Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 Skansi Offshore søkir eftir HSEQ leiðara Skansi Offshore søkir eftir rætta persóninum til starvið sum HSEQ leiðari Yvirskipaða ábyrgdin er at menna trygdarmentanina í felagnum, bæði á sjógvi og á landi, og at tryggja, at felagið livur upp til øll viðkomandi krøv, so sum ISM, ISO og viðkomandi vinnugreinastandardir. Viðkomandi verður DPA (Designated Person Ashore) og CSO (Company Security Officer). Starvið Sum HSEQ leiðari hjá Skansi Offshore ert tú partur av leiðslubólkinum, og vísur til stjóran í felagnum. Tú fylgir neyvt við trygdini umborð, og hevur eisini regluligt samskifti við leiðsluna umborð á skipunum. Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at gera innanhýsis skoðan umborð á skipunum, Management Review, greiningar og rapporteringar í samband við trygd og rakstur til kundar, leiðslu og myndugleikar. HSEQ leiðarin samskipar eisini tilbúgvingarvenjingar, upplæring av nýggjum starvsfólki og samskipar trygdarfundir og innanhýsis seminar. Nakað av ferðing er í samband við starvið. Førleikar Viðkomandi útbúgving so sum skipsførari, maskinmeistari, ella annað við viðkomandi royndum. Góðan kunnleika til galdandi lógir og altjóða standardir, sum eru galdandi á økinum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan frálandavinnuna. Um teg: • Sjálvstøðug/ur • Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir • Tú ert skipað/ur, dugir at halda tíðarfreistir og at arbeiða undir trýsti • Tú hevur lætt við at samskifta á føroyskum, enskum og skandinaviskum í skrift og talu Vit bjóða: • Áhugavert og avbjóðandi starv í eini fyritøku, sum kappast á altjóða marknaðinum • Góðar møguleikar fyri menning • Gott fakligt og sosialt umhvørvi Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber. Løn er sambært avtalu. Hevur hetta tín áhuga? Send okkum tína umsókn við CV og prógvum til: gunnva@skansi.fo, freistin at søkja er 1. oktober 2019. Spurningar kunnu setast til Jens Meinhard Rasmussen ella á tlf 614900. SKANSAVEGUR 7 FO-100 TÓRSHAVN FAROE ISLAND T : +298 61 49 00 F : +298 31 49 06 E : SKANSI@SKANSI.FO