týsdagur 17. september 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107
KJAK
Árni Dahl
Nú fólkið hevur talað
á
løgtingsvalinum
31.
august, er nýtt landsstýri
skipað,
sum
verður
fagnað við móttøku í
Tinganesi í dag, 16. sep
tembur.
Valrætturin
er
ein
rættur, ið vit eiga at
hámeta. Vit fáa – einsa
møll við okkara egnu
sannføring – sett ein
kross. Hetta er ein dýra
barur
rættur,
og
vit
kunnu fegnast um, at
nógv okkara – úti við
90 av 100 – hava tikið
við hesum høvi og so
leiðis hava fagnað fólka
ræðinum.
Tað er eingin ivi um,
at teir tríggir flokkarnir,
sum nú mynda landsins
stýri, gera tað við meiri
lutans
vælsignilsi.
A
fekk 24,5%, B 20,3% og H
5,4%. Hetta gevur 50,2%
av atkvøðunum, og tað
er ein meiriluti. Hetta er
ein veruleiki, sum eingin
eigur at seta spurnar
tekin við.
Kortini
eru
viður
skifti í sambandi við
hátíðarhaldið í dag, sum
tú kanst seta spurnar
tekin við.
Fyri 117 árum síðani
yrkti Jóannes bóndi sang
in, sum byrjar “Tað frætt
ist nú og fregnast um
land og um bý/ at konu
fólkaøldin hon rennur so
ný...”.
Hetta var í sambandi
við, at konufólk fingu
valrætt til kommunuval
– sum skilst í 1902.
Hvussu tann einstaki
velur, er sum sagt eftir
sannføring og hugburði.
Men tað er løgið, at
kvinnuumboðanin skal
vera so syndarliga lág.
Taka vit løgtingsfólkini,
sum standa aftan fyri
hesa
samgongu,
(her
verður meint við tey
valdu, ikki eykafólkini),
so eigur A eitt umboð,
B eitt umboð og H einki
umboð. Av 17 tingfólkum,
sum mynda meirlutan,
eru tvær kvinnur.
Tá ið landsstýrisfólk
so skuldu veljast, høvdu
flokkarnir høvi at rætta
“skeivleikan” eitt vet. Men
av sjey landsstýrisfólkum
er bara ein kvinna. Allir
flokkarnir høvdu møgu
leika at rætta eitt sindur
upp á javnvágina, tí konu
fólk vóru valevni á øllum
listum.
Og
aftur
rennur
hugurin til 117 ára gomlu
yrkingina:
“Vit kallmenn siga allir:
tit komið heil og sæl!
Við okkum til fylgdar, alt
gangist tykkum væl!
Vit eru fegnir við,
tit ei longur ganga støk,
men við okkum taka
tøk”.
Hagtalsliga liggja vit
aftan fyri mong triðja
heimslond
á
hesum
øki. Tað er veruleiki. Og
eingin skal ivast í, at vit
á altjóða pallinum verða
borin saman við tjóðir,
har svartasta afturhaldið
hevur góðar dagar. Hetta
hevur meirilutin av Før
oya fólki valt.
Ein døkkan dag sum
henda kanst tú ugga teg
við orðunum, ið vinurin
farni, Steinbjørn, festi á
blað:
“Altíð
tað
grør
í
føroyskum haga”.
Í Havn 16. septembur 2019
Zakarias Wang
Nú
fingu
vit
nýtt
landsstýri. Tað er gott,
men spell at tað ikki gekk
so væl sum tað kundi.
Tá
formansumfarið
hevði verið kom fram, at
allir flokkar høvdu biðið
um, at Bárður á Steig
Nielsen
skuldi
standa
fyri samráðingunum um
nýggja landsstýri. Vanligt
er at hava blokkpolitikk,
har
tvær
fylkingar
stríðast
um
at
fáa
meiriluta, og tann sum
fær ein tepran meiriluta
setir seg á alt og heldur
minnilutan úti.
Hetta var ikki tað, sum
føringafelagsmenninir
frá 1888 settu sær fyri at
vit skuldu gera. Teir hildu,
at vit skuldu halda saman
fyri at væl skuldi gangast
øllum samfelagnum.
Sjálvandi vita vit, at
eisini í Føringafelagnum
komu fylkingar upp, sum
hildu seg hava rættari
loysnir enn nakar annar.
Fyrsta rokið var millum
Sambandið og Sjálvstýri
frá
1906.
Men
hetta
vóru ósemjur innan fyri
Føringafelag, tí semja var
um, at vit høvdu ta felags
stevnu at fáa framburð
í lag í ríki okkara, og
báðir partar vóru samdir
um, at vit vóru ein eind
fyri
okkum
sjálvar.
Samstundis vistu teir, at
vit vóru í ríkjafelagsskapi
við Danmark, men ikki
vóru innlimaði í danska
ríkið.
Fyrsti flokkurin var
Sambandsflokkurin.
Formaður í honum var
Fríðrikur próstur, og tað
var hann sum kom við
uppskotinum um navn
floksins. Fríðrikur hevði
fingið studentsprógv í
Reykjavík 1875, so hann
dugdi
bæði
íslendskt
og fornmálið og visti
tí hvat orðið samband
týðir. Samband er nevni
liga
samstarv
millum
javnlíkar, sum hvør í
sínum lagi ráða yvir
sær sjálvum. Við at geva
flokkinum hetta navn
gjørdi Fríðrikur greitt,
at hann var ímóti at vit
skuldu limast inn í Dan
markar ríki, men helt at
vit skuldu hava sjálvstýri
í samstarvinum við Dan
mark.
Í so máta vóru sam
bandsmenn
fullsamdir
við sjálvstýrismenninar.
Hesir høvdu einki ynski
um at vit skuldu gerast
eitt sjálvstøðugt ríki. Tað
stóð tó ikki á at finna
fram til ósemjur um,
hvussu stórt sjálvstýri
saman
við
Danmark
skuldi vera. Nakrir sjálvs
týrismenn hildu at hinir
í flokkinum gjørdu í so
nógv burtur úr sjálv
stýrisprátinum, og teir
brutu úr og stovnaðu
Javnaðarflokkin,
sum
kom á ting í 1928. Aðrir
sjálvstýrismenn hildu at
flokkurin fekk ov lítið
sjálvstýri, og teir komu
inn á ting sum Vinnu
flokkurin
1936.
Hesin
flokkur gekk saman við
fyrrverandi
formanni
Sjálvstýrisfloksins Jóan
nes Paturssyni um at
stovna ein nýggjan flokk,
sum fekk navnið Fólka
flokkurin (radikalt sjálv
stýri), sum kom á ting í
1940.
Nú høvdu vit í veru
leikanum
fýra
sjálv
stýrisflokkar á tingi. Allir
hesir flokkar vildu at vit
skuldu ráða fyri okkara
egnu viðurskiftum. Eing
in av hesum flokkum
vildi hava, at vit skuldu
innlimast í Danmarkar
ríki, men teir vildu allir
at vit vóru saman við
Danmark, og vóru teir
tí allir samstundis sam
bandsflokkar.
Men
í
1946
gjørdi
danska
stjórnin
bart.
Hon vildi innlima Før
oyar í Danmarkar ríki.
Hetta skuldi gerast við
at vit fingu eitt upp
skot um innliming til
fólkaatkvøðu.
Stjórnin
setti trumf á við at siga,
at tóku vit ikki undir
við hesum innlimingar
uppskoti, so skuldi Før
oyar skiljast frá Dan
markar ríki.
Hetta
kom
øllum
fýra flokkunum á løg
tingi illa við. Teir vóru
jú allir av somu rót, Før
ingafelagnum frá jóla
fundinum
1888.
Sam
stundis vóru teir fyri at
vit skuldu vera saman
við Danmark á jøvnum
føti. Men nú vildi stjórnin
ikki loyva okkum at vera
saman
við
Danmark
sum javnlíki. Ringt var í
at velja hjá flokkunum,
og hvør einasti veljari
noyddist at taka støðu
eftir bestu sannføring.
Allir
eygleiðarar
vóru
sannførdir um, at inn
limingin fór at vinna,
tí tað bar ikki til at ein
pinkulítil oyggjaflokkur
úti í Atlantshavi við gott
30.000
fólkum
kundi
gerast eitt sjálvstøðugt
ríki í heimssamfelagnum.
Danska stjórnin kundi
næstan ikki halda út so
spent var hon at kunna
siga øllum heiminum frá,
at nú var Danmark vaksið
við 1396 ferkilometrum
og 30.000 fólkum.
So mikið størri var
vónbrot hennara, tá tað
vísti seg, at bert 49% av
føroyingunum vildu inn
limast í Danmarkar ríki.
51%, ein tryggur meiriluti,
vildi heldur loysa frá
Danmark.
Síðani hevur føroyskur
politikkur snúð seg um
hvussu henda fólkaat
kvøða skal setast í verk.
Nú er nógv nýtt í so
máta.
Vinnulív
okkara
er
ikki nøgt við at ganga í
donskum hafti. Avleið
ingin er, at Sambands
flokkurin fór til val uppá
at vit skulu hava størri
uttanríkispolitiskar
heimildir.
Hetta fekk undirtøku
veljaranna, og tí var einki
at siga til, at allir flokk
ar kundu taka undir við
at formaður Sambands
floksins
kundi
gerast
samráðingarleiðari fyri
at skipa landsstýri.
Vanligt er, at samráð
ingarleiðarin roynir at
fáa teir flokkar, sum hava
peikað á seg, til at semjast
um at skipa landsstýri.
Tað hevði verið natúr
ligt at gjørt soleiðis í
hesum føri, tí tað at fáa
størri
uttanríkispolit
iskar heimildir er ikki
hissini mál. Tað krev
ur stóran kunnleika til
altjóða politikk og okk
ara rættarstøðu. Her er
umráðandi at vit fáa
allar góðar kreftir at
samstarva, og tí var al
mikil orsøk til at fáa allar
flokkar at vera saman
fyri at fáa hetta alstóra
mál avgreitt.
Men tíverri valdi sam
ráðingarleiðarin nakrar
flokkar burtur úr at
samráðast við. Tá so val
skuldi fara fram av løg
manni, var greitt, at teir
flokkar, sum ikki vóru
slopnir upp í part, kundu
vera fornermaðir og siga
at teir ikki vildu stuðla
løgmanni.
Hetta kundi Sjálvstýri
eisini havt gjørt. Men
tá landsstýrið vil fáa
okkum fleiri uttanríkis
poltitiskar heimildir, er
tað umráðandi, at tað
fær stuðul frá øðrum enn
einari smalari samgongu
til at reka sín politikk.
Tí var tað, at Sjálvstýri
sum
tann
einasti
av
teimum flokkum, sum
var
sett
uttan
fyri
samráðingarnar,
gjør
di av at stuðla tí manni,
sum flokkurin hevði gjørt
av at geva samráðingar
heimildina, at gerast løg
maður.
Okkara partur skal
ikki liggja eftir tá tøk
skulu takast fyri at vinna
okkum meir sjálvstýri!
Eitt nýtt stýri – orð til umhugsanar
Spell!