hósdagur 19. september 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
6
FRANTS JENSEN
N
ýggja løgmansfrúan
eitur Rakul Nielsen.
Havnarkonan í Vest
manna er bókhaldari,
kona, mamma og “Rakul hjá
Bárði”. Men nú er hon eisini løg
mansfrú.
– Tað, sum kanska verður øðr
vísi nú, er, at eg oftari skal við til
móttøkur og tiltøk, sigur konan
aftanfyri løgmann.
At hon fór at gerast
løgmansfrúa, lá ikki í kortinum,
tá ið hon og Bárður á Steig Niel
sen komu saman.
– Tá ið hann varð valdur
inn fyrstu ferð, og eg veit, hvør
hann er, so kundi eg vænta
hetta einaferð í tíðini. Men tá
ið hann gjørdist formaður í
Sambandsflokkinum, bleiv tað
ein størri veruleiki, at eg kundi
gerast løgmanskona. Áðrenn
hevði tað ikki fylgt nakað, sigur
Rakul Nielsen.
Politikkur fyllir
nógv heima
Báður á Steig Nielsen varð fyrstu
ferð valdur á ting í 30. apríl 2002.
Tveir dagar seinni gjørdist hann
pápi fyri aðru ferð. Meðan hann
var fíggjarmálaráðharri, varð
yngsta dóttirin fødd.
– Tá ið hann var landsstýris
maður, var fult hús av smáum
børnum, so eg hevði ikki góða
tíð at fylgja við, hvat hendi
politiskt. Tá ið hann kom heim,
tosaðu vit ikki nógv um politikk.
Nú er støðan ein onnur. Eg havi
sjálv áhuga fyri politikki og fái
nú fylgt betri við. Børnini fylgja
eisini við í politikki. Tey lesa og
spyrja. Tey spyrja pápa sín, hví
hann sigur hatta, og hví hini
siga okkurt annað. Nú fylgja vit
øll við, so tað fyllir nógv, sigur
Rakul Nielsen.
Bæði fólkatingsvalið og løg
tingsvalið hava fylt nógv.
– Vit hava øll verið sera virkin
í valstríðnum og hava roynt at
rikið fyri Bárð, sigur løgmans
konan.
Í Vestmanna hava tey verið
sjónlig. Tey hongdu plakatir
upp, høvdu sambandskafe á
Heygum í húsinum hjá ommuni
og abbanum, har nógvir vest
menningar vitjaðu, og tey vóru
virkin í sosialu miðlunum. Ein av
døtrunum tók sær av instagram
profilinum hjá Bárði á Steig
Nielsen.
Tá ið samgongan var komin í
hús, vórðu dyrnar á Bøgøtu 32 í
Vestmanna opnar og millum 150
og 200 vestmenningar vitjaðu og
ynsktu til lukku.
Royna at hava frið fyri
telefon, tá ið tey eta
Nú eru tað ikki bara tey í nærm
astu familjuni, ið merkja, at
Bárður á Steig Nielsen er vorðin
løgmaður. Eisini onnur leggja
merki til tað.
– Foreldrini hjá okkum
báðum og onnur í familjuni siga
okkum, at fólk hava ynskt teim
um til lukku við Bárði. Fleiri vin
konur hjá Gunnvá komu eisini
fríggjakvøldið heim til okkara og
ynsktu til lukku.
Tað merkir eisini gerandis
dagin á annan hátt, at Bárður
er sera virkin í politikki.
– Telefonin ringir sera nógv
EINASTA FRÚA
Í VESTMANNA
– Abbi Bárð segði, at nú var
eg einasta frúa í Vestmanna.
Presturin er kvinna, læknin er
kvinna, skúlastjórin er kvinna
og eingin sýslumaður er longur,
so nú er tað bara løgmansfrúa
eftir, sigur nýggja løgmansfrúan,
Rakul Nielsen, og flennir
Rakul Nielsen úr Vestmanna er nýggja løgmansfrúan
MYND: ÁLVUR HARALDSEN