hetta hevði tó havt tað avleiðing,
at tað verður ein langur steðgur um
veturin. Eg ivist um tað hevði gjørt
gott fyri spenningin. Tað er eisini í
vetrarhálvuni, at flestu flytingarnar
eru. Tí hevði landskappingin eisini
verið deild upp í tvær hálvur.
Ein annar møguleiki er at strika
summarferiuna og stytta longdina
á kappingini. Tað gera tey millum
annað í Íslandi. Her eru tveir vansar.
Tann fyrri er, at tað órógvar feløgini,
sum skulu umboða Føroyar í Evropa
og tryggja at vit hava fýra pláss
Evropa.
Hin avleiðingin er á tí meiri
menniskjaliga økinum. Tað er um
summarið, at familjan vanliga hevur
frí og tí gevur møguleika fyri eini
feriu saman við familjuni, sum í
gerandisdegnum má velja nógv frá,
fyri at spælararnir kunnu spæla.
Eg veit ikki hvat skilabesta
loysnin er. Tað er so ikki at gera sum
í eitt nú Sarpugerði, har vøllurin
stendur og gapar í einum vindholi
og skýlið er ongin hjálp. Tá eg hugsi
um ungdómslandslið og tekniska
og taktiska venjing, so haldi eg
framvegis, at vit skulu raðfesta eina
fótbóltshøll, sum eisini skal rúma
ein toppdyst í Betri deildini – um vit
koma í eina slíka støðu.
Tað var hvørtfall rætt at flyta
dystirnir hesaferð, men hvussu leingi
kunnu vit liva við at veðrið spælir
ein so stóran leiklut í føroyskum
fótbólti?
sjurdur@sosialurin.fo
Heri Simonsen/Tróndur Arge
FH hevði Brand H. Olsen við frá
dystarbyrjan. Þórður Þ. Þórðarson
í FH-verjuni var so óheppin tá 57
minuttir vóru farnir av dystinum,
at hann kom at nerta bóltin við
hondini í egnum brotsteigi, og
dómarin dømdi brotsspark, ið
gjørdist sigursmálið hjá Víkingi
Reykjavík. Óttar Magnús Karlsson
skoraði sigursmálið hjá Víkingi
Reykjavík, ið vinnur íslendsku
steypakappingina fyri fyrstu ferð
síðani 1971.
Brandur H. Olsen hevði eina
góða
skotroynd
á
málið
hjá
Víkingi tá eitt lítið korter var
eftir av vanligu leiktíðini, men
Þórður Ingason í Víkinga-málinum
bjargaði í stórum stíli. Løtu seinni
hevði Brandur eina góða sending
inn í brotsteigin til Morten Beck,
ið ikki tók av, men stútaði bóltin
uppum málið hjá Víkingi. Í fyrra
hálvleiki fekk Brandur gult kort
fyri at fella ein leikara hjá Víkingi.
Brandur
vann
donsku
steypakappingina við FCK í 2015,
men eydnan var tíverri ikki við
honum hesaferð.
Gunnar
Nielsen
var
ikki
partur av hópinum hjá FH til
steypafinaluna. FH liggur annars
á triðja plássi í pepsideildini við
31 stigum, og tað triðja plássið
má haldast um FH skal sleppa út
í Evropa komandi kappingarár.
Trý umfør eru eftir at leika í
pepsideildini.
Jóan Símun og Bielefeld
halda fram
Jóan
Símun
Edmundsson
og
Arminia Bielefeld halda fram
við at vinna í 2. Bundesliguni.
Leygardagin
vann
Arminia
Bielefeld
2-0
á
útivølli
móti
Hannover 96.
Føroyski
landsliðsspælarin
spældi allan dystin á høgra vongi,
og fær rós fyri sítt avrik. Tað var
Fabian Klos, sum legði Arminia
Bielefeld á odda eftir ein hálvan
tíma. Tá ein tími var spældur økti
Andreas Voglsammer til 2-0 við
brotssparki.
Hetta
er
ikki
fyrstu
ferð,
at Føroyar spæla í Hannover.
Bæði í 2002 og í 2012 hevur
føroyska
landsliðið
spælt
undankappingardystir
móti
Týsklandi. Fyrra dystin taptu vit
2-1, og seinni dystin 3-0. So ein
fyribils uppteljing sigur, at Jóan
Símun
Edmundsson
er
fyrsti
føroyingurin, sum hevur vunnið í
Hannover.
Arminia Bielefeld liggur í løtuni
triðja plássi í 2. Bundesliguni.
Stórfeløgini
VfB
Stuttgart
og
Hamburg SV.
trondur@sosialurin.fo
BRANDUR OG FH
TAPTU ÍSLENDSKU
STEYPAFINALUNA
Rætt at flyta dystir
Fyri fyrstu ferð síðani 1971 hevur Víkingur Reykjavík vunnið
íslendsku steypakappingina. Víkingur Reykjavík vann íslendsku
steypakappingina við 1-0 sigri á FH á Laugardalsvøllinum í Reykjavík