týsdagur 17. september 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2019
8
HONDBÓLTUR 2019/20
Vaknar Stjørnan í ár?
Seinastu kappingarárini hevur Stjørnan verið undir endurbygnaði.
Tað er ikki væntað at tað verður í ár at Stjørnan kemur í oddin
aftur, men har eru spennandi leikarar í hópinum
Tóra vil spæla við har
tað er stuttligt
-Vit vóna sjálvandi betri úrslit enn í fjør, sigur
Tóra Eliasen, ið telist ímillum profilarnar í
Stjørnuni. Vinstri vongurin var eisini einasti
Stjørnuleikari at vera úttikin til landsliðið farna
kappingarár, og hon hevur góðar vónir til hetta
kappingarárið.
-Vit hava nakað tað sama fólkið. Annika fer
at fjakka, men vit hava millum annað fingið
Jansy Jakobsen við aftur, og tað verður vónandi
ein stórur styrkur, sigur Tóra og greiðir frá, at
tað bøtir um spælið at hava ein góðan bakk sum
er lámur.
Seinasta kappingarár taldist Tóra ímillum
profilarnar á Sjørnuliðnum, og hon vónar at tað
verður enn betri í ár. - Eg vóni í øllum førum at
eg kann bjóða mína styrki til liðið.
Tóra Eliasen er avgjørd um at liðið í ár skal
byggja á tær góðu løturnar frá undanfarna
kappingarárið, har tað millum annað eydnaðist
at koma í hálvfinalurnar í steypakappingini.
- Verjan skal rigga. Hon riggaði nokkso væl í
fjør, meðan vit gjarna vilja hava álopið at koyra
betri og sjálvandi vera betri at skora upp á
okkara kjansir, greiðir vongurin frá.
Málið hjá Tóru og Stjørnuni er einfalt í ár.
Tær vilja vinna fleiri dystir og so kanska verða
við har tað er stuttligt at vera, greiðir hon frá.
Stjørnan prógvaði at tær kundu spæla ímóti
teimum fýra fremstu í fjør tá ið tað eydnaðist at
koma í hálvfinaluna í steypakappingini, og nýggi
kappingarleisturin gevur sjálvandi eisini vón um
at spæla hálvfinalur í landskappingini. - Sjálvandi
vóna vit tað, flennir Tóra Eliasen at enda.
Tað er stuttligt at spæla í Stjørnuni
- Eg vænti ikki at eg verði tann sum fari at spæla
mest, brosar Oddvør Josephsen, ið er ein av
ungu leikarunum í Stjørnuni. Skjótleikin er ein
styrki, tí Oddvør vann eitt nú bronsu í 400 metra
boðrenning á Oyggjaleikunum í summar.
Oddvør greiðir frá, at Sonja Lava Sirdal spælir
fyri tað mesta, men at Oddvør er til reiðar at
koma inn tá tað skal vera.
Samanhaldið í hópinum er eisini ein styrki hjá
Stjørnuni. Oddvør greiðir frá, at at tær flestu eru
rættiliga ungar, allar eru fittar og tað er lætt og
hugaligt at vera ungur leikari í Stjørnuni.
Ynski í ár er at fyrst og fremst at gera tað
betri enn í fjør, og liðið hevur ikki sett sær
ítøkiligari mál enn tað. Leikarar hava kortini
síni persónligu mál, og sum ungur leikari vónar
Oddvør at megna at spæla seg fastari inn á liðið.
- Eg kom við ímóti endanum í fjør, so eg vóni
at spæla fleiri dystir í ár. Lykilin er eindanfaldur
staðfestur Oddvør at enda. - Tað er bara at venja
hondbólt og styrki.
Venjarin er fegin um menningina
- Okkara vón er at vit lyfta avrikini hjá okkum
í ár, og so síggja vit hvussu langt tað røkkur,
sigur Per Klarup, venjari hjá Stjørnuni. Venjarin
hugsar at kappingin kanska verður javnari og
meira opin, men hvar liðini fara at liggja við
kappingarenda er trupult at spáa um.
Fyrireikingarnar til kappingarárið hava eisini
verið avbjóðandi: - Vit hava skaddar leikarar,
Óluva hevur brotið beinið, Jansy er júst byrja
aftur eftir barnsburð og aðrar hava eisini stríðst
við at gerast til reiðar. Onkur hevur fótbólt
enn, Annika fer at fjakka, so vit mugu taka
kappingina stig fyri stig, og so seta vit okkum
nýggj mál eftir fyrsta triðingin av kappingini,
sigur Per Klarup.
Kappingarleisturin við hálvfinalum er ikki
nakar uggi. Per Klarup leggur dent á at liðini
bert hava 18 dystir at spæla seg í topp-4, so
tað snýr seg í roynd og veru um at skava stig
saman beinanvegin.
Venjarin iðrar seg eisini nakað um at liðið
ikki hevur verið á venjingarlegu soleiðis sum
Stjørnan var í Danmark í fjør, og liðið hevur
ikki spælt nógvar venjingardystir. - Tað merkir
at vit kanska eru eitt hálvt fet aftanfyri í
samanspælinum, men kropsliga og orkuliga eru
vit sera væl við, staðfestir Per Klarup.
Lykilin til at Stjørnan skal fáa eitt gott
kappingarár er, at nýggju spælskipanirnar sum
liðið arbeiðir við fara at rigga. - Fáa vit okkara
ætlanir at rigga, so kann tað fara at síggja sera
gott út, sigur venjarin spentur. - Eg havi sagt við
genturnar at tá ið vit røkka okkara besta støðið
eru tað ikki nógv lið sum fáa vart seg, men har
er eitt sindur ov langt ímillum snapsarnar, um eg
kann siga so, førir venjarin fram.
- Eg havi verið nøgdur í øllum trimum
kappingarárinum eg havi verið her higartil,
eg haldi vit hava havt eina øgiliga menning í
spælskili og bóltførleika. Um eg síggi at vit taka
enn eitt fet víðari, so verið eg ovurfegin, sigur
Per Klarup at enda.
Stjørnan
Stovnað: 1932
Føroyameistaraheiti: 9 (1945, 1958,
1977, 2000, 2004, 2006, 2007,
2008, 2010)
Steypasigrar: 7 (2004, 2005, 2007,
2008, 2009, 2010, 2012)
Kappingarárið 2018/19: Nummar
5 í landskappingini og hálvfinala í
steypakappingini
Raluca Ungureanu Málverji
Birita Ryan Málverji
Annika Magnusdóttir Arge Málverji
Jetta Svøðstein Málverji
Tóra Jansdóttir Norðá Strika
Anna Jacobsen Strika
Rannvá R. Jacobsen Strika
Barbara Wigant Eysturdal Bakkur
Sonja Lava Sirdal Bakkur
Katrin Bertholdsen Bakkur
Mina Naomi Lava Sirdal Bakkur
Jansy H. Jacobsen Bakkur
Óluva Allansdóttir Joensen Bakkur
Oddvør Josephsen Bakkur
Jorun Bech Nielsen Bakkur
Vár Heimustovu Bakkur
Monika P. Jacobsen Bakkur
Marið Heimustovu Vongur
Tóra Eliasen Vongur
Sanna Jacobsen Vongur
Maria Biskoptø Vongur
Miriam Bethuelsdottir Vongur
Joan Sørensen Vongur
Julia Høgnesen Vongur
Ingi metir Nummar 5
Tær eru blivnar betri og betri, men tær
eru sera tengdar av málverja og trimum
útileikarum og har er lítil góðska at skifta
inn. Men tá ið tað koyrir væl í Klaksvík
kunnu tær arga tey stóru. Stjørnan
manglar kanska ein ordiligan profil.
Sosialurin tippar Nummar 6
Tá ið tær eru góðar eru tær góðar, men
teir fáu dystirnar eg sá tær spæla í fjør
vóru sjáldan teir góðu dystirnir. Tað er
sera tepurt at tippa tær, og tær kunnu
í roynd og veru eisini enda við at hótta
fjórða plássi. Fáa tær støðugari góðskuna
fram, verður hetta ein skeiv tipping.