Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Leygardagin undirskrivaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin samgonguskjalið fyri eina nýggja borgarliga stjórn Sama dag valdi ein meiriluti í Føroya løgtingi Bárður á Steig Nielsen til løgmann. Mánadagin tilnevndi nýggi løgmaðurin sjey landsstýrisfólk á almennari móttøku í Tinganesi Mikudagin kom ferðamannaskipið Prince til landið. Prince fer frá leygardegnum av at avloysa Smyril, ið fer í dokk Leygardagin fekk løgreglan 50 fráboðanir í samband við fyrsta illveðrið í heyst Samhaldsfasti MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt metrar eru nú boraðir í Sandoyartunlinum 680 Sprotin hevur onga lýsing av orðinum samhaldsfasti, men um orðið samhaldsfesti verður skrivað: kensla av samanhaldi og samábyrgd (at hjálpa og stuðla øðrum), javnaðarflokkurin byggir á tey trý grundvirðini: frælsi, javnstøðu og samhaldsfesti [da. solidaritet]; Kjak er aftur um samhaldsfasta, aftaná at nýggja samgongan hevur ætlanir um at gera broytingar í skipanini. Hóast Samhaldsfasti vanliga verður brúkt um útgjaldið frá Arbeiðsmarknaðarefti rlønargrunninum, bleiv orðið strikað úr heitinum í 1991, tá Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin skrivaðu undir samgonguskjal. Tá broyttist navnið úr Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønarg runnurin til einans Arbeiðsmarknaðareftirlø nargrunnurin, ið vanliga verður stytt AMEG. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Nú eru góð ráð Týr tá ein skal til komandi konsertina hjá Føroya Symfoniorkestri Alt á gosi, tá Trump ætlaði at keypa Grønland; men nú sigur Løkke, at hann ætlar sær at selja Føroyar! Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin millum 10 og 14 stig.   Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, ið snarar í ein sunnan og minkar um vindin til lot til andøvsgul. Turt og sól, men um náttina skíggjað og í stundum regn. Hitin millum 10 og 15 stig. Gul til stívt andøvsgul av vestri, seinni landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og nógv sólskin. Hitin millum 10 og 15 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s Nýggja borgarliga landsstýrið, sum er samansett av landsstýrisfólkkum úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum, hevur havt sín fyrsta fund. Ikki tí at nakrar stórar politiskar avgerðir vóru tiknar á fundinum, men fyri at staðfesta, at landsstýrið nú er farið til arbeiðis. Leingi hevur ljóðað, at serliga í fiskivinnuni vóru ikki íløgur gjørdar, tí karmarnir vóru ótryggir undir fráfarna landsstýrinum. Sumt er sjálvandi retorikkur, men longu í vikuni eftir, at samgongan er skipað, verður boðað frá, at smápartafelagið Undir Klakki, sum eigur línuskipið Klakk, hevur keypt eitt knapt 10-ára gamalt skip úr Noreg. Nýggja skipið er meira framkomið enn flestu føroysku línuskipini og hann dregur línuna upp mitt gjøgnum skipið. Tað ger, at hann fær roynt í verri veðri og missir færri fiskar av línuni. So vítt eg veit, so eru onnur reiðarí eisini á eggini at gera avtalur um keyp av nýggjari skipum. Ája! Skurðurin nærkast og tað eru tað sjálvandi fleiri, sum gleða seg til. Vit gagnnýta allan tann føroyska seyðin, men í ár verður torført at fáa nakað úr teimum mongu skinnunum. Oikos hevur tikið móti skinnum seinastu árini, so hóast bøndurnir ikki fingu serliga nógv fyri skinnini, so fóru tey ikki til spillis. Í ár er støðan ein heilt onnur, tí Oikos hevur gjørt av ikki at taka ímóti skinnum í ár. Tað vil siga, at ein stórur partur av teimum enda ó ovninum hjá IRF á Hagaleiti. Tað ber sjálvandi til at brennna tey, men ullin ger, at útátið er hægri enn vanligt, serliga tí at hitin í ovninum lækkar niður í eini 850 stig. Ája! At tað er gongd í føroyskum mentannarlívið síggja vit so at siga dagliga, men ein spennandi nýggjheit kom hesa vikuna, tá ið tað frættist at heavy metal bólkurin Týr nú fer at hava konsert saman við Føroya Symfoniorkestri. Ómetaliga stuttligt at síggja eina samanrenning millum ta meira “fínu” mentanina og rock mentanina. Týr ferðast kring heimin við teirra tónleiki, men eftir hvat forsangarin sigur, so hevu tað altíð verið hansara dreymur at sleppa at spæla saman við einum symfoniorkestri. Nú gongu dreymurin út. Ája! Í morgin eru steypafinalurnar á Tórsvølli. Tað hevur verið ein góður og hugnaligur dagur seinast í agust, men FSF hevur valt at flyta finalurnar út í endan av september. Hví hava vit ikki fingið at vita, men vandin fyri illveðri er munandi størri, umframt at tað gongur ómetaliga long tíð ímmilum, at hálvfinalan í Betri deildini er spæld til finlan verður spæld. Hóast tað, so gleða fjeppararnir hjá finaluliðunum seg til í morgin, tí finaludagurin er ein festdagur við nógvum og glaðum áskoðarum. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At arbeiðsloysið í Føroyum aldrin hevur verið lægri 5-10 m/s