týsdagur 17. september 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Tað eru fleiri og fleiri,
sum yvirliva krabbamein
í Danmark, men tað er
framvegis pláss fyri, at
tølini verða enn størri og
betri.
Seinastu 20 árini hevur
nevniliga verið eitt lop í
tølunum yvir sjúklingar,
sum yvirliva krabbamein
á donskum sjúkrahúsum.
Eitt nú er talið av teim
um, sum yvirliva krabba
mein í langa og enda
tarmi, nógv vaksið. Tó eru
tað framvegis lond, sum
hava enn betri tøl at vísa
á, enn Danmark hevur.
Tað vísir ein kanning
og samanbering millum
Danmark og seks onnur
rík lond, sum Kræftens
Bekæmpelse hevur verið
partur av.
Danmark hongur í
Fyri sjúklingar í Danmark
er talið av teimum, sum
yvirliva
krabbamein
í
langa og endatarmi í
meira enn fimm ár, vaks
ið við ávikavist 17 og 21
prosentum árini 1995 ti
2014.
Men, yvirskipað yvir
liva eisini fleiri og fleiri
í øllum sjey londunum,
sum eru við í kanningini.
Hesi
lond
eru
Av
stralia, Kanada, Írland,
Ný Zæland, Noreg, Stóra
bretland og Danmark.
Millum tey úrslit, sum
serliga fella í eyguni, eru
úrslit,
sum
Danmark
stendur fyri, og her er
serliga talan um góðu
hagtølini innan krabba
mein í langa og enda
tarmi.
Tá ræður um lungna
krabba hava danir eisini
góð tøl at vísa á, tí her
eru nevniliga betringar í
tølunum við 11 prosentum
árini 1995 til 2014.
Sjey ymisk sløg
Í kanningini og saman
burðinum
millum
nevndu lond verður hugt
at sjey ymiskum sløgum
av krabbameini.
- Vit hava alla orsøk at
gleða okkum yvir fram
gongdina, sum er innan
tað at yvirliva krabba
mein. Hetta er eitt úrslit
av
stórum
arbeiði
á
krabbameinsøkinum
í
Danmark
seinastu
20
árini.
Tað sigur stjórin í
Kræftens
Bekæmpelse,
sum vísir á, at framdar eru
fýra krabbameinsætlanir,
krabbameinspakkar, sum
tryggja skjóta atgongd
til kanning og viðgerð,
og her eru nýggjar og
betri viðgerðir, sum hava
viðvirkað til góðu gongd
ina.
- Hesi átøk hava gjørt,
at Danmark nú telist
millum tey lond í heimi
num, sum hava havt
størstu framgongdina í
at yvirliva krabbamein,
sigur stjórin í Kræftens
Bekæmpelse.
Danmark í miðjuni
Hóast tølini hjá Danmark
er nógv betraði seinastu
árini, er kortini pláss fyri
enn størri betringum.
Londini,
sum
hava
tey avgjørt bestu tølini
at vísa á, eru Avstralia,
Kanada og Noreg, meðan
Danmark liggur í miðjuni
millum áðurnevndu sjey
londini.
Eitt nú hava sjúkling
ar í Avstralia við krabba
meini í langa og enda
tarmi framhaldandi størri
møguleikar at yvirliva
enn sjúklingar við somu
sjúku í Danmark, hóast
stóru framgongdina, sum
Danmark hevur havt á
júst hesum øki.
Í Avstralia vóru nevni
liga 71 prosent av sjúk
lingunum
bæði
við
krabbameini í langa og
endatarmi á lívi eftir
fimm árum frá tí, tey
høvdu fingið sjúkugrein
ingina árini 2010-2014.
Í Danmark vóru tølini
66 og 69 prosent fyri
ávikavist krabbamein í
langa og endatarmi.
Innan
krabbameini
í vælindi og brisi (búk
spýttkertli) eru betringar
eisini hendar í Danmark,
og her vóru ávikavist 15
og 10 prosent á lívi eftir
fimm árum, meðan tølini
í Avstralia vóru ávikavist
24 og 15 prosent.
Altjóða samstarv
Nýggja kanningin fevnir
um dátur hjá 3,8 miljónum
krabbameinssjúklingum
í nevndu sjey londum,
og tað eru granskarar
hjá einum stovni undir
WHO,
nevndur
IARC
(International Agency for
Research on Cancer), sum
hava gjørt kanningina.
Granskararnir
hava
sett sær fyri at kanna,
hvussu og hví talið er
ymiskt millum tey, sum
yvirliva
krabbamein
í
ávísum londum, tó at út
gangsstøðið innan heilsu
bót átti at verið á leið hitt
sama.
Gerda
Engholm
er
hagfrøðingur í Kræftens
Bekæmpelse,
og
hon
hevur ábyrgd av donsku
tølunum í kanningini.
- Felags fyri londini í
kanningini er, at hetta eru
rík lond við ríkisfíggjaðari
heilsuskipan og góðari
hagtalsskipan innan við
gerð av krabbameini. Tað
er eisini hetta, sum ger,
at tølini kunnu saman
berast, sigur hon.
Hagfrøðingurin vísir á,
at í einari aðrari kanning
fer at verða hugt nærri
at, hvussu tað ber til,
at tølini yvir tey, sum
yvirliva, hóast alt eru so
ymisk frá einum landi til
annað.
Við støði í kanningini
er niðurstøðan hjá IARC,
at londini skulu gera
enn størri íløgur, soleið
ist at krabbamein kann
staðfestast fyrr – og
eisini skulu gerast fleiri
snarkanningar, eins og
tryggjast skal, at skjót
atgongd er til sjúkra
húsverkini.
Sosialur ójavni
Stjórin í Kræftens Be
kæmpelse,
Jesper
Fisker, er samdur í, at
sjúkugreiningin krabba
mein skal setast fyrr enn
áður, tá hetta veksur
um møguleikarnar hjá
sjúklinginum at gerast
frískur.
- Neyðugt er at loysa
trupulleikarnar
við
sosialum
ójavna,
sum
merkir alla sjúkugongd
ina frá byrjan til enda,
og vit skulu eisini hava
eitt átak móti tubbaki,
sum er størsta einstaka
orsøkin til krabbamein
og sum samstundis hev
ur árin á, hvussu tú klárar
teg gjøgnum eina krabba
sjúku, sigur Jesper Fisker.
GONGUR FRAMÁ AT
LEKJA KRABBASJÚKU
- Neyðugt er at loysa trupulleikarnar
við sosialum ójavna millum
sjúklingar, tí hetta kann merkja
sjúkugongdina frá byrjan til enda,
sigur stjórin í Kræftens Bekæmpelse
- Vit hava alla orsøk at gleða okkum yvir
framgongdina, sigur Jesper Fisker
Londini, sum hava tey avgjørt bestu hagtølini at vísa á, tá ræður um lekidóm fyri krabbamein, eru Avstralia, Kanada
og Noreg. Danmark liggur í miðjuni av sjey londum, sum eru við í stórari kanning