týsdagur 17. september 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. september 2019 · Nr. 107
Tróndur Arge
Tað verður eitt satt brak við
Løkin í kvøld klokkan 19. NSÍ
tekur móti KÍ í einum dysti
um avbjóðaraplássið til FM-
stríðið. B36 er fimm stig fremst,
eftir at liðið vann 3-0 við Løkin
sunnukvøldið.
Úrslitið
merkir,
at
B36
nú er FM-favorittur og at
tað bara er pláss fyri einum
avbjóðara. Tí tapandi liðið í
kvøld er fimm stig aftanfyri
B36 við fimm umførum eftir,
og skal yvirhálað vinnarin av
innanhýsis dystinum. Hartil
møtast liðini, NSÍ og KÍ, eisini
aftur í 26. umfari.
Klæmint er ivasamur
Sunnukvøldið vann B36 3-0
á NSÍ við Løkin. Sermerkt
fyri dystin var, at tað var
minni munurin í spæli. Her
mundu liðini hava eins nógvar
møguleikar, men bara B36 fekk
mál.
Tað r afturgangandi fyri
avrikini hjá B36 í ár, tí liðið
hevur bestu verjuna. Hinvegin
er NSÍ mest skorandi liðið,
men var uttan toppskjúttan
í deildini, Klæmint A. Olsen.
Hann byrjaði at á bonknum og
kom ikki inn fyrr enn í seinna
hálvleiki.
Fleiri halda, at tað er ein
stór orsøk til at NSÍ rann
aftaná
alt
sunnukvøldið.
Sjálvur sigur liðskiparin hjá
NSÍ, at hann enn er merktur av
mateitranini, sum hann fekk á
landsliðstúrinum í Spania.
Klæmint A. Olsen vandi
mánakvøldið, men tað er ikki
komin heilt fyri seg.
-Tú er púra drenaður fyri
orku og tí spældi eg ikki frá
byrjan móti B36. Magin er í
ordan aftur, men tað tekur meir
enn tveir ella tríggjar dagar at
koma seg, sigur Klæmint A.
Olsen, ið ásannar at trýst er á
NSÍ, eftir tapið móti B36.
Sjálvandi leggur tað trýst
á okkum. Um tú skal vera við
í toppinum, so skalt tú vinna.
Tað sleppur tú ikki undan. Tað
var undarligt at sita uttanfyri
móti B36, tí eg haldi at vit spæla
væl. Teir koma uppiborið á
odda, men eg haldi vit kunnu
skora eitt mál ella tvey í fyrra
hálvleiki. Ein javnleikur hevði
verið á eini leið, sigur Klæmint
A. Olsen.
Hann
er
ein
av
fleiri
landsliðsspælarunum,
sum
hava verið raktir av mateitran.
-Tað
var
ikki
fyrr
enn
mánakvøldið, at eg merkti at
okkurt var galið. Eg spurdi
á einum landsliðsbólki, sum
vit hava um nakar annar var
raktur. Tá finni eg útav at vit
eru fleiri, sigur Klæmint A.
Olsen.
KÍ hevur bestu kortini
Í stríðnum um at vinna FM, so
hevur KÍ betri kort á hondini
enn NSÍ, tí KÍ hevur ein dyst
móti B36 eftir. Tí kann KÍ
enn avgera FM við at vinna
allar sínar dystir. Tað verður
undir
ongum
umstøðum
lætta, men tað siga tølini.
Tað kemur væl við, at flestu
av spælarunum hjá KÍ eru
tøkir. Deni Pavlovic hevur
sitið uttanfyri meginpartin
av seinnu hálvu við leikbanni,
men hann er tøkur aftur. Tað
styrkir miðverjuna.
KÍ hevur tað søguliga torført
í Runavík, men tá liðini spældu
í landskappingini í Klaksvík
vann KÍ 2-0.
Sosialurin
tippar
ein
javnleik.
Sosialurin tippar 2-2
Seinastu árini hevur
heimasíðan hjá
Fótbóltssambandinum
havt tipping, har trý
miðlafólk hava tippað um
komandi umfar. Í ár hevur
Sosialurin yvirtikið hendan
leistin. Sostatt verður tað í
Sosialinum, at tú kanst lesa
um tippingarnar. Fyribils
verður talan um at seta
1, X ella 2 við hvønn dyst.
Eftir hvørt umfar verður
stigatalvan gjørd upp, har
tippararnir fáa eitt stig fyri
rætta tipping.
Tippararnir eru teir somu
sum vóru á heimasíðuni
hjá Fótbóltssambandinum.
Teir eru Leivur Frederiksen,
Kringvarpið, Jákup Ósá,
ítróttarskrivari á bolt.fo og
Norðlýsinum, og undirritaði,
Tróndur Arge.
Tipping 22. umfar:
Tipping:
LEIVUR FREDERIKSEN:
NSÍ-KÍ 2
JÁKUP ÓSÁ:
NSÍ-KÍ 2
TRÓNDUR ARGE:
NSÍ-KÍ 1
STIGATALVAN:
1.
LEIVUR FREDERIKSEN
72 STIG
2.
JÁKUP ÓSÁ
70 STIG
3.
TRÓNDUR ARGE
69 STIG
Ikki við: Pætur Hentze (fótskaði,
langtíðarskaddur)
Ivasamur: Klæmint A. Olsen
(mateitran)
Ikki við: Óli Eyðsteinsson Poulsen
(langtíðarskaddur)
NSÍ
KÍ
Upptakt 22. umfar:
Í kvøld verður útsetti dysturin millum NSÍ og KÍ. Tey eru fimm stig aftanfyri B36 og bara annar
kann fylgja B36 í stríðnum um FM. Nú er so spurningurin verður tað NSÍ ella KÍ?
TAÐ VERÐUR NSÍ
ELLA KÍ – IKKI BÆÐI