hósdagur 19. september 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019
SOSIALURIN 108
8
EYÐUN KLAKSTEIN
Solby A. Christiansdóttir
»Gloymdur«
293 blaðsíður
Forlagið Sprotin
Margit M. Baadsager
»Góða systir«
412 blaðsíður
Forlagið Sprotin
M
annligu høvund
arnir, sum skriva
bøkur um siðsøgu
og skip, fáa í
hesum døgum harða kapping frá
kvinnuligum høvundum, sum
skriva um persónlig og kenslu
som viðurskifti.
Fýra bøkur, sum kvinnur
skriva um sjúku og deyða, eru
komnar út seinastu dagarnar.
Solby Christiansdóttir hevur
skrivað skaldsøguna »Gloymd
ur«. Margit Martinsdóttir Baad
sager hevur útgivið dagbókina
»Góða systir«. Sondy Simonsen
hevur skrivað persónligu søguna
»Ties ihjel«. Og Anna Malan
Jógvansdóttir hevur skrivað
hybridskaldsøguna »Psykosu
drotningin sigur frá«.
Í hesari grein umrøða vit tvær
av bókunum – »Gloymdur« og
»Góða systir«.
Dramatiskt og tragiskt
Skaldsøgan »Gloymdur« hjá
Solby Christiansdóttir byggir á
veruligar hendingar, tá ið pápi
hennara doyði bert 60 ára gamal
av lungnabruna eftir stórt mis
tak í viðgerðartilgongdini í
heilsuverkinum. Hendingin var
vanlukkulig og tragisk, tí tað var
púra óneyðugt, at hann doyði av
sjúkuni.
Solby Christiansdóttir hevur
havt hendingina tætt inni at
sær í meira enn 10 ár, og nú
hevur hon skrivað skaldsøgu,
sum ferðast kring veruligu
hendingarnar, men sum lutvíst
eisini er skaldskapur.
Skaldsøgan byrjar inni á
skrivstovuni hjá yvirlæknanum,
sum í einsemi viðurkennir eitt
ræðuligt mistak. Kaldasveittin
spríkir fram í pannuni á hon
um. Hann er glóðheitur og ísa
kaldur hvørt um annað, og hann
hugsar, hvat hann skal gera fyri
at sleppa sær burtur úr mis
takinum, sum fer at skugga
yvir hansara annars lýtaleysu
yrkisleið sum lækni.
Hendan byrjanin er nakað
óvæntað, tí alt leggur upp til,
at vit skulu fylgja manninum,
sum verður sjúkur, men hetta
er góður fyrsti leikur, tí byrjanin
skapar drama, spenning og
konflikt beinanvegin. Tú kanst
skjótt fáa tankan, at ein royndur
journalistur hevur skrivað bók
ina.
Síðan fylgja vit klaksvík
inginum Hera Viðoy, sum held
ur 60 ára føðingardag. Eftir
føðingardagin kemur sjúka
sníkjandi inn á hann. Hann
fer at hosta alt meira og fær
útbrot á annað beinið – hann
kennir seg ikki so væl. Kon
an Elsa sendir hann til kom
munulækna, sum sendir hann
víðari í heilsuverkinum. Fyrst
á Klaksvíkar Sjúkrahús at taka
royndir, og síðani á Landssjúkra
húsið til nærri kanningar.
Heri verður innlagdur á
Landssjúkrahúsinum, meðan
hann verður eygleiddur og
kannaður, og síðan verður hann
útskrivaður aftur. Eingin reyð
lampa lýsir, og læknin heldur,
at hann kann fara heimaftur, og
síðani kann hann koma aftur til
kanningar seinni – tá ið læknar
nir hava hildið feriu.
Heilsan hjá Hera Viðoy vers
nar alsamt, og familjan er farin
at stúra alt meira. Tey royna
at sleppa fram at læknanum
aftur, og tey royna eisini at
fáa onnur at hjálpa sær, men
Heri fær ikki hjálpina, hann
hevur fyri neyðini. Yvirlæknin
á Landssjúkrahúsinum hevur
longt sína feriu, og tá ið Heri
kemur aftur á Landssjúkrahúsið,
er hann deyðasjúkur.
Vit fylgja gongdini úr fleiri
sjónarhornum. Fyrst og fremst
snýr tað seg um familjuna og
hennara stúran, ótta og stríð
fyri at fáa rætta viðgerð. Men vit
fylgja eisini yvirlæknanum og
øðrum heilsustarvsfólkum – bæði
til arbeiðis og í tí privata. Og
so er tað politiski vinkulin, har
landsstýriskvinnan í heilsu
málum nærkast einari semju um
at leggja tey trý sjúkrahúsini sam
an í Heilsuverk Føroya.
Søgan kemur í hæddina
dagarnar, tá ið Heri Viðoy stríð
ist fyri lívinum í sjúkrasong á
Landssjúkrahúsinum – og tað
rennir alt meira saman millum
teir ymsu partarnar í søguni.
Deyðin togar í sjúka mannin, og
stóra uppgerðin nærkast.
Ein av sterku løtunum í
hesum parti av bókini er, tá ið
dótturin Karla setur seg at lesa
bløðini uppi yvir pápanum, sum
liggur í andingartóli uttan vit:
»Karla setur seg niður á stólin
við síðuna av songini og tekur
ein Sosial, sum liggur har. Hon
setist at lesa leiðaran hart. Og
hon lesur og lesur og lesur, til
hvør bókstavur í blaðnum er
lisin. Hon steðgar av og á og
hyggur vónrík upp á pápa sín,
men har er eingin reaktión. Hon
kann bara vóna, at hann hoyrir,
tí hon vil ikki hava, at hann fer
úr hesi verð uttan at vera dag
førdur um alt, sum rørist í sam
felagnum.
– Tú hevur altíð fylgt so væl
við, og eg skal í øllum førum gera
mítt til, at tú veitst tað nýggj
asta. Tá ið eg eri liðug við hetta
blaðið, fari eg at finan mær øll
tey nýggjastu bløðini, sum eru á
deildini. Eg skal lesa alt fyri tær,
babba.
Elsa eygleiðir elstu dóttir sína,
meðan hon lesur. Hvør skuldi
trúð, at tíðindi kunnu verða lisin
við so nógvum kærleika?«
Sannførandi skriving
Solby Christiansdóttir hevur
skrivað eina dramatiska sjúkra
søgu, sum eisini granskar
menniskjalyndið og samspælið
millum fólk í kreppustøðu. Solby
er skaldsligur debutantur, men
skrivar sera trygt. Hon hevur
drúgvar royndir sum journal
istur, og tær brúkar hon.
Søgan hevur allatíðina fram
drift, og hon kennist ongantíð
langdrigin ella keðilig. Høvund
urin hevur stramma stýring av
persónum og søgugongd, og hon
leggur ikki ov nógv fyri. Hóast
vit fylgja fleiri persónum í teirra
umhvørvi, villast vit ongantíð í
søguni ella persónunum, men
fáa gott innlit í teirra verð og
teirra tankar, og alt verður
samanbundið sannførandi, so
hvørt sum frásøgnin gongur.
Høvundin fer ikki so høgt
á flog skaldsliga, at hon er í
vanda fyri at detta niður, men
hon heldur seg trúfast til eina
dramatiska søgufrásøgn, sum
í sær sjálvum er fangandi og
hugvekjandi. Hetta er sann
førandi frásøguskaldskapur, og
skrivingin setur søguna, ið er
tikin úr veruliga lívinum, í mið
depilin.
Solby megnar at seta við
komandi
spurningar
um
heilsuverkið, menniskjasinnið,
sambond millum fólk og stríð
millum persónar, men hon tykist
ikki beisk ella harðrend. Hvussu
sambandið er millum veruligar
hendingar og skaldsøguna
kunnu vit bert gita ella meta um,
men líkamikið, hvussu tætt ella
leyst sambandið er, stendur bók
in á egnum beinum sum skald
søga.
Málið í bókini er sera gott.
Høvundin skrivar við løttum
og neyvum penni, og tú verður
drigin inn í søguna. Frásøgnin er
sum ein væl smurd maskina, og
samrøðurnar virka natúrligar
– tað er ikki altíð so lætt. Bert í
heilt einstøkum førum hugsar
tú, um persónurin hevði valt
júst tað orðið, men sum heild er
skrivingin framúr góð.
Solby Christiansdóttir hevur
skrivað eina áhugaverda, spenn
andi og hugvekjandi skaldsøgu,
sum sjúki høvuðspersónurin
hevði verið stoltur av at lesa!
Óhugsandi kreppa
Bókin »Góða systir« byggir á
dagbók, sum Margit Martins
dóttir Baadsager upprunaliga
skrivaði til systir sína Arnvør,
sum varð sjúk av heilakrabba.
Tá ið minni hjá systrini fór at
bila, setti Margit sær fyri, at hon
skuldi skriva dagbók, sum syst
irin kundi lesa, tá ið hon varð
frísk aftur. Dagbókin skuldi vera
geymin hjá Arnvør.
Gávaða og virkna Arnvør
Martinsdóttir á Torkilsheyggi
er í 2015 í holt við sína Ph.d.
verkætlan, tá ið hon missir
takið. Hon fær svára høvuðpínu,
verður sera gloymsk, og tað forðar
arbeiðnum við verkætlanini.
Arnvør, maðurin og teirra fýra
børn búgva í Danmark, og Arnvør
verður send á Ríkissjúkrahúsið
til kanningar. Læknarnir síggja
okkurt óvæntað í eini skanning
av heilanum, og sum frálíður
verður greitt, at Arnvør hevur
Nýggj skaldsøga og nýggj dagbóksútgáva siga syrgiligar sjúkrasøgur.
Skaldsøgan er trygg søgufrásøgn um vanlukkuligt mistak í
heilsuverkinum, og dagbókin er kensluborin skriving á ferð fram móti
deyðanum. Her umrøða vit bøkurnar »Gloymdur« og »Góða systir«
SYRGILIGAR
SJÚKRASØGUR
UMMÆLI