Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Birgir Kruse Tað var týsmorgunin í síðstu viku, at aldrandi hav­rann­sóknar­skipið Magnus Heinason kom á Eystaru Bryggju í Havn við bankatoski, sum í ensku orðabókini verður frá­merktur sum large cod. Kanningarleiðarin, Pet­ur Steingrund, segði, at teir fingu væl av hýsu og meira av toski enn á fyrru kann­ing­ar­ferð­ unum, hóast nøgdin fram­vegis er lítil í mun til fyrr í tíðini. - Toskurin er nú komin upp á sama støðið, sum tá hann var ringast fyri í teim góðu árunum, sigur Ólav­ur Sjúrðarberg við borð­ið í Barbara Fish House. Støddirnar eru góðar, fisk­urin er væl í holdum, og tað er nógv nebbasild á Føroya Banka. Undir yvirskriftini - Føroya Banki á heysti - borðreiða mat­stovur­ nar Barbara, Fúta­stova, Áarstova og Koks við tí tilfeingi, sum ikki er minni enn gas­tro­nomisk­ ir gim­steinar. Heilt ítøki­ liga 60 toskar og 50 hýs­ur av Føroya Banka. Feskari verður tað ikki. Fryntligu kokkarnir, ið eisini høvdu skorið Banka­veiðuna upp, vóru Johan Petersen, sum er útlærdur kokkur og John Eli Kristmundson, sum er lærlingur. Tær báðar, Julia Carls­ son og Annika Repond Søren­sen, gingu Johan Mikkel­sen til handa, borð­reiddu fyri okkum og greiddu frá um allar seks rættirnar og vínið, sum skonkt varð afturvið. Eitt tænastulið, sum tryggjar eitt høgt støði og eina minnisríka upp­ living á eini altjóða fiska­ mat­stovu mitt í Havn. Fyrst er eitt væl­komu­ glas við perlandi spansk­ um cava frá Bodegas Naver­an í Barcelona, einki minni enn teirra úrvalscava við heitinum Grande Dame, siga Annika og John, meðan pút­ur­nar við føroyskum stjørnu­mynstri hómast upp móti hvíttaða múri­ num aftanfyri. Her er eingin tilvild, men hvør smálutur er hugs­aður inn í norður­ atlant­isku upplivingina, sum greinar seg út í øll sið­søgulig fiskasambond, ið hava lagt støði und­ ir núverandi mat­stovu­ vinnuna, sum týðuliga dregur ferðafólk til sín. Tað er sjón fyri søgn so hvørt, sum hurðin gongur, og fremmand tungu­mál hoyrast. Fyrsti av seks borðisk­ um er Ceviche. Tað er bankatoskur, sum er lakaður í sitrón, við salsa, koriander, myntu og sitrón granite omaná. Svalligt og rátt undir­ kast, beint av Bankanum, men við smakki úr Latín­ amerika, haðani rætt­urin stavar, og heitið sigst verða úr Inka­málinum quecha í Andes­fjøllum. Afturvið verður skonkt hvítvín úr Galisia, Albarino frá Bode­gas Fefinanes, Rias Bai­xas. So er havið sett í karm og matskráin er sann­før­andi story­telling og gas­tro­ nom­iskt avrik. So langt eru vit komin at eta fisk, eisini úti. Annar forrættur í røð­ ini er lippur av feskum Bankatoski. Ein vøra, sum egnar seg sjáldsama væl, bæði sum sushi og eisini í hesi røð. Á borðiskinum afturvið er grønmeti, sum er spísskál og gula­ rót heiman av Sandi við Múlaosti omaná. Aftur­við er portugisiskt vín, Quinta Ameal, úr Loureiro drúvuni. Triði rættur í hesi sann­ førandi symfoni í seks satsum av Bankanum, er varisliga dampað hýsa við puré úr graskari og leyki omaná. Einfalt og við smakkfyllu, sum einki annað vit higartil hava smakkað. Hýsa er greitt ein undirmettur fiskur, eru vit samd um við borðið. Fastari í kjøtinum enn hvíti góðskutoskurin, sum eisini er framúr til kalvasalat, hýsan. Og Ólavur hevur tað uppá­ hald, at hon skal ikki kókast longri, enn at tú tríggjar ferðir kanst siga "Soðin er seiður, kókaður murt­ur, tak hann upp úr og ber hann burtur". Tríggj­ar ferðir. So er kókað. Hurðin gongur Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen EIN ”SYMFONI” Í SEKS SATSUM AV FØROYA BANKA - Her er eingin tilvild, men hvør smálutur er hugsaður inn í norðuratlantisku upplivingina, sum greinar seg út í øll siðsøgulig fiskasambond, ið hava lagt støði undir núverandi matstovuvinnuna, sum týðuliga dregur ferðafólk til sín. Tað er sjón fyri søgn so hvørt, sum hurðin gongur, og fremmand tungumál hoyrast, skrivar Birgir Kruse í sínum bloggi, sum Sosialurin hevur fingið loyvi at endurprenta Fryntligu kokkarnir, ið eisini høvdu skorið Bankaveiðuna upp, vóru Johan Petersen, sum er útlærdur kokkur, og John Eli Kristmundson, sum er lærlingur Tær báðar, Julia Carlsson og Annika Repond Sørensen, gingu Johan Mikkelsen til handa, borðreiddu fyri okkum og greiddu frá um allar seks rættirnar og vínið, sum skonkt varð afturvið. Eitt tænastulið, sum tryggjar eitt høgt støði og eina minnisríka uppliving á eini altjóða fiskamatstovu mitt í Havn