Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. SEPTEMBER 2019 SOSIALURIN 108 9 fing­ið heilakrabba. Ein álvarsom sjúka við vánaligum útlitum. Helst hevur Arnvør bert fá ár eftir at liva í, hóast hon fær bestu við­gerð, sum danska heilsu­verkið kann bjóða henni. Sjúkan hjá 38 ára gomlu Arnvør skapar eina óhugsandi kreppu­støðu í familjuni, og systir­in Margit, sum altíð hevur havt tætt samband við Arnvør, fer at skriva henni dagbók. Hon goym­ir upplivingar, hendingar, viðgerðir og aðrar tilburðir, sum Arnvør hevur ilt við at minnast, í dagbókini, sum Arnvør so skal lesa, tá ið hon kemur fyri seg aftur. Soleiðis gongur ikki. Arnvør verður skurðviðgjørd og fær áhald­andi viðgerð, men tað gong­ur skeiva vegin – stútt og støðugt. Glottar eru at hóma, hon ressast stundum, og hon hevur allatíðina gott mót og stríðist ímóti sjúkuni og vón­ loysinum. Arnvør verður tó alt verri fyri, og hon ferðast fram móti deyðanum, hóast familjan ikki vil missa mótið og ger alt fyri at hjálpa henni. Vit fáa eitt umfatandi innlit í tíðina, tá ið Arnvør er sjúk. Vit fylgja avgerandi kanningum og viðgerðum á sjúkrahúsi, vit fáa frásagnir um gerandislívið í Danmark og Føroyum, sorgar­ løtur, gleðiskenslur og endaliga deyða­dráttin. Hetta er dagbók, og tí fært tú sum lesari kenslu av, at tú fylgir hendingunum, so hvørt sum tær fara fram. Tú ert við á vandafullu ferðini hjá Arnvør, og hóast tað oftast kennist svárt og tungt, er bókin eisini lívsjáttandi og kveikjandi. Familjan stendur sera væl saman, og vinfólk og onnur eru sera hjálpsom og stuðl­andi. Kristna trúgvin spælir ein týð­andi leiklut í bókini. Trúgvin er stuðul í sváru tíðini hjá familju­ni, og bønir og sangur geva mót og skapa troyst. »– Sært tú nakar meining í, at tú skuldi blíva sjúk? spurdi eg, eina­ferð vit vóru á Skála. –  Nei, svaraði tú. –  Men kanska skal støðan gerast so ring, fyri at undrið kann vera tess størri. Kortini hugsi eg um, hví eg skuldi rakast. Eg, sum eigi fýra børn, sum eg vil sleppa at taka mær av, segði tú. Eg mussaði teg eymliga á høvdið. – Eg biði altíð fyri tær. – Gott. Tað er tað einasta, sum hjálpir.« Kenslukrevjandi dagbók Dagbókin, sum skuldi vera til Arnvør, er nú latin okkum øllum at lesa. Hetta er ein sera per­són­lig og kenslumikil bók, sum í støð­ um er kensluliga avbjóðandi og tung at lesa. Hetta snýr seg um deyðsjúka kvinnu í bestu árum, sum hevur mann fýra børn, og sum stríðist fyri lívinum, meðan heilsustarvsfólk, familja og vinfólk eru um hana og stuðla henni. Systirin Margit hevur – undan­ tik­ið heilt fá brot –  skriv­að dagbókina, og tí verður søgan søgd ígjøgnum hennara eygu og við hennara tulkingum. Margit skrivar um smátt og stórt, kenslur og tankar, ósemj­ur og sam­starv, og alt annað, sum knýt­ir seg at slíkari kreppu­støðu. Nógv fólk eru við í bók­ini, og Margit viðfer øll fólk varis­liga og við fyriliti, hóast hon eisini skrivar um onkrar ósemjur, kjak og orðadráttir í familjuni. At dømi um tað eisini eru komin við, styrkir trúvirðið á dagbókini. Teksturin er sum heild lættur at fara til, hóast onkur brot eru merkt av heitum á heilivági og viðgerðum og orðingum hjá lækn­um og heilsustarvsfólki. At teksturin er skiftandi og fjøl­broyttur stuðlar upp undir kensluna, at her er talan um dagbóksskriving, hóast tekst­ ur­in ivaleyst er hampaður og redigeraður til bókaútgávu. Summi brot í dagbókini eru staðfestandi og hóvlig, ja, næstan keðilig, onnur brot eru sigandi og livandi. Dagbókin livir og sveiggjar, líka so væl sum lagið og stemningurin í familjuni ger tað. Vit eru við á ferð­ini. Vit fegnast um góðar løt­ur og hjálpandi hendur, og vit harmast tung boð og sorgarløtur. »Enn ert tú millum okkara. Enn kunnu vit vera saman vð tær. Eg havi hug til at finna ta størstu sleggjuna í verðini og sláa tíðarinnar klokku sundur í túsund petti. Nú fara vit ikki víðari.« Bókin er yvir 400 síður til longd­ar, og nógvar detaljur eru tiknar við. Tað er bæði styrki og veikleiki fyri bókina. Tí sam­ stund­is sum dagbókin gevur eitt umfatandi innlit í stórt og smátt, hevði bókin ivaleyst verið minst líka sterk og góð, var hon einar fimmti síður ella stívliga tað styttri. Dagbókin er djørv og av­dúk­ andi, hóast eingin verður hongd­ ur út at turka, og samstundis sum vit kunnu siga, at allir tekstir onkursvegna eru redigeraðir, fáa vit veruliga kensluna av, at her hevur Margit skrivað eina erliga og virðiliga dagbók til Arnvør. Privata dagbókin hevur al­ mennan áhuga, og tí er at fegn­ast um, at hon er útgivin. Fleiri góðar grundgevingar kunnu vera fyri tí. Ein er, at hendan bókin kann hjálpa øðrum, sum hava upplivað ella uppliva líkn­andi hendingar í lívinum. Men bókin er nógv meira enn tað. Hon er ikki bara ein bók til fólk, sum hava verið ella eru í kreppu. Hetta er ein bók við boðskapi til okkum øll. Einaferð verður sagt í bókini, at tað er undrunarsamt, at vit skulu koma í slíka støðu, áðrenn vit veruliga brúka tíð upp á hvønn annan. Nógv stendur eftir hesa bók­ina, men er ein høvuðs­boð­ skap­ur, vit øll kunnu brúka í gerandisdegnum, er tað, at tað, sum veruliga hevur týdning í lívinum, er at brúka tíð saman við teimum nærmastu – saman við familju og vinum – og verða stuðlandi og góð við hvønn ann­ an. Tað kunnu vit minna okkum á. Tað fara nógv tár at fella, nú fólk fara at lesa »Góða systir«, og nógv verður at hugsa og hug­ leiða um, men tá ið alt kemur til alt, kann hendan bókin bara gera okkum til betri menniskju.