Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana ”Kynsstríðið er ikki av” var høvuðsboðskapurin tá ið Demokratia undan valinum setti sjóneyka á manglandi javnstøðu í før­oyskum politikki við einari lýsingaherferð, ið skuldi skumpa kvinnu­ um­boðanina á tingi rættan veg. Tey seinastu løg­tings­ valini bendu eisini á, at gongdin var tann rætta, og vóru fleiri kvinnur valdar á ting fyri fýra árum síðan. Men sum lýsingaherferðin vísti á, so var enn langt á mál til vit fingu javnstøðu á tingi. Men tað, sum skuldi blíva eitt framhald av góða gongdini, gjørdist í staðin ein marra hjá kvinnu­ligum valevnum og teirra stuðlum. Í teimum sigrandi and­ støðu­flokkunum, Fólka­ flokki­num og Sam­bands­ flokki­num, vóru einans tvær kvinnur vald­ar, meðan fleiri av fram­ stand­andi kvinnu­ligu politikar­un­um í sam­ gongu­flokkunum fullu. Tá valúrslitið varð kunn­gjørt vóru einans átta kvinnur valdar, ið var ein færri enn fyri fýra árum síðan. Av teimum átta vóru fimm valdar fyri Tjóðveldi, meðan hinir stóru flokkarnir, Sam­bandsflokkurin, Fólka­f­lokkurin og Javn­ aðar­flokkurin, einans fingu eina kvinnu valda hvør. Harumframt var eingin kvinna vald fyri Fram­sókn, Miðflokkin ella Sjálvstýri. Tá so nýggja lands­ stýrið bleiv skipað um viku­skiftið, og greitt varð, at Elsebeth Mercedis Gunn­leygsdóttir var einasta kvinna í Tinga­ nesi, varð ósigurin hjá teim­um, ið virka fyri javn­ støðu, endaliga staðfestu. Skuffandi Ein teirra er Marna Jacob­ sen, ið seinastu trý árini hevur verið forkvinna í felagsskapinum Demo­ krat­ia, ið virkar fyri at økja um kvinnu­um­ boðan­ina í føroyskum poli­tikki. - Eg má bara siga, at tað er øgiliga skuffandi at síggja valúrslitið. Tað botn­ar í tí, at seinastu fýra árini kendist tað sum, at kvinnur veruliga høvdu nakað at siga í lands­politikki, sigur hon, tá ið hon verður spurd um valúrslitið. Hon er kortini skjót at vísa á, at tann kensla var partvís grundað á, at fleiri kvinnur taldist mill­um landsstýrisfólkini í sam­ gonguni millum Javn­ aðar­flokkin, Tjóðveldi og Fram­sókn. - Tað komu kanska ikki so nógvar kvinnur inn á ting fyri fýra árum síðan, men av tí, at javnstøða var í landsstýrinum, kend­ist tað øðrvísi fyri kvinn­ur. So hetta er eitt øgi­liga stórt aftur­stig, tí javn­støðan í lands­ stýri­num er farið frá 50 til 14 prosent. Tað er eitt veldigt afturstig, sigur forkvinnan. Tær falnu Merkisvert við valinum hesaferð var, at fleiri framstandandi kvinnur í føroyskum politikki fullu á valinum leygardagin. Annika Olsen, borgar­ stjóri í Tórshavnar kom­munu, Ruth Vang, fíggjar­nevndar­forkvinna, Eyð­gunn Samuelsen, lands­stýris­kvinna í al­ man­na­málum, Rigmor Dam og Hanna Jensen, lands­stýriskvinnur í ymisk­um tíðarskeiðum í menta­málum, umframt fleiri kendar tingkvinnur vóru millum tær falnu. Men júst tað sær for­ kvinnan í Demokratia ikki ein stórvegis trupul­ leika í, tí á tann hátt eru kvinnur javnstillaðar við menn. - Kvinnurnar á teimum tungu sessunum hava upp­livað tað, ið so mong áðrenn tær hava roynt. Tað er eingin mun­ur á teimum og Páll á Reyna­ túgvu, løg­tings­for­ manni, og Magna Arge, fyrrverandi fólka­tings­ manni, ið heldur ikki vóru afturvaldir. So hóast tað kennist ringt hjá teimum kvinnum, ið ikki vóru afturvaldar, so er kynið ikki orsøkin. Tær hava bara verið fyri tí sama, ið menn eru fyri. Nú hava tær roynt seg í fýra ár, og veljararnir hava valt tær frá. Tað má man bara boyggja seg fyri, sigur Marna Jacobsen. Ingilín er fyridømið Sostatt liggur trupul­leik­ in við javnstøðu onkra aðra­staðni, og sambært Marnu Jacobsen er tað í uppstillingini, at hundurin liggur grivin. - Størsti trupulleikin er, at tað eru so fáar kvinn­ur, sum í heila tikið sleppa framat í sjálvum val­stríðnum. Tá tær ikki verða førdar fram á jøvnum føti við menn, verða tær ikki valdar, slær Marna Jacobsen fast, og leggur afturat. - Man veit framman­ und­an, at tað altíð er nøk­ ur, ið ikki verða vald. Men kortini er tað soleiðis, at tá kvinnur verða settar á listan, verða tær sjáldan førdar fram á sama hátt sum menn. Tað hevur heldur ikki hjálpt upp á støðuna í ár, at serliga fiskivinnan hevur verið á breddanum. Tað er eitt mál, ið man vanliga spyr menn um, meðan kvinnur slett ikki verða spurdar. Hinvegin metir hon, at í teimum førum, har flokk­ar hava ført ávísar kvinn­ur fram, hevur tað eydnast at fingið tær valdar. - Tað er heilt týðiligt, at Javnaðarflokkurin sats­ aði at fáa Ingillín Strøm valda. Hon fekk talu­tíð, slapp fram í miðlun­um og hevði ein fínan, sjálv­ støðugan og øðrvísi boð­ skap. So hon bleiv vald. Hon bleiv eisini javn­sett við tey mannligu val­ evnini, ið annars blivu vald fyri flokkin. Tað er eitt gott dømi um hvussu stóran týdning tað hev­ur, at flokkarnir geva kvinn­ um møguleikar, sigur Marna Jacobsen. hallur@sosialurin.fo - Tað komu kanska ikki so nógvar kvinnur inn á ting fyri fýra árum síðan, men av tí, at javnstøða var í landsstýrinum, kendist tað øðrvísi fyri kvinnur. So hetta er eitt øgiliga stórt afturstig, tí javnstøðan í landsstýrinum er farið frá 50 til 14 prosent EITT STÓRT AFTURSTIG