hósdagur 19. september 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
20. SEPTEMBER 2019
Aftankvirra verður í Vágs Kirkju í kvøld,
fríggjakvøldið 20. september.
Seinastu árini, hevur Vágs Kirkja verið
karmur um aftankvirrur fríggjakvøld. Og í
kvøld klokkan 20.45 verður aftur møguleiki
at koma í kirkjuna og njóta kvirruna, áðrenn
tónleikur og andakt eru á skránni.
Hesaferð er tað lokali og eftirhondini sera
vælkendi Ingi Poulsen, sum við sínu vøkru
rødd og guitar, fer at seta dám á kvirruna,
áðrenn ein stutt andakt verður hildin.
Umframt hetta, verða eisini sungnir 1-2
felagssálmar, soleiðis at øll á ein hátt kunnu
luttaka og seg sín dám á løtuna.
Kvirran
byrjar
klokkan 20.45, og kl.
21.00 verður so tón
leikaframførsla, and
akt og felagssangur.
Aftankvirra við Inga
Poulsen í kvøld
VÁGS KIRKJA
Les eisini blaðið
á telefonini
Sambandshøvdingi
sjeytifimm ár
Nøvn síða 36
Margretha var ein
megnarkvinna
Siðsøa síða 24-25
Í gjár fylti Johan Dahl, nývaldur løgtings
maður, seksti.
Hann er føddur 19. september 1959, son
ur Jógvan Dahl úr Vági og Ebbu Albinus
úr Fámjin. Johan, vaks upp í Fámjin, er
giftur við Lindu Herdalur.
Áðrenn Johan Dahl kom upp í politikk
var hann vinnulívsmaður. Hann hevur
bankaútbúgving og ávís prógv innan
merconom.
Sum ungur arbeiddi hann í Sjóvinnu
bankanum, og í 1982 gjørdist hann stjóri í
Vágs Skipasmiðju, sum A/S J. Dahl átti.
Tað vóru ættfedrar hansara í Vági, sum
stovnaðu fyritøkuna á Gørðunum. Hann
var stjóri har til 1990. Síðan var hann stjóri
í World Seafood 1991–1992, stjóri í Sp/f Far
omar frá 1997, stjóri í Faroe Coldstores frá
1998, stjóri á Kollafjørð Pelagic og stjóri
fyri frystigoymsluna Kloosterboer Termi
nal Faroe Islands í Kollafirði.
Síðani hann gavst í politikki í 2015 hev
ur starvast hjá kinesiska telerisanum Hu
awei.
Johan Dahl kom upp í landspolitikk, tá
hann varð valdur á ting fyri Sambands
flokkin í Suðuroyar valdømi í 2002. Hann
var afturvaldur í 2004, í 2008 og í 2011. Men
á valinum í 2015 gavst Johan Dahl í poli
tikki og stillaði ikki uppaftur.
Men tongdin kom á hann. Sum hann
sjálvur sigur, tá tú hevur fingið politikkin
í blóðið, so er hann ringur at sleppa avaft
ur við.
Hóast mangur hevur sannað, at torført
er at koma aftur á ting, um tú fyrst er giv
in, so hevur hann, eins og nýggi løgmaður,
prógvað tað øvugta.
Johan Dahl hevur verið landsstýris
maður í fleiri umførum. Fyrst var hann
bara í nakrar dagar landsstýrismaður í
fiskivinnumálum í februar í 2004, til Jó
annes Eidesgaard koyrid hann frá, tí full
veldisblaðið Fregnir koyrdi so hart á hann
við ymsum skuldsetingum, sum ongantíð
vórðu prógvaðar.
Men hann gjørdist aftur landsstýris
maður í 2008, í vinnumálum, og helt fram
í 2011 til 2015.
Johan Dahl var staddu í Shanghai í
Kina føðingardagin. Og meðan hann hev
ur verið burtur, hevur Løgtingið valt hann
til fyrst næstformann løgtingsins.
Hjartaliga tillukku við degnum Johan
Dahl!
Í blaðnum...
Tað má vera gott at vera pensjónistur í
hesum døgum, nú flokkarnir kappast
um at geva teimum hægri pensjón.
Fráfarna samgonga sigur seg hava
hækkað tøku upphæddina hjá pensjón
istum við 1.000 krónum.
Flokkarnir í nýggju samgonguni hava
sagt, at tað ikki passar, og at tey vilja lata
pensjónistunum uppaftur meira.
Uttan iva hevur tað givið atkvøður, at
Fólkaflokkurin beinleiðis hevur lovað
pensjónistunum ein skattalætta 1. januar
komandi upp á 2.000 krónur. Hetta er
eitt lyfti, sum flokkurin illa kann renna
undan.
Men tað verður helst eingin skatta
lætti hjá pensjónistunum 1. januar, og
helst verður talan um lægri upphædd,
enn tær 2.000 krónurnar, sum Fólka
flokkurin hevur lovað pluss tær 600
krónurnar, sum Sambandsflokkurin
hevur lovað við skattafríu grundupp
hæddini.
Størstu stigini at fáa pensjónistunum
góðar sømdir vóru tikin í 1959, tá fólka
pensjóinina varð sett í gildi, og lógin um
samhaldsfasta, sum kom í samgongu
skjalið millum Javnaðarflokkin og Fólka
flokkin í 1991. Og so sjálvandi og ikki
minst tey rættindi, sum fakfeløg hava
vunnið við pensjónskipanum til limir
sínar.
Tá politikarar nú kappast um at vera
fittastir við pensjónistarnar, sá áttu teir
at bundið um heilan fingur og sagt, at øll
í Føroyum skulu hava somu rættindi
sum politikararnir sjálvir! Hvørjum líkist
tað, at fyri tað um tú hevur veirð løg
tingsformaður ella løgmaður skalt
kunna leggja teg heim á sofuna við
40.000 kr í pensjón restia av lívinum?
Enn tá sum 60 ára gamal? Tað líksta
svarsta ognum!
Øll kunnu valla fáa somu upphædd í
pensjón, men øll eiga at hava sama slag
rættindi, sum politikarar. Tað merkir, at
tey skulu hava sama pensjónsaldur og
fáa sama part av lønini í pensjón, og
somu krøv til starvsaldur, sum politikar
arnir. At politikarar geva sær sjálvum
privilegium minnir mest um mutur.
Tí hevði tað klætt politikarum at
hugsa soleiðis:
»Allir pensjónistar skulu hava minst
líka rættvísa pensjón, sum eg«.
So verður eingin pensjónistur í Før
oyum fátækur!
Pensjónistar somu treytir sum tingfólk
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Johan Dahl løgtingsmaður seksti
Johan Dahl, løgtingsmaður, var staddurí
Shanghai í Kina, tá hnn í gjár fylti 60 ár