týsdagur 17. september 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Seinnu árini hava tey í
Stóru Dímun tikið nakrar
lírar, tá vertíðin er, men
her verður bara tikið til
húsbrúks.
Líradagur er 26. august.
Tá plagdu teir gomlu at
draga líra, har skrápur
reiðrast.
Vanligt er at ganga
á kvøldi við lykt einar
14-16 dagar eftir líradag.
Tá kann roknast við, at
lírin er so mikið búgv
in, at hann kemur út úr
djúpu holu síni í kvøldar
myrkrinum.
Fer lírin ikki á flog, fer
hann inn aftur, tá kvøldið
líður og kemur so út aftur
eitt annað kvøld.
Taka til húsbrúks
Jógvan Jón Petersen í
Stóru Dímun sigur, at
tey plaga at taka einar
120 lírar til húsbrúks, og
soleiðis hevur eisini verið
í ár.
- Vit plaga at hugsa um
líkindini, tá farið verður,
tí líkindini kunnu vera
avgerandi fyri, um lírin
kemur út. Í ár passaði
hetta til dagarnar millum
10. og 14. september.
Hann sigur, at tað
stóð ikki á at fáa teir
120 lírarnar í ár, sum tey
høvdu ætlað sær til hús
brúks.
Spurdur, hví tey ikki
tóku nakrar fleiri, tá
120 fuglar ikki er eitt so
stórt tal, sigur hann stutt
og greitt, at ”… nokk er
nokk…”
Skrápurin nørist
Jógvan
Jón
Petersen
heldur, at talið av skrápi,
sum reiðrast í Stóru Dím
un, er vaksið seinnu árini.
- Tá eg hugsi um sein
astu átta árini, haldi eg,
at skrápurin, sum byggir
sær reiður her hjá okkum,
er mentur í tali, og tað er
gleðiligt.
Nú er Stóra Dímun ein
av okkara smáu oyggjum,
og so kortini tekur ein
líratúrur við lykt á kvøld
fitt av tíð.
-
Haðani
sethúsini
eru, ganga vit beint suð
ur eftir og oman á trom
ina. Haðani verður gingið
eystur eftir fram við
bakkanum og Inn á Brun
an, vit rópa tað.
Skrápur og lundi
Jógvan
Jón
Petersen
vísir á, at skrápur, sum er
gamli fuglurin og lundi,
reiðrast í sama lendi,
dygst við bakkatromina.
- Við spakuligari gongd
á kvøldi við lykt tekur ein
líratúrur umleið ein tíma
at ganga hvønn vegin.
Hann sigur, at tað ser
liga er um hesar leiðir í
Stóru Dímun, at skrápur
in reiðrast, og síðan eru
onkrar líraholur sløðandi
ymsastaðni í oynni.
SKRÁPURIN NØRIST Í
STÓRU DÍMUN
Jógvan Jón Petersen heldur, at
talið av skrápi, sum reiðrast í Stóru
Dímun, er vaksið seinnu árini
Vilmund Jacobsen
Í Stóru Dímun hava tey
í heyst slaktað nakrar
kálvar, sum tey skera
sundur og pakka í eskjur
á umleið 20 kilo. Tað, sum
ikki kann skerast til steik
ir, verður malið til fars.
- Vit hava nógv føst
viðskiftafólk til neyta
kjøtið og sama er við
seyðaslaktinum,
sum
nú verður fyrireika og
stundar til. Tey eru mong,
sum ár um ár keypa og
hava keypt kjøt úr Stóru
Dímun, sigur Jógvan Jón
Petersen.
Hann vísir á, at hóast
viðskiftafólkini
eru
mong, eru fólk altíð væl
komin at venda sær til
garðin og spyrja seg fyri.
Í Stóru Dímun fletta
tey eini 400 til 450 lomb
og seyðir á hvørjum heys
ti.
Jógvan Jón Petersen
sigur, at tað er nógv at
gera í Stóru Dímun um
heystið, tá fjøllini verða
gingin, og lombini skulu
takast.
Hava slaktað tarvkálvar
- Tað er nógv at gera í Stóru Dímun um
heystið, tá fjøllini verða gingin, og lombini
skulu takast, sigur Jógvan Jón Petersen
Við spakuligari gongd tekur ein líratúrur í Stóru Dímun umleið ein tíma at ganga hvønn vegin
Líri er sera góður matur og fleiri, sum hava smakkað
líra, halda, at hann er betur enn nátungi