Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bara ein arbeiðsleysur persónur á Sandoynni 26 nýggj grund­ stykki í Norðragøtu Tað er bara ein arbeiðsleysur persónur á Sandoynni í løtuni. Í Norðoyggjum eru átta arbeiðsleys og í Vágum og Norðstreymoy eru níggju arbeiðsleys Í komandi viku verður farið undir at útstykkja 26 nýggj grundstykkir í Norðragøtu – Arbeiðsloysið í Føroyum er met­lágt, tað lægsta, eg veit um, sigur Magni á Deild, stjóri á ALS. Tilsamans eru bara 158 fólk í Føroyum í løtuni, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. 88 kvinn­ ur og 70 menn. Hetta sæst á heimasíðuni hjá ALS. So hvørt sum arbeiðs­loysis­ talið broytist, sæst tað bein­ an­vegin á heimasíðuni hjá ALS. Føroyar eru býttar upp í sjey øki, og í hvørjum øki stend­ur talið á teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul í løtu­ ni. Tað merkisverda er, at á Sandoynni er bara ein arbeiðs­leysur persónur. Í Norð­oyggjum, í Vágum og í Norð­streymoy eru allastaðni færri enn 10 arbeiðsleys. Átta í Norð­oyggjum og níggju í hinum báðum støðunum. Í Eysturoynni eru 18 arbeiðs­leys, í Suðuroynni 35 og í Suðurstreymoy 72. Arbeiðsloysið minkar, tí í sein­asta mánað vóru 245 fólk arbeiðs­leys. – Tað er Hagstovan, ið rokn­ar út, hvat arbeiðsloysið er í Føroyum. Seinasta upp­ gerð er frá juni, og tá var ar­beiðsloysið 1,1%. Eg veit ikki talið nú, men eg giti at tað man vera niðanfyri 1%, kanska 0,9%, sigur Magni á Deild, stjóri á ALS. Hann vísir á, at talið á arbeiðs­leysum vaks nakað í summar, men at nú er tað minkað aftur, og at tað ongantíð hevur verið so lágt sum nú. Eysturkommuna fer at stykkja út økið 86z í Norðra­ gøtu, sum er vestan fyri Eyðar­gøtu. Arbeiðið byrjar 23. september 2019 og heldur fram til august 2020. Kommunan vónar við út­stykkingini at tryggja borgarum enn fleiri bú­staðar­ møguleikar. Eysturkommuna boðar frá, at í hesum tíðarskeiði kann órógv koma á ferðsluna við Ánna og Eyðargøtu. Av tí arbeiðstøkan dragar seg um av­grevstur, spreinging, planer­ing, rørarbeiði og annað kunnu vegir gerast skitnir, og tískil kann hetta órógva borgar­an.  Komandi týsdag, 24. september, verður standmynd avdúkað av Elin­borg Lützen í Klaksvík Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Før­oy­um. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Hans Pauli Olsen, myndahøggari  hevur gjørt standmyndina, upp­lýs­ ir Dávur Winther, mentan­ar­ leiðari í Klaksvíkar kommunu.   Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðl­að hesi verkætlan væl. Drúgv skrá er fyri dagin, sum verður hildin í økinum Úti í Klaksvík – omanfyri, har Elin­ borg Lützen er fødd, og í síni tíð vaks upp og hevur virkað í nógv ár. Men eisini verður ein partur av skránni inni í Spania­ stovu. Tað verður Brynhild Daniel­ sen, sum fer at avdúka stand­ myndina av Elinborg Lützen – Elinborg var fastir hennara. Elinborg Lützen  varð fødd  26. juli  1919 og doyði 22. nov­ember 1995. Standmynd av Elinborg Lützen í Klaksvík Í seinastu viku vórðu boraðir 124 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru boraðir 650 metrar, av 10.785 metrum Í Traðardali vórðu boraðir 80 metrar. Har eru nú boraðir 530 metrar.  Á Gomlurætt vórðu boraðir 44 metrar. Har eru nú boraðir 120 metrar.  Sandoyartunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023.  650 metrar boraðir av Sandoyartunlinum Tað verður Fróði Mortensen, sum verður nýggjur kom­ munu­stjóri á Tvøroyri. Tað boðar Tvøroyrar Kommuna frá á heima­síðuni Fróði Mortensen er  56 ár, hann er búsitandi í Trongisvági og seinastu trý árini hevur hann verið tekniskur leiðari hjá Vágs Kom­munu. Frammanundan hetta hevur Fróði Mortensen verið økisleiðari hjá Føroya Tele í Suðuroy í 16 ár. Kommunustjórin er næsti ráð­gevi hjá býráðnum og borgar­stjóranum, og starvið er ein partur av ovastu um­sit­ ingar­ligu leiðsluni, saman við borgarstjóranum. Nýggjur kommunu­ stjóri á Tvøroyri