Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 5 Tað ger mun tá onkur endurnýtir Tá eingin tekur ímóti saltaðum seyðaskinnum til útflutnings, soleiðis sum støðan er vorðin í heyst, fara umleið 10 slíkar bingjur, sum hendan á myndini, aftrat í brenniovnin hjá IRF VILMUND JACOBSEN Á hvørjum heysti plagar IRF at vísa á, at tað, sum dálkar mest í brenniovninum á Hagaleiti í Leirvík, eru seyðaskinn. Tí heitir felagsskapurin á fólk, sum fletta, um at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendari móttøku. Tá slaktið, sum nú stundar til, byrjar, fær IRF eisini nógvar fullar vembur at brenna, og hesar viðføra sjálvsagt dálkandi útlát. Tí er umráðandi fyri umhvørvið, at leivdir frá slakti annars verða burturbeindar á rættan hátt. Í Føroyum er bara ein góðkend móttøka til saltaði seyðaskinn til útflutnings, og hesa góðkenning hevur Sp/f Oikos í Bø. Nú tey, sum standa aftan fyri Oikos, hava gjørt av, at eingin móttøka verður í heyst, kann væntast, at tey seyðaskinn, sum felagið plagdi at keypa, enda í brenniovninum. At tað ger mun at salta og endurnýta, kann lýsast við myndini av hesi bingju, sum varð fylt við saltaðum seyðaskinnum í fjør heyst. Bingjan er 40 fót; hon er full, og her eru 3.400 skinn, sum í fjør vórðu saltað til felagið Oikos. Siga vit, at felagið keypti umleið 33.000-35.000 seyðaskinn, sum tey plaga at siga, at tey gera, høvdu stívliga 10 bingjur av hesi støddini endað í brenniovninum hjá IRF, um Oikos - ella onkur annar - ikki keypti. Niðurstøðan er, at tað so sanniliga ger mun - eisini fyri umhvørvi - at lata seyðaskinn til endurnýtslu heldur enn at lata tey í brenniovnin hjá IRF. Men, í heyst er tað so ein veruleiki, at Oikos onga móttøku fer at hava og eingi seyðaskinn fer at keypa. Trupult at selja hvítu skinnini Sp/f Oikos, sum hevur havt móttøkur av seyðaskinnum kring landið, hevur nú boðað sínum viðskiftafólkum frá, at tey ikki fara at taka ímóti saltaðum seyðaskinnum til útflutnings í heyst  VILMUND JACOBSEN T ýsdagin boðaði Heilsu- frøðiliga Starvsstovan frá, at bert ein góð- kendur móttakari er av saltaðum seyðaskinnum til út- flutn ings í løtuni, og móttakarin er Sp/f Oikos í Bø. Tað var nevniliga í 2001, at Jógvan Nordendal, bóndi í Bø, byrj aði at keypa saltaði seyða- skinn. Tað byrjaði í smáum, og fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og útflutt. Men, seinnu árini hevur talið verið fleiri túsund – ja, onkur ár væl oman fyri 30.000. Sp/f Oikos hevur havt móttøkur ymsastaðni kring landið, soleiðis at fólk, sum hava seyð og fletta, hava havt møguleikan at sleppa av við skinnini. Fólk, sum eru komin við skinn- um, hava so eftir egnum ynski antin fingið pening ella fóður fyri lambsskinnini frá tí, sum stendur fyri móttøkuni og saltingini fyri Oikos. Eingin móttøka Men, í ár verður øðrvísi enn und- anfarin ár, tí í heyst fer Oikos ikki at hava móttøkur, og felagið fer heldur ikki at keypa saltaði skinn til útflutnings. Helga Nordendal hjá Sp/f Oikos váttar, at hetta er støðan í heyst, nú fjøllini skjótt verða gingin. Spurd, um avgerðin ikki at keypa seyðaskinn í ár hevur nakað við herd heilsufrøðilig krøv at gera, sigur hon, at so er ikki. - Tað er einki broytt við krøv- unum, men trupulleikin er, at tað gongur ikki so væl at selja skinnini, og goymslan frá undanfarna ári er ov stór. Helga Nordendal sigur, at tað serliga eru tey hvítu skinnini, sum trupult er at sleppa av við. - Undanfarin ár hava vit tikið ímóti øllum skinnum, men í fjør keyptu vit ikki hvít veðraskinn og hvít ærsskinn. Kortini eru vit enn ikki sloppin av við øll skinnini, sum vit keyptu í fjør. Hon vísir á, at tað er kostn að- ar mikið at hava fleiri móttøkur kring landið, og tá trupult er at fáa ein hóskandi prís fyri saltaðu skinni, noyðast tey á Oikos tíverri at hava ein steðg í móttøkuni í heyst. - Tað hevði so mangt verið øðr- vísi, um allur seyðurin í Føroyum endaði á einum sláturvirki. Men, her noyðast vit at hava móttøkur kring landið, og hetta merkir eisini stórar flutningsútreiðslur, leggur hon aftrat. Lítil eggjan Helga Nordendal dylur ikki fyri, at hon onkuntíð saknar nøk ur upp- muntrandi orð frá myndug leik um og teimum, sum annars noyðast at taka um endan við burturbeining og brenning, tá tað ikki gongur so væl í hond at selja. - Vit hava roynt at gjørt okkara, soleiðis at henda rávøra, sum seyða skinnini eru, kundi koma til sætt is, men soleiðis, sum gongdin hev ur verið á marknaðinum, noyð ast vit nú at taka ein steðg. Helga Nordendal sigur seg vóna, at tey eitt annað heyst - og vón andi longu næsta heyst - aftur kunnu hava skipaðar móttøkur av seyða skinnum kring landið. Bingjan er full, og her liggja umleið 3.400 saltað seyðaskinn. Seinnu árini hevur Oikos keypt upp í umleið 10 slíkar bingjur, men í heyst enda øll hesi skinn helst í brenniovninum hjá IRF At salta seyðaskinn hevur ikki bara fíggjarligan, men eisini umhvørvisligan og sosialan týdning - Vit hava roynt at gjørt okkara, soleiðis at seyðaskinnini kundu koma til sættis, sigur Helga Nordendal