Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Eftir at samgongan er skipað og lands­stýris­ fólk­ini tilnevnd, er stóra upp­gávan at manna tær mongu tingnevndirnar. Reglur eru fyri, hvussu teir 45 nevndarsessirnir skulu býtast millum and­ støðu og samgongu – alt eftir hvussu nógv ting­ fólk hvør bólkurin hevur. Er talan um 17-16 býti í tingi­num fær samgongan 23 sessir í nevndunum, meðan andstøðan fær 22. Er býrið 18-15, so fær sam­gongan 25 sessir, meðan andstøðan fær 20. Tá ið val fer fram av nevndum ber til at gera val­bólkar. Í tinginum í gjár var boðað frá, at samgongan, sum er Fólkaflokkurin, Sam­ bands­flokkurin og Mið­ flokk­urin, hava gjørt val­ bólk saman við Sjálvstýri, so samgongan fær 25 av teim­um 45 sessunum og and­støðan 20. Hvør fær hvat Hetta er rættuliga greitt, men spurningurin er, hvussu sessirnir verða býtt­ir ímillum val­bólk­ ar­nar í teimum einstøku nevndunum. Tá ið tingfundurin var settur aftaná døgverða í gjár, var onki klárt við nevndarbýtinum, so ting­ formaðurin útsetti ting­ fundin til kl. 16 í gjár. Fyri okkum hevði tað avleiðingar, so at vit ikki fáa við í blaðið, hvør skal sita í hvørjari nevnd. Hinvegin kenna vit so nøkulunda, hvussu sessir­ nir verða býttir millum val­bólkarnar í teimum størru nevndunum. Í fíggjarnevndini fær samgongan fýra limir og andstøðan tríggjar. Tað er vanligt, at samgongan hevur formannin í fíggjar­nevndini, sjálvt um móti endanum av farna valskeiði var nú­ ver­andi løgmaður, Bárð­ ur á Steig Nielsen, Sam­ bands­flokkurin, sum tá sat í andstøðu, sat sum formaður í fíggjar­nevnd­ ini. Men í hesum val­skeið­ num verður tað ein sam­ gongutinglimur, sum verður formaður og tað verður ein sam­bands­ tingmaður, sum setur seg í formansstólin. Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur í valbólkinum og tá ið Fólkaflokkurin um­ sitir fíggjarmál í lands­ stýrinum, so er tað næsti á listanum, sum fær for­ manssessin. Í vinnunevndini er støðan umvend. Har fær andstøðan fýra limir og samgongan tríggj­ar. Tað hevur við sær, at andstøðan fær formansskapin í vinnu­ nevndini, sum verður mett sum ein týdn­ingar­ mikil nevnd. Í rættarnevndini fær valbólkurin hjá sam­ gonguni og Sjálvstýri fimm sessir, meðan and­ støðan fær tveir sessir. Kristin Michelsen var formaður í rættar­ nevndini í farna valskeiði og møguliga endar hann aftur sum formaður í somu nevnd aftur. Í uttanlandsnevndini fær sami valbólkur eisini fimm sessir og and­støðan fær tveir. Tað vil siga, at eisini í uttan­lands­nevnd­ ini fær samgongan for­ mannin. Í mentannarnevndini fær samgongan fýra sessir og andstøðan tríggj­ar, meðani tað er um­vent í trivn­að­ar­ nevnd­ini har andstøðan fær fýra sessir og sam­ gong­an tríggjar. Við øðrum orðum, so fær andstøðan for­ mans­skapin í tveimum av teimum seks stóru nevndunum, meðan samgongan fær for­mans­ skapin í teimum fýra nevnd­unum Ein nevnd er eftir at velja til og tað er lands­ stýrismálnevndin við trim­um sessum. Vit kenna ikki býtið har, men skal alt ganga upp, so fær andstøðan tveir av trimum sessum og sam­ gongan ein. Tingbólkaformenn Umframt at velja limir í hesar nevndu nevndirnar, so skulu flokkarnir eisi­ni innanhýsis velja ting­ bólka­formenn. Fyri and­støðu­flokk­ ar­nar er tað vanliga for­ mennirnir, sum taka sær av tí, meðan sam­gongu­ flokkarnir ofta velja aðrar. Í hesum sambandi hevur Fólkaflokkurin valt Christian Andreassen til tingbólkaformann, með­ an Sam­bands­flokk­urin ikki hevði valt formann tíð­liga seinnapartin í gjár. Men tá ið ting­for­ maðurin kunngjørdi val­bólk­in millum sam­ gongu­flokkarnar og Sjálv­stýri, so var tað Magnus Rasmussen, sum skrivaði undir fyri Sam­ bandsflokkin. Tingfundurin, sum var í gjár, var altso ein fundur har tingið skip­ aði seg og eykafólk tóku sæti á tingi fyri tey seks landsstýrisfólkini, sum søktu um orlov úr tingi­ num, meðan tey sita í lands­stýrinum. Nevndarbýtið tók drúgva tíð í Løgtinginum í gjár Stóra kabalin í tinginum eftir løgtingsvalið og eftir at nýggj samgonga er skipað er, hvussu tær stóru tingnevndirnar skulu mannast Kristin Michelsen, Sjálvstýri, er farin í valbólk við samgonguni Magnus Rasmussen skrivaði undir fyri Sambandsflokkin Jógvan á Lakjuni, tingformaður, gav flokkum tíð at tosa samn um nevndarbýtið og niðurlegði tingfundin Christian Andreassen er nýggjur tingbólkaformaður fyri Fólkaflokkin