hósdagur 19. september 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
7
hjá honum. Men onkuntíð
stendur hon á ljóðleyst. Vit hava
ikki nakran politikki heima á
hesum øki, men vit royna at
hava frið fyri telefonunum, tá
ið vit eta, og tá ið vit eru saman
sum familja. Eg haldi, at Bárður
er raskur at siga, at hann kann
ringja aftur seinni, sigur Rakul
Nielsen.
Uttanlandsferðir
Tað krevur sítt at vera løgmans
frú. Tær fyrstu uttanlands
ferðirnar eru longu lagdar til
rættis. Millum annað skal Rakul
vera við, tá ið danska fólkatingið
verður sett 1. oktober. Eg haldi,
at okkurt var eisini 29. oktober,
sigur Rakul Nielsen.
– Eg arbeiði hálva tíð, so eg
havi møguleika at fara við. Eg
havi góða avtalu við arbeiðs
plássið og kann leggja arbeiðið
til rættis sum tað passar, sigur
hon.
Sjálvt um børnini nú eru
vaksin, so hevur hon ikki ætlanir
um at fara at arbeiða fulla tíð.
– Teimum dámar væl, at har
er onkur, tá ið tey koma heim,
sigur Rakul Nielsen.
Sjálvt um tey bæði fara til
Havnar til arbeiðis, so er tað bara
av og á, at tey koyra saman.
– Tað er ikki so ofta, at tað
passar í arbeiðstíðirnar, at vit
kunnu koyra saman til Havnar,
sigur Rakul Nielsen.
Hon fekk boðini um
samgonguna, áðrenn
miðlarnir vistu av tí
Tá ið nógv hendir politiskt,
so er tað ikki altíð, at hon fær
tíðindini at vita frá manninum,
men gjøgnum miðlarnar.
– Nú tá ið samráðingarnar
vóru, segði eg við hann, at hann
kundi væl ringja til mín og
siga mær frá, áðrenn eg frætti
í miðlunum, um ein samgonga
fór at vera skipað ella ikki. Tann
dagin, tá ið samgongan varð
skipað, ringdi hann fyrst og
segði, at hann fekk ikki semju,
og at hann tí fór oman á Gamla
Apotek at tosa við hinar flokk
arnar. So sá eg hann fara niðan
aftur, men áðrenn hann fór
inn til løgtingsformannin, Páll
á Reynatúgvu, ringdi hann og
segði, at nú hevði hann fingið
semju, og at tað fór at vera
henda samgongan, sum nú er
vorðin veruleiki, sigur Rakul
Nielsen.
Tey, sum fylgdu við, vita,
at tað gekk rættiliga hektiskt
fyri seg henda fríggjadagin,
meðan samráðingarnar gingu
upp á tað harðast, og at sam
ráðingarleiðarin, Bárður á Steig
Nielsen, hevði úr at gera. Kortini
raðfesti hann at siga konuni frá.
– Tað var jú stórt, um hetta
bleiv til nakað, og eg visti eisini,
at tað kundi enda við, at hann
gjørdist løgmaður. Tí var tað
gott at fáa boðini frá honum,
sigur Rakul Nielsen.
Tá ið atfinningar koma
Men tað var ikki bara gleði
henda dagin.
– Tað kom ymiskt fram
aftaná, um at Bárður skuldi
havt logið. Eg gjørdist eitt sind
ur ørg, tí eg visti, at støðan var
ein onnur. Tað var í hvussu er
tað, sum Bárður hevði sagt mær.
Eg sløkti fyri facebook og tele
fonina. Eg fór ikki inn aftur fyrr
enn morgunin eftir, sigur Rakul
Nielsen.
Hon sigur seg ikki hava upp
livað nógv av atfinningum, tá ið
Bárður var landsstýrismaður.
Tað var tó eitt sindur, tá ið hann
fór úr politikki eina tíð og seinni
kom inn aftur. Tá var ymiskt
skrivað.
– Kanska eg veri eitt sindur
kedd og ørg, tá ið eg síggi ella
hoyri, at tað kemur ymiskt keði
ligt í miðlarnar. Eg hugsi kanska,
hví skulu teir skriva hatta um
hann og ikki um onkran annan,
sigur Rakul Nielsen.
Liggur til høgrabeinið
Tað er Rakul Nielsen, ið syrgir
fyri, at løgmaður er væl klædd
ur, tá ið hann er í almenna rúmi
num. Og tað er meira enn bara at
strúka skjúrtur.
– Eg keypi klæðini til hansara.
Tá ið tað er klædningur, er hann
sjálvandi við. Eg hugsi eitt sindur
um, at nú hevur hann verið
í hasum settinum og hasum
slipsinum, so skal hann ikki í
tað sama til næstu sending. Eg
keypti honum eitt nýtt slips til
formansumfarið fyri at tryggja
mær, at hann ikki hevði verið í
tí, sigur Rakul Nielsen.
Um tað er slipsið og klæðini,
ið hava givið úrslitið, at Bárður á
Steig Nielsen er løgmaður í dag,
er tó óvist.
– Hann vil vera væl klæddur,
men júst hvat riggar saman,
hugsar hann ikki so nógv um.
Tað liggur til høgrabeinið hjá
mær at orðna hetta. Tað er ikki
nakað stress fyri meg at gera tað,
sigur Rakul Nielsen.
Besta vinkona eisini
løgmanskona
Ein av bestu vinkonunum hjá
nýggju løgmansfrúuni er Jórun
Johannesen, ið er gift við Kaj
Leo Holm Johannesen. Hon
hevur áður verið løgmanskona
og er nú kona ein av landsstýris
monnunum.
– Vit vóru grannar, javngamlar
og bestu vinkonur. Eg veit,
hvussu nógv hon hevði at gera,
tá ið Kaj Leo var løgmaður. Vit
eru framvegis vinkonur og
ganga í bindiklubb saman, so eg
kenni frá henni, hvat tað krevur,
sigur Rakul Nielsen.
Tær eru 10-12 í bindiklubba
num, men hon avvísir, at talan
er um ein sambandsbindiklubb.
– Vit eru ungdómsvinkonur úr
Havn, ið eru í bindiklubbanum.
Vit tosa um alt møguligt, ikki
so nógv um politikk. Tá ið tær
koma til Vestmanna, møta tær
væl upp og fylla bilarnar, sigur
Rakul Nielsen.
Hon hevur nógv samskifti við
vinkonuna og væntar nú eisini
at síggja hana oftari til mót
tøkur og annað í framtíðini.
Valdi Atla Dam
Rakul Nielsen hevur ikki altíð
verið sambandskvinna. Fyrstu
ferð hon var á vali, valdi hon
Javnaðarflokkin.
– Eg fekk góð ráð og lurtaði
eftir teimum. Eg setti krossin við
Atla Dam, og hann gjørdist løg
maður. Nú havi eg sett krossin
við Bárður, og nú er hann vorðin
løgmaður, sigur Rakul Nielsen
og flennir.
Fimleikavenjari
Bárður á Steig Nielsen verður
ofta kallaður vestmenningur
við stórum V. Hondbóltur, kapp
róður og bátastevna er nakað av
tí, sum hevur fylgt nógv hjá hon
um. Rakul Nielsen hevur eisini
stuðlað honum á ymiskan hátt
í hesum virkseminum.
Hon hevur tó eisini onnur
áhugamál, sum fara við hennara
frítíð. Hon íðkaði fimleik í
Havnini sum barn og ung, og
nú hevur hon í ellivu ár skipað
fyri fimleiki í Vestmanna. Talan
er um eitt lið hjá Havnar Fim
leikarafelag.
– Eg eri bæði samskipari og
venjari. Tað hava verið umleið
70 til 80 íðkarar, men í ár eru tey
umleið 50. Eg kenni tey flestu í
Havnar Fimleikarafelag, og eg
helt tað vera lættari at byggja
upp við at skipa alt undir teim
um. Tað eru ikki øll børn, ið
hava hug at spæla hondbólt,
men eg royni at siga við tey, at
fimleikurin er góður fyri hond
bóltin. Vestmenningar hava tik
ið sera væl ímóti fimleikinum,
sigur Rakul Nielsen.
Hondbólturin fyllir eisini
nógv hjá núverandi løgmans
hjúnunum.
– Børnini spæla hondbólt,
so tað fyllir nokk so fitt, sigur
Rakul Nielsen.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Tvær løgmanskonur, sum eru
bestu vinkonur og ganga í
bindiklubb saman. Frá vinstru
Jórun Johannesen (kona Kaj
Leo Holm Johannesen), Rakul
Nielsen og Bárður á Steig Nielsen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Rakul Nielsen er gift við
Bárði á Steig Nielsen,
løgmanni.
Hon er 46 ár, úr Havn, men
hevur seinastu 22 árini búð í
Vestmanna.
Hon er útbúgvin
vøruavgreiðslufólk og lærdi
hjá Eimskip. Síðstu 11
árini hevur hon arbeitt sum
bókhaldari á Búsetri. Síðani
hon átti yngstu dóttrina,
hevur hon arbeitt hálva tíð.
Rakul og Bárður eiga fýra
børn. Tey eru Súna (24) Bjørg
(19) Djóni (17) og Gunnvá
(14).
Tvey tey elstu lesa í Århus,
meðan tey yngru børnini
búgva heima.
FAKTA