Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 TÍÐINDI Hallur av Rana Hundraðtals føroyingar fara leygardagin í holt við at rudda Føroyar, tá árliga ruddingartiltakið við sama navni fer av bakka­stokki. Í ár verður ruddað á 12 ymiskum støðum kring landið. Ruddað verður í Sandavági, Sør­ vági, Streymnesi, Hoy­vík, Tórshavn, Skála, Funn­ ings­firði, Nólsoy, Tvør­ oyri, Argjum, Sumba og Kollafirði. Tað almenna tiltakið byrjar klokkan 10 og síðan verður ruddað teir næstu tímarnar. 158 lond Á odda fyri til­taki­num í ár eru høvuðs­sam­ skipara­rnir Ása Jóhanna Póls­dóttir og Bjørk Berg Wiggins. Aftrat teim­um hava tær trettan sam­ skipar­ar, ið standa fyri rudd­ingini á teimum ymisk­um støðunum kring landið. Og hóast Rudda Før­ oyar er navnið á sjálvum tiltakinum, so er talan um eitt heimsumfatandi tiltak, ið knýtir fólk kring allan heimin saman um hetta eina enda­málið at rudda okkara nær­um­ hvørvi. Eitt heims­um­ fatandi lokalt tiltak. - Rudda Føroyar var fyri fyrstu ferð í fjør, men tiltakið hevur koyrt síðan 2008 sum ein partur av World Cleanup Day, og er tað felagsskapurin Lets do it World, ið skipar fyri degn­um. Síðsta ár vóru 158 lond við í átakinum, greiða Ása Jóhanna Póls­dóttir og Bjørk Berg Wiggins frá. Føroyingar tóku eisini væl undir við tiltakinum, tá skipað bleiv fyri tí á fyrsta sinni. Millum 1.000 og 1.500 tóku lut í ruddingardegnum, og samlaðu tey um 22 tons av ruski á 10 støðum kring landið. Fyritøkur taka lut Umframt teir ein­stak­ lingar, ið leygardagin fara út at rudda kring landið, verður eisini skipað fyri smærri tiltøkum við ymiskum fyritøkum og skúlum. - Einstaklingar, fyri­ tøk­ur og skúlar taka lut í tiltakinum. Húsar­ halds­skúlin fer at rudda hós­dagin, skúlin á Løg­ manna­breyt ruddar í hesi vikuni og Luna, ið er okkara høvuðsstuðul, fer út at rudda við sínum bátum og starvsfólki, siga høvuðssamskipararnir. Og júst tað, at felags­ skap­urin hevur fingið sam­starv við fyritøkur, kommunur og onnur, ið ynskja at veita eina hond í at rudda landið, er viðvirkandi til, at tað yvirhøvur letur seg gera. - Uttan tað samstarv vit hava við stuðlar, fyri­ tøkur og kommunur hevði tað slett ikki borið til. Kommunurnar hava játtað at burturbeina rusk­ið, meðan nakrar enn­tá heinta tað fyri okk­um. Harumframt fáa vit fíggjarligan stuðul frá fyritøkum til ymiskt í samband við dagin, so sum mat, ruskposar og annað. Felagsskapurin er øgi­liga tengdur at stuðli og vælvild frá øðrum, siga høvuðs­samskipararnir. Hagtøl Meðan talan er um eitt til­tak har fólk sjálvboðin rudda ymisk økir kring land­ið fyri rusk, ynskja fólk­ini handan tiltakið kort­ini, at fólk skráseta seg til dagin. - Tað ber til at skrá­seta seg til tiltakið á heima­ síðuni hjá okkum, men man er sjálvandi væl­ kom­in á degnum, uttan at hava skrásett seg áðrenn. Tað ber eisini til at skrá­ seta seg á staðnum, siga tær. Men um tað eru sum­ mi, ið ynskja at lata lut, men ikki hava høvi at savnast í einum av teim­ um trettan støð­un­um, ber væl til at rudda sjálvi. - Vit skipa fyri rudd­ ingini har vit hava sam­ skiparar, men annars eru fólk altíð vælkomin at rudda har tey eru. Tað harmi­liga er bara, at so er man ikki við at skapa hag­tøl fyri Føroyar. Hetta er jú eitt altjóða til­tak, so um man bara rudd­ar í sínum egna øki, er man ikki við í samlaða hag­ tølunum fyri alt landið, siga høvuðs­sam­skipar­ar­ nir. Á heimasíðuni rudda­ foryar.fo ber til at síggja hvar ruddað verður leygardagin og at skrá­ seta seg til dagin. hallur@sosialurin.fo Leygardagin verða Føroyar ruddaðar - Uttan tað samstarv vit hava við stuðlar, fyritøkur og kommunur hevði tað slett ikki borið til. Kommunurnar hava játtað at burturbeina ruskið, meðan nakrar enntá heinta tað fyri okkum. Harumframt fáa vit fíggjarligan stuðul frá fyritøkum til ymiskt í samband við dagin, so sum mat, ruskposar og annað. Felagsskapurin er øgiliga tengdur at stuðli og vælvild frá øðrum, siga Ása Jóhanna Pólsdóttir og Bjørk Berg Wiggins, ið eru høvuðssamskiparar í Rudda Føroyar