hósdagur 19. september 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
3
- Hetta er ikki
ein møguleiki
tú fært ofta
- Eg ivist onga løtu í, at konsertin verður eitt
ógvuliga stórt upplivilsi, bæði fyri vanligu
áhoyrararnar hjá Føroya Symfoniorkestri
og fjeppararnar hjá Týr, og hetta verður
ein fantastisk samanrenning millum tað
klassiska og metaltónleikin, sigur Poul Jákup
Thomsen, leiðari í Føroya Symfoniorkestri
VILMUND JACOBSEN
T
að verður eitt rættiligt
brak av einum konsert
tiltaki, tá Føroya Sym
foniorkestur við kóri
og tónleikabólkurin Týr fara á
pall í Norðurlandahúsinum, 7. og
8. februar næsta ár.
Mikudagin var tíðindafundur
í Norðurlandahúsinum, har
greitt varð frá hesum sermerkta
konserttiltaki, sum Norðurlanda
húsið, Føroya Symfoniorkestur og
bólkurin Týr eru saman um.
Hetta verður samstundis
fyrstu ferð í søguni, at Føroya
Symfoniorkestur fer at royna seg
saman við heavy metal-tónleiki,
og tað er íslendski tónasmiðurin,
Haraldur Sveinbjørnsson, sum
hevur fingið til uppgávu at útseta
15 løg hjá Týr fyri orkestur og kór.
Bólkurin Týr er kendur fyri
at hava eitt serstakt tónleikaligt
bland - við norðurlendskum fólka
tónleiki til tungmálm, sum tón
leikurin eisini verður róptur.
Týr hevur ein hóp av konsert
um ymsastaðni kring heimin
gjøgnum eitt ár, og á tíðindafund
inum greiddi Heri Joensen, for
sangari og guitarleikari í Týr, frá
umfatandi skránni hjá bólkinum
í heyst og í vetur.
So mikið kendur er bólkurin
uttan fyri landoddarnar, at teir
longu nú vita um onkrar fjepparar,
sum koma heim til serstaka kon
serttiltakið um slakar fýra mán
aðir. Nakrir av fjepparunum eru
sinnaðir at ferðast langt fyri at
hoyra konsertir hjá Týr, og hetta
er eisini galdandi, tá tónleika
bólkurin spælir í øðrum londum.
Stóra konserttiltakið í Norð
urlandahúsinum verður í stóru
høllini, og her verður pláss fyri
umleið 800 standandi áhoyrar
um til hvørja konsert. Á tíðinda
fundinum varð spurt, um møgu
leikar eru fyri fleiri enn hesum
báðum ætlaðu konsertunum, men
í løtuni er einki aktuelt um fleiri.
Heri Joensen, forsangari og
guitarleikari í Týr, sigur, at tað
hevur verið ein dreymur, síðan
hann var ungur og hoyrdi Deep
Purple, Uriah Heep og seinni
eisini Metallica spæla saman við
symfoniorkestrum, at royna hetta
sjálvur.
- Nú hetta verður veruleiki,
síggja vit í Týr fram til at geva
áhoyrarum eina avbera góða tón
leikauppliving, sigur hann.
Á tíðindafundinum løgdu um
boðini fyri Týr, Heri Joensen og
Gunnar H. Thomsen, dent á, at
bólkurin í samlaða konserttiltak
inum fer at spæla sín tónleik, so
leiðis sum fólk kenna tónleikin,
men sjálvandi vóna teir eisini at
kunna læra okkurt við at royna
hetta slag av samstarvi.
Kendi listarmaðurin, Edward
Fuglø, hevur gjørt eina frálíka
og litríka plakat í samband við
konserttiltakið, og henda kann
longu nú keypast í Norðurlanda
húsinum.
Heri úr Djúpadali
Leiðarin í Føroya Symfoniorkestri,
Poul Jákup Thomsen, sigur, at við
konsertini fara eisini fjepparar hjá
Týr at uppliva sterku megina frá
symfoniorkestrinum og kórinum.
- Eg ivist onga løtu í, at kon
sertin verður eitt ógvuliga stórt
upplivilsi, bæði fyri vanligu áhoyr
ararnar hjá Føroya Symfoniork
estri og fjeppararnar hjá Týr, og
hetta verður ein fantastisk sam
anrenning millum tað klassiska og
metaltónleikin, sigur Poul Jákup
Thomsen.
Hann vísir á, at í Føroya Sym
foniorkestri hevur verið hugt
eftir, hvørjir møguleikar eru, og
hvat er viðkomandi.
- Vit spæla jú klassiskar kon
sertir, men vit vilja eisini ógvu
liga gjarna koma út til aðrar
bólkar í samfelagnum. Tað mest
innlýsandi er tískil at gera eitt
samstarv við Týr.
Poul Jákup Thomsen vísir á, at
forsangarin og guitarleikarin, Heri
Joensen, er vaksin upp í Djúpadali
í Sandoynni, sum liggur beint
við Skarvanes, har Poul Jákup
Thomsen sjálvur býr.
- So, hvat er meira innlýsandi
enn, at Týr og Føroya Symfoniork
estur gera eitt samstarv? Tað eru
eini fimm ár síðan, at hugskotið so
smátt byrjaði at búnast. Vit hava
prátað saman, og síðan hava vit
fingið bæði Norðurlandahúsið
og Kringvarpið við í verkætlanina.
Nú er tað komið so langt, at vit
hava sett dagfesting á. Eisini
hava vit sent eini 14-16 løg hjá Týr
til Íslands til tónasmiðin, Harald
Sveinbjørnsson, sum setir løgini
saman fyri symfoniorkestur, kór
og Týr, og nú verður hetta stór
fingnað konserttiltak veruleiki.
Yes, endiliga!
Men, hvat hugsaði Heri Joensen,
tá teir fingu ítøkiliga fyrispurn
ingin um at spæla tvær stórar
konsertir saman við Føroya Sym
foniorkestri?
- Eg hugsaði ”yes, endiliga”.
Hetta er nakað, eg havi droymt
um alt lívið - heilt síðan eg byrj
aði at spæla á guitar, og hetta er
nakað, tú hevur sæð aðrar stórar
bólkar gera. Nú fáa vit so møgu
leikan sjálvir, og hetta er ikki ein
møguleiki, tú fært serliga ofta. So,
vit tóku av beinanvegin.
Men, hvussu sær so Gunnar H.
Thomsen, sum spælir bass í Týr,
upp á uppgávuna, sum liggur fyri
framman?
- Eg haldi, vit taka tað, sum tað
kemur. Tað er ógvuliga trupult at
ímynda sær at skula standa sam
an við bæði symfoniorkestri og
kóri, umframt at vit skulu gera alt
tað vanliga, sum vit gera. Eg haldi
ikki, eg hugsi so nógv um hetta,
fyrr enn vit eru har.
Tá konsertirnar verða, fer Týr
í størstan mun at spæla síni løg,
soleiðis sum teir plaga at spæla
tey.
- Men, tað verður so eitt lítið
sindur av tillaging, og vit mugu
bara finna út av, hvussu tað skal
gerast og fer at rigga, tá vit venja
saman. Tað er eitt sindur trupult
at ímynda sær, hvussu alt verður,
tí vit hava ongantíð verið í hesi
støðu áður.
Tað er longu greitt, hvørjir
sangir skulu spælast og íslendski
tónasmiðurin, Haraldur Svein
bjørnsson, sum setir út klassiska
tónleikin, hann skal hava stundir
at arbeiða við hesum, og hann
hevur fingið fyrstu sangirnar og
nótarnar fyri nøkrum mánaðum
síðan.
Heri Joensen sigur, at tað eru
16 løg á listanum, og tað verða 90
minuttir av tónleiki.
Hvør hevur so valt sangirnar?
- Eg og Gunnar hava saman
valt sangirnar, og síðan hava vit
prátað eitt sindur við Poul Jákup
Thomen og eitt sindur við hinar
í Týr.
Stórt tiltak
Poul Jákup Thomsen heldur, at
hetta er størsta verkætlan hjá Før
oya Symfoniorkestri yvirhøvur.
- Hetta er rættiliga umfatandi,
tá tú setir allar partarnar saman.
Tí, umframt at Týr, kór og symfoni
orkestur verður við her, skal ein
øgiligur hópur av elektroniskari
útgerð til at styrka ljóðini upp við,
og her skulu brúkast ljóskastarar
og annað. Men, tann útgerðin er
øll í Føroyum nú, og tí letur hetta
seg gera.
Hann vísir á, at umframt alt
hetta skal nógvur grafikkur ger
ast, sum skal vísast á stórum
sjónvarpsskíggjum, meðan kon
sertirnar verða. Tískil er eitt av
endamálunum við konserttiltøk
unum eisini at fáa eina fantastiska
sjónvarpsframleiðslu saman við
KvF.
- Tí, verður tiltakið eisini eyka
krevjandi fyri at fáa alt at ganga
upp í eina hægri eind.
Poul Jákup Thomsen væntar,
at ein hópur av fólk fara at vitja
konsertirnar, og her verða eisini
fólk, sum vanliga ikki ganga í
Norðurlandahúsið
- Føroya Symfoniorkestur skal
vera fyri øll, og hjá okkum eigur
ikki at vera nøkur avmarking.
Tískil dámar okkum væl, at vit
eisini sleppa at spæla saman við
tungmálmi, sum leiðarin í Føroya
Symfoniorkestri tekur til.
Tað verður Bernharður Wilk
inson, sum enn einaferð fer at at
stjórna orkestri og kóri, tá stóra
tiltakið verður í Norðurlanda
húsinum.
Poul Jákup Thomsen, leiðari fyri Føroya Symfoniorkestur, Gunn Hernes, stjóri í
Norðurlandahúsinum, Heri Joensen og Gunnar H. Thomsen úr bólkinum Týr