Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 TÍÐINDI og útlendingar spyrja um pláss. Um ein tíma er pláss, og John vísir teim­um inn til Mikkeler í grannahúsinum. Tá tímin er farin koma ferða­menn­irnir aftur. Teir hava investerað í at fáa hesa upp­living við í huga­skjátt­una innan teir flúgva heim aftur í morg­ in. Eg eri errin av útboð­ num og tænastu­støði­ num, sum ikki bara frem­manda­fólkið, men eisini vit kunnu kunnu njóta gott av. Tað er ein góð hjáveiða, sum vit nú sita og njóta. So verða tankarnir brotnir av, tí nú kemur hvítvín Finca Racon frá Tomas Cuisine, sum John sigur mær er ein fatlagra Macabeu drúva frá Costes Del Segre. Nú kemur fjórða serv­ ering, sum er høvuðs­rætt­ urin. Tað er fiskasúpan úr kannu við tí feskasta Bankatoski, sum til er, og so purrum, fennikel og rækjum afturvið. Toskin leggja vit sjálvi niður í súpan­ina, so máltíðin verður samskiftandi inter­ak­tiv kring borðið. Vínið er As Sortes, Rafael Palacios, sum er úr Godello drúvuni úr Valdeorras í Galisia. Væl­ valt til høvið eins og hini úr­valsvínini, sum skifta í smakkstyrki, fyllu og turrleika. Framúr. Vit skifta orð um drúgva saltfiskatúrin hjá Sjóløvuni hjá N. J. Mortensen í 1917 og Otariu hjá Thomsen sama summar, og hvussu alt tá fór upp í brenni­ vin, tí heimurin hevði so nógv at bjóða. Rók­ ur Tummasarson sigur, at "mest sannlíkt var sluppin fyrst í Barce­ lona, ella í øðrum sponsk­um býi við eini klipp­fiska­last, áðrenn leiðin gekk til Santa Pola eftir havsalti, sum býur­in hevur framleitt í øldir. Men okkurt gekk ikki eftir ætlan, og nógvar eru søgurnar um, hvussu skilið var av tvøramonnunum í Spania. Hvussu nógv er í hesum søgum er vón­ leyst at eftirkanna, men neyvan er nakar ivi um, at høvuðsorsøkin til, at ferðin hjá Sjóløvuni gjørdist so drúgv, var rús­ drekka og at menn komu í skuld. Møguliga hevur skiparin gjørt sum skip­ arin á skonnartini Otariu hjá Thomsen, sum var í líknandi støðu sama summarið í Barcelona. Hann fall í drukk og tók meira pening út frá danska konsulatinum, enn dekningur var fyri og slapp tí ikki at halda leiðina fram. Og end­ in var, at Thomsen mátti selja skipið. N. J. Mortensen loysti tó ikki málið á henda hátt. Tað sigst, at danskir myndug­ leikar vórðu bidnir um hjálp, og tá teir komu til Sjóløvuna sótu menn á dekkinum við vín­fløsk­ um og rullaðu appilsinur sínámillum. Rigningur var ongin, tí hann var seldur til tess at útvega pen­ing til dagsins uppi­ hald, eins og teir høvdu selt skipshundin fleiri ferðir, men á onkran løgn­an hátt, fann hann altíð oman aftur á skipið. Sambært siglingar­ søguni førdi ein skipari av Eiði, sum ikki hevði verið í Føroyum í áratíggjur, Sjó­løvuna heim til Før­ oy­ar. Tvørafólk hava sagt frá, at tá manningin á Sjó­løvuni endiliga var heim­komin, vóru menn hildnir fyri gjøldur, og serliga skiparin sigst at hava verið happaður, umframt at hann kom í stóra skuld av ferðini. Menn, sum vóru við Sjóløvuni tosaðu helst ikki um ferðina, men í vertskapi kom tó fyri, at teir fóru undir at syngja og tosa á sponskum máli. Eisini ber til at syngja um Sjóløvuna á føroyskum máli, tí hildið verður, at H. A. Djurhuus fekk íblástur til yrkingina “Brita á fløttu” frá hesi hending. Nú bróta Annika og Julia av, tí vit eru komin til fimta rættin, sum er karamellísur, sjokoláta ganache og krystaliserað hvít sjokoláta. Í gløsini fáa vit nú tjúkt og myrkt sjerri, Don Pedro Ximenez 1987, Toro Albala, Jerez Andalucia. So er sætti og endaliga lok­andi rætturin á mat­ skránni, sum er kaffi við Petit Four og Le Panto Brandy Gran Reserva, Gonzalo Byass í gløsini. Grannaverturin í Mikkeler heilsar uppá og heldur, at vit skulu runda drúgvu máltíðina av við eini heimabryggjaðari La Serenita í eyðkenda bjór­ g­lasinum á stilki. Ein hugfarslig máltíð kring eitt mettað fiska­ borð er komin at enda, og vit fara í Irish Pub at fáa um endan á pubbkvissini hetta fríggjakvøld hin trettanda. Veit ikki, um tað er júst tí, at dagurin er hin trettandi, men fyrsta eg hoyri sangaran bjóða er ein maltraktering av kendasta sanginum hjá Neil Diamond, fremsta poppskaldinum í verðini. Hóast framførslan ikki er eftir mínum hugi, men meira til týsku bierstube traditiónina, má eg sanna, at Havnin er ein metropolur, ið hevur alt at bjóða. Manga takk fyri skiftið - og veiðuna! Í túninum uttan fyri Barbara Fish House síggjast frá vinstru, Johan Mortensen, hugbirtari og íverksetari, Ingvard Joensen, stjóri í Tavuni í Leirvík, John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn og Ólavur Sjúrðarberg, sum umframt at vera línumaður eisini er fyrrverandi skúlastjóri í Leirvík og formaður í Grindamannafelagnum Á níggjunda ári hava Ingvard Joensen og Ólavur Sjúrðarberg verið mentorar og lagt kokkunum lag á at skera toskin upp, sum havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur veitt á regluligu kanningarferðunum á Føroya Banka