týsdagur 17. september 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Sosialurin er komin til Kolla
fjarðar týsdagin at sneyta um
hvussu
hondbóltsliðini
eru
fyri til komandi kappingarár. Í
dag eru tvær vitjanir á skránni.
Seinni um kvøldið venur KÍF,
men áhugin er fyrst og fremst
á børnunum í Eydnudeildini, ið
venja klokkan fimm í høllini í
Kollafirði. Eydnudeildin hevur
í hálvt annað ár skipað fyri
hondbóltsvenjing til øll tey
børn í Føroyum, sum ikki hóska
inn í venjingina hjá siðbundnu
hondbóltsfeløgunum.
Ikki
meira enn komin í høllina, fær
tíðindafólkið hjá Sosialinum
fyrsta klemmi og fyrsta ”high-
five”ið. Og tá ið venjingin er
liðug hava vit fingið nógv fleiri
og eina kenslu av eydnu at fara
heim við.
Gleðin hjá børninum er tað
besta.
-Vit hava verið í gongd í
hálvt annað ár nú, og vit vóna
framvegis at fleiri børn um
alt landið fara at venja við,
sigur Morten Huust Petersen,
sum er stigtakari til Eydnu
deildina. Menningin hjá børn
unum
gongur
eisini
bara
fram á, brádliga seta børnini
hoppiskot í málið, og tað er
stuttligt at síggja, og stuttligt
hjá børnunum at duga.
Tað er eingin loyna, at
føroyska Eydnudeildin byggir
á donsku “Lykkeliga”, ið hevur
fingið sera góða undirtøku
niðri. Har menna tey seg eisini,
og tey býta eisini venjingarnar
upp eftir førimuni, so at tað
verður betri møguleiki at spæla
ímóti hvørjum øðrum – summi
sum hóska seg at spæla á størri
vølli og summi sum hóska seg
best til smærri vøllir.
- Tað er ein avbjóðing at
royna tað hjá okkum, tí vit
eru ikki nóg nógv børn enn, so
vit skiftast onkuntíð ímillum
at spæla á størri og smærri
vøllum, sigur Morten Huust
Petersen, ið er sera glaður um
venjingarnar.
- Tað besta við Eydnudeildini,
er øll tey klemmini, tá ið tú
kemur í høllini týskvøld. Í dag
var tað serliga stuttligt, tí at tað
er so langt síðani seinast, og tað
lýsti úr øllum at tey gleddu seg
at byrja aftur, smílist Morten
og greiðir frá, at tað er gott at
vita at nú venur Eydnudeildin
heilt til næsta ár.
Kappingarárið hjá Eydnu
deildini endar altíð við eini
ferð til Danmark til risatóra
“Lykkecup” tiltakið, har børn
úr øllum Danmark hittast at
spæla hondbólt og hugna sær.
- Lykkecup er eitt fantastiskt
upplivilsi, og tíverri fekk eg ikki
farið við í ár. Men Marianna var
við teimum, og tað var líka so
fantastiskt at hoyra børnini
greiða frá túrinum, tá ið tey
komu heim.
- Tað serliga við tiltakinum í
Danmark er at børnini spæla í
altjóða høllum, við túsundtals
áskoðarum, og tey kenna seg
viðfarnan sum stjørnur, sigur
Morten smílandi.
Úttikin til danska landsliðið
Karla er 15 ár, og hevur vant við
Eydnudeildini síðani byrjanina
fyri hálvum øðrum ári síðani.
Millum annað hevur hon aftur
í ár verið við sínum liðfeløgum
í Danmark, til stóru Lykkecup
stevnuna.
- Tað var ordiliga stuttligt.
Har vóru ein rúgva av børnum,
sum spældu og eisini ein rúgva
av børnum, sum heppaðu uppá
okkum og hvønn annan, greiðir
Karla smílandi frá.
- Tað er stuttligt at vera í
Eydnudeildini tí at tú lærir
onnur børn at kenna, tú fært
nýggjar vinir og so sleppur tú
eisini at royna at brúka eitt
talent.
Karla hevur ongantíð fylgt
við hondbólti áðrenn hon byrj
aði í Eydnudeildini, men nú
heldur hon at hondbóltur er
eitt sera stuttligt spæl.
Børnini
í
Eydnudeildini
spældu eisini við heimsmeistar
um úr Danmark, tá ið tey vóru
til stevnuna í summar. Nógvir
danskir landsliðsleikarar vitja
donsku
Eydnudeildina,
og
danski landsliðsvenjarin, boð
aði eisini frá, at øll børnini vóru
úttikin til danska landsliðið,
og fóru at fáa hvør sína
landsliðstroyggju og eitt prógv.
Karla og hini børnini kenna
ikki ordiliga Jóhan á Plógv
frá danska landsliðnum, men
fyrsti føroyingurin á danska
landsliðnum,
hevur
eisini
vitja og stuðla Eydnudeildina
í Føroyum, og tað er fyrst og
fremst tað, sum børnini fegn
ast um.
- Men tað var stuttligt at
sleppa á landsliðið, ger Karla
greitt at enda áðrenn venjarin,
Morten, tekur til at vónandi
vera tey eisini tøk til føroyska
landsliðið.
Meira smíl, meira klemm
og fleiri “high-fives”
Eins og danska Lykkeliga, hevur
føroyska Eydnudeildin eisini
fingið hjálpandi hendur frá
tiltiknum hondbóltsstjørnum.
Ein teirra er Marianna Holm
Jacobsen, sum var ímillum
bestu føroysku leikarar, áðrenn
álvarsamir skaðar setti steðg
fyri hondbóltinum.
Í eitt ár hevur hon verið
venjari í Eydnudeildini tá ið hon
ikki er uttanlands, og børnini
tykjast at dáma sera væl ven
jaran, og tað er afturlønt.
Hetta er fyrsta venjing síðani
summarsteðgin, og bæði børn
og foreldur gleðast um kakuna,
sum Marianna hevur bakað til
høvið.
Spurd um hetta er øðrvísi
enn hvat hon hevur verið von
við í hondbólti, svarar hon
greitt:
- Hetta er púrasta øðrvísi
enn vanlig hondbóltsvenjing.
Hetta er meira smíl, meira
klemm og meira “high-fives”,
greiðir Marianna frá.
Hon er eisini spurd um at
venja í onkrum hondbólts
felagi, men hugurin er ikki til
hondbólt á hægsta støði enn.
Har er saknurin at spæla enn
ov stórur, til at Marinna skal
venja aðrar.
Men Eydnudeildina vildi
hon gjarna. Her er hugnin full
komliga í hásæti, og tað snýr
seg um annað enn hondbólt.
Her er heldur einki trýst á ein
um fyrrverandi stórleikara at
vera venjari.
- Tú noyðist ikki at skilja so
nógvan hondbólt fyri at vera
venjari í Eydnudeildini. Tað
snýr seg meira um at spæla og
hava tað stuttligt við bóltinum,
men okkurt grundleggjandi
kann eg læra tey, við at flyta
seg rætt, kasta av rætta beini og
so framvegis, greiðir Marianna
frá.
Tá
ið
Sosialurin
vitjar
Eydnudeildina henda dagin,
er tað fyrsta venjingin eftir
summarsteðgin, og Marianna
fegnast um at tveir nýggir
venjarar eru við henda dagin
og vísir á, at har er brúk fyri
so nógvum sum møguligt at
hjálpa til.
- Men eg vóni eisini at
Eydnudeildin verður størri, tí
eg veit at har eru børn kring
landið, sum ikki vita um
hetta enn, og Eydnudeildin
roynir eisini at skapa áhuga á
instagram og sosialum miðlum
annars, greiðir Marianna frá at
enda.
Tíðindafólkið hjá Sosialinum
vil eisini nýta høvið at viðmæla
øllum, ið hava tørv á klemmum,
high-fives og smílum, at venda
sær til Morten ella Marionnu
og møta upp í Kollafirði týsdag
ar klokkan 17.
sjurdur@sosialurin.fo
STØRSTU STJØRNURNAR
SPÆLA FYRI EYDNU
Meðan hondbóltsliðini í landinum
hugsa um hvussu tað skal eydnast
at vinna sær stig, venja nøkur børn í
Kollafirði fyri at vinna sær eydnu